Skipasavn á Bacalao

Á kei’ini hjá Øström har síggja vit tá

øll skipini, sum duffa á Vestaruvág...

 

Soleiðis yrkti Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík í táttinum “Gentukæti”, sum byrjar við vælkendu orðunum: “Til Havnar vit fara...”.

Í dag er synd at siga, at nógv skip duffa á Vestaruvág, men mær kemur til hugs henda tátt, sum enn verður kvøðin á gólvi og sungin í góðum veitslulag, sjálvt um hann varð yrktur í 1894.

Tí í valstríðnum í Havn er gamla fiska- og flakavirkið Bacalao nevniliga komið á breddan. Bæði verandi býráðslimir og nýkomingar hava kropp á kropp víst á uppskot, hvussu býurin fær sum mest burturúr øllum fermetrunum í hesum - fyri okkum havnarfólk - stóra søguliga bygningi, sum er ímyndin av framburði í okkara deiligu Havn, og sum vit øll eru góð við. Ja, ein býráðslimur hevur enntá borið uppá mál at selja ella umbyggja Bacalao til íbúðir, og slíkt tos skelkar havnarfólk at hoyra.

Vestara bryggja var í síni tíð størsta arbeiðsplássið í Havn. Nógv hundraðtals fólk, ung sum tilkomin, høvdu sína inntøku har, tí mestsum allar tær stóru vinnufyritøkurnar, sum vóru knýttar at fiski- og sjóvinnuni vóru við Vestaru vág m.a. skipasmiðjan, tunnuvirkið, saltsølan, fiskasentralurin, oljufeløgini og Bacalao.

Virksemi á Bacalao breyðføddi nógvar familjur í Havn, og har forvann mangur drongur og mong genta sínar fyrstu krónur í fiskaarbeiði, men “nú er alt bara minnir”, sum Jens Eli Ellefsen syngur í einum av sínum vælkendu sangum.

Í 2011 keypti Tórshavnar havn bygningin, eftir at fiskavirkið steðgaði árið fyri, men vit mugu ikki gloyma, at enn í dag er fiskaarbeiði á Vestaru bryggju. Landingarmiðstøðin “Barðið” hjá Pola F. Joensen hevur tikið ímóti fiski í nógv ár, og har er væl av fólki til arbeiðis, tá landað verður, og fiskur verður pakkaður.

Uppskotini tróta ikki, hvat viðvíkur framtíðini hjá Bacalao. Mítt íkast er, at tað í øllum førum eigur at vera pláss fyri einum skipasavni, sum við myndum og teksti lýsir stoltu trolara- og nýggjaru skipasøguna í Havn.

Haldi eisini, at ein myndaframsýning skal setast upp á økinum, sum lýsir fyritøkurnar og persónarnar, sum í síni tíð ráddu fyri borgum á Vestaru bryggju. Bert fyri at taka nakrar fram, kunnu nevnast Aksel Hansen, Kjartan og Poul Mohr, Esmar Fuglø, Jens Pauli av Reyni, Hans Pauli Johannesen, Schønning Eysturoy, Conrad Joensen og uttan iva onnur eisini.

Bacalao skal aftur hava sínar kendu upprunalitir. Tá mann hevði verið og ferðast og báturin ella skipið kom í Nólsoyarfjørð, var gleðin stór, tá vitin á Skansanum og eyðkendu litirnir á Bacalao sóust, tí tá visti mann, at nú var ikki nógv eftir, til komið varð í trygga Havn.

Tann, sum er barnvaksin í Havn og hevur runnið undan aldunum og merkt saltrákan frá uppganginum í Vágsbotni, tá eingin brimgarður var at verja ímóti landssynninginum, veit, hvat vágirnar báðar hava havt at týða fyri fólkið í Havn.

Høgni Joensen

Valevni á lista C