Árið hjá James Bond – 007 – fer nú at halla. Og vit eru sanniliga “Shaken” og “Stirred”, aftaná hetta árið. Kanska serliga av tí djúpt borandi politikkinum í Løgtinginum, har tey einastu bleytu virðini tykjast at verða sofurnar og stólarnir í Løgtingshúsinum. Væntast kann, at komandi valstríð verður rættuliga útHOLað. Føroyskur politikkur er vorðin ein ostur. Luktar einki serliga væl, og fullur av holum.
Vit gjørdust eitt valdømi í 2007, men eru framvegis eitt eindømi tá kemur til væntandi langtíðar ætlanir. 2015 nærkast!
Sandoyingar kenna á sær, at stjórin í Kall hevur gjørt teimum eina “Bjarna”tænastu. So Kall selur neyvan nógv talutíðarkort í Sandoynni, í 2008.
Kvinnur hava fylt nógv í 2007. Kanska nóg nógv til, at tær fara at síggjast betri í politiska landslagnum, aftaná løgtingsvalið 19. januar í 2008. Um vit síggja burtur frá teimum politiskt stabilu kandidatunum hjá Tjóðveldi, Annitu á Fríðriksmørk og Heidi Petersen, so koma vit ikki uttan um, at hini markantu kvinnuligu valevnini hava upplivað eitt ella fleiri floksskifti. Kitty May Ellefsen dámar væl svenska 70-ára bólkin ABBA. Og sami bólkur kann sigast at verða ímyndin av politisku gongdini. Har hon er farin frá A og yvir til B, og so aftur frá B, og yvir til A. Sagt í stuttum: “ABBA”.
Anni vildi ikki taka HÆDD fyri skemtitekningini hjá Óla P, sjálvt um fólk í øllum flokkum meinti, at tekningin av Kitty May sat væl.
Kitty May vil heldur hava longri flogvøll, enn KAJ sum formann!
Sambandsflokkurin hevur so ikki rópt: “Kitty Mayday Mayday”.
Men Sambandsflokkurin hevur havt nøkur floksskifti til sín fyrimun. Fyrst er tað Ingvør Nolsøe, sum hevur tann fyrimun fram um nógv onnur valevni, at hon kann seta tey røttu “lýsingar”orðini á sín politikk, og veit hvussu ein reklamerar fyri sær sjálvari. Men tað er kent millum manna, at hon var limur í Tjóðveldi, líka til heystið 2007. Men so meistaraliga lýsti hon í bløðunum longu lívsferðina hjá sær aftur til Sambandsflokkin, at ein má lesa Peer Gynt hjá Ibsen, fyri at kunna lesa nakað líknandi. Vitnisburðurin um heimkomina til Sambandsflokkin í bløðunum, minti sára nógv um heimkomina hjá Peer Gynt, tá hann aftur møtti sínari elskaðu Solveig.
Og so er tað Sæunn Ó. Hansen í Saltangará, sum ikki vildi verða næstovast á “Bill”board í Eysturoynni. Hon fann sær eitt annað “Mið”. Tvær fyri eina er ikki so galið hjá Sambandsflokkinum. Teimum tørvar so ikki at tosa um niðurskurð á hesum økinum.
Og so er tað Sjálvstýrisflokkurin, sum er vorðin “Rúna”bundin. Rúna Sivertsen tímdi ikki at verða í Mannfólkaflokkinum meir.
Benito Mussolini royndi at rætta Skeiva Tornið í Pisa, tá hann ráddi fyri borgum – eisini tornum – í Italia. Svakt? Jú víst so, men hann gjørdi so okkurt við tað. Tað kann ein so ikki siga um PISA-kanningina í Føroyum. Gongdin er skeivari enn tornið í Pisa. Men “Alle gange tre”, sum tað eitur á hinum móðirmálinum, sum enn er partur av frálæruni í Fólkaskúlanum. “Tredje gang er Lykkens Gang” sigur móðirfólkið eisini. Kanska øll í undirvísingarkervinum ganga við røttum ryggi í 2009.
Hjá fótbóltslandsliðnum verður “33. gang” vónandi “Lykkens Gang!”. Tað einasta vit vita fyri vist fer at henda í 2009, er at KÍ vinnur bæði Løgmanssteypið og Føroyameistaraheitið! Tað stendur í “Bláu Bók”!