Stásiligur nýggjur útróðrarbátur

Ein spildurnýggur og nýmótans útróðrarbátur er komin afturat í útróðrarflotanum. Tað er eitt felag í Havn, sum hevur keypt bátin. Skipameklarin í Føroyum er ikki í iva um, at hetta er ein fantastiskur bátur

 

Útróðrarbátur


Immanuel eitur nýggjasti og helst eisini stásiligasti báturin í føroyska útróðrarflotanum. Hann er kanska eisini tann dýrasti, men tað hevur ikki eydnast okkum at fingið ein keypsprís upplýstan.

Tað er smápartafelagið Immanuel, sum hevur keypt bátin við sama navni. Báturin er smíðjaður í Norra hjá E. Vikssund. Sambært skipameklaranum, Oddmar Juul Samuelsen, so er hetta ein heilt fantastiskur bátur. Tað eru góðar tríggjar vikur síðani, at báturin kom til landið. Tað var upprunaliga ætlanin, at báturin skuldi koma eitt sindur fyrr. Oddmar Juul Samuelsen upplýsir, at tað er stórur áhugi bátum av hesum slag millum føroyingar og eisini uttanlands. Eisini hava útlendskir fjølmiðlar víst hesum bátinum áhuga.


Nýmótans

Tað verður ikki spart uppá jalig lýsingarorð, tá vit spyrja okkum fyri um sjálvan bátin. Báturin er 11,3 m. langur, 4,3 m. breiður, 1,7 m. djúpur og er 15 bruttotons. Báturin hevur ein 430 hestar motor, og kann hann sigla eini 10-12 míl. Báturin hevur allar hugsandi hentleikar sum eitt nú radar, ekkolodd, GPS, VHF, kortplottar og autopilot. Báturin kann hava eini 20.000 pund av fiski í lastini av nýveiddum fiski.

Allir hentleikar eru eisini til staðar, tá hugsað verður um, hvussu menn skulu uppihalda sær umborð. Tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki hjá 4 monnum at búleikast umborð í einar tríggjar dagar.

Tað, sum kanska eyðkennir nýggja bátin mest, er tann sera framkomna egnimaskinan, sum er umborð. Hetta fer at lætta almikið hjá monnunum umborð, siga teir sum vita.

Trygdin sigst eisini at vera heilt fyrimyndarlig umborð.


Vinna pengar

Oddmar Juul Samuelsen er ikki í ivi um, at hetta er sera góður bátur. Hann heldur ikki, at tað er avgerðandi, hvat ein tílíkur bátur kostar, men heldur er tað avgerðandi, at menn fáa møguleikan at vinna pening burturúr.

-Tað er ein eftirspurningur eftir húkaveiddum fiski í Evropa, tí kann tað eisini fáast nógvur peningur fyri hendan, sigur Oddmar Juul Samuelsen.

Hesin báturin sigist eisini at vera betri førur fyri at koma skjótt við feskum fiski, tá hetta er rættiliga avgerðandi í søluni í dag.

Sum áður nevnt, so er tað stórur áhugi fyri bátinum, bæði í Føroyum og uttanlands. Oddmar Juul Samuelsen væntar, at nógvir fara at fylgja spentir við, hvussu leikur fer við nýggja bátinum. Tí tað er kanska ikki óhugsandi, at fleiri tílíkir bátar koma afturat.

Sosialurin ynskir øllum pørtum tillukku við nýggja Immanuel.