Í 29 ár hevur Jóhanna á Tjaldrafløtti staðið á odda fyri Húsarhaldsskúla Føroya.
Nýggi Húsarhaldsskúlin verður væntandi liðugur í endanum á komandi ári, og hann er kærkomin, tí Húsarhaldsskúlin fær nógvar umsóknir á hvørjum ári.
Umsóknartalið hevur ligið um 60 í fleiri ár, men pláss er fyri 21 næmingum, og sostatt er bert ein triðingur sum fær játtandi svarið.
Í nýggju hølunum verður pláss fyri 35 næmingum. Tað er týdningarmikið at varðveita nærveruna, og tí skal talið á næmingum ikki vera ov høgt. Í Húsarhaldsskúlanum verður stórur dentur lagdur á trivnaðin, eingin næmingur skal detta niðurmillum, og tí skal næmingatalið ikki vera ov høgt.
– Tað at fara á Húsarhaldsskúla er ein persónlig menning.
Næmingarnir búnast nógv ta tíðina, teir eru á Húsarhaldsskúla. Undirvíst verður í handverki og list, matgerð, rørslu og heilsu. Nærum allir næmingarnir seyma sær egin skjúrt og brodera turriklæði og fyriklæði til føroysk klæðir.
Skúlin leggur seg eftir at halda lív í siðbundnari føroyskari mentan, samstundis er skúlin ein modernaður skúli. Ein av stóru trupulleikunum í dag er, at nógvur matur fer burtur. Í Húsarhaldsskúlanum hevur altíð verið nógv gjørt fyri at fyribyrgja, at matur endar í ruskspannini, eitt nú verður avlop frá vikuni etið fríggjadagar.
Samanhaldið í Húsarhaldsskúlanum er gott. Fleiri byggja sterk vinabond. Jóhanna á Tjaldrafløtti veit um fleiri fyrrverandi næmingar, sum eftir nógv ár hittast í bindiklubbum og í øðrum samanhangum.
Ung gerast fremmand fyri mati
Í Húsarhaldsskúlanum verður undirvíst í matgerð av alskyns slag, og Húsarhaldsskúlin er ein av fáum skúlum, har sum tað verður undirvíst í siðbundnari føroyskari matmentan.
Jóhanna á Tjaldrafløtti sigur, at tað hevur stóran týdning, tí ein greið broyting er hend. Ung gerast alsamt meira fremmand fyri matgerð, tí tey eru ikki von við at hava rávørur um hendi. Jóhanna á Tjaldrafløtti sær alsamt meira, at tey ungu vamlast við at nerta við rátt kjøt.
##med2##
Samfelagið er skrúvað soleiðis saman, at flestu barnafamiljur hava nógvan skund. Frítíðarítriv og annað ger, at stundir eru ikki til at hava børnini við í matgerðini.
Tað er gevandi at vera stjóri í Húsarhaldsskúla Føroya. Jóhanna á Tjaldrafløtti dámar væl at vera saman við teimum ungu.
– Fer man væl við teimum, fær man tað fleiri ferðir aftur.
Tá nýggi Húsarhaldsskúlin verður tikin í nýtslu, fer ungdómurin at seta enn meira dám á býarmyndina í Klaksvík. Fleiri næmingar eru virknir í ítrótti, og við nýggju staðsetingini verður stutt til allar hentleikar.
##med3##
Húsarhaldsskeiðið er 7 mánaðir, frá august til februar, men Húsarhaldsskúlin hevur virksemi alt árið.
Um várið eru ymisk styttri skeið. Eitt nú kokkaskeið fyri børn, brodering til føroyska búnan og skeið í matvørureinføri, fyri fólk sum arbeiða við mati.













