og so gjørdist einki meir. Dagurin í dag. Síðani tá er nógv vatn runnið í havið, mangt er umbroytt, og ikki alt til frama fyri land og fólk. Og tí er kanska í tøkum tíma, at spyrja ein einfaldan og møguliga [...] á Tingi til okkum sjálvi, har svarið frammanundan er givið. Tað er so nemt og lekkurt.« Og svørðsveiggjandi stavnamaður floksins à »Miðleingjuni« er avanseraður til ein sleivusvingandi »hygguspreiðandi« [...] um bak, í eini roynd at gera upp, um hvussu skarst, táið samanum kom. Tí stutt er mangan frá sigri til fall, og næstan alt er relativt. Ein morgun snimma í oktober ?92 býttu vónbjartir stjórar í Sjóvinnubankanum
Tá vit tala um vinnur, sum skapa avkast, er neyðugt at staðfesta, at ikki er nóg mikið at standa seg í kappingini á heimamarknaðinum ella at byrja her. Í dag er marknaðurin globalur , og henda sannroynd [...] vælferð í samfelagnum. Hetta er ikki bara ein býtisspurningur, men kemur eisini vinnulívinum sjálvum til góðar, tí kappingin um fólk við førleika er so stór, at neyðugt er at hava fyri eyga, at samfelagið [...] burturúr. Tað er tí ógvuliga týdningarmikið, at breið semja er um politikkin, soleiðis at sama kósin kann verða hildin fleiri ár fram, og at kósin ikki verður slept á hálvari leið. Samstundis er tað týdningarmikið
fr. Er tað soleiðis, at reallønarfall og eitt lægri vælferðarstøði við skerdum almennum tænastum er ein fyritreyt fyri fullveldinum, so eigur Tjóðveldisflokkurin at siga hettar fyri veljarnum. Er tað sum [...] fáa eina greiða fatan av, hvat samgongan heldur. Er støða Fólkafloksins støða samgongunnar, so kundi verið áhugavert at frætt frá Tjóðveldisflokkinum, hvussu tann veruleiki er samanbarligur við vallyftið [...] veljarunum. Vit vita enn ikki, hvat arbeiðsbólkarnir undir Høgna Hoydal koma fram til um vælferðarstøði, um fullveldisætlanirnar gerast veruleiki, men vit vita harafturímóti, hvat er hent higartil í hesum valskeiði
greina út, hvat ein oljuvinna ber í sær. ? Vit eru komin til ta niðurstøðu, at talan er um eina ómetaliga stóra avbjóðing. Knútur Nygaard sigur, at tað er ongin ivi um, at tað einasta rætta er, at øll S [...] sigur, at teir eru sannførdur um, at ongin er ov stórur, og ongin er ov lítil til at veita eini komandi oljuvinnu tænastur. Hann heldur, at umframt oljuvinnuna, er tað sjálvsagt, at eitt slíkt felag eisini [...] krónur og fyri feløg við fleiri enn fimm fólkum er innlimingargjaldið 5.000 krónur. Árliga limagjaldið er sett til 500 krónur. Umframt vinnufeløgini er ætlanin at kommunurnar kunnutekna seg sum stuðulslimir
Tað er tungt at reka vallaraheim í Føroyum, men fyri at gera vart við tey og tað, tey kunnu bjóða, er neyðugt at lýsa. Níggju vallaraheim hava í Vallaraheimsbólkinum tikið seg saman at gera ein faldara [...] sínum lagi lýst, og tað er rættiliga kostnaðarmikið. Við at gera ein faldara í felag spara vit nakrar útreiðslur samstundis sum ferðafólkið fær eina betri mynd av útboðnum sum er, sigur Jákup Lindenskov [...] somuleiðis í Havn. Altjóða skeltiseyðkenni, ið siga, hvat heimini hava at bjóða, hvussu tey eru opin og annað, eru við í faldaranum. Hvørt heimið er góðskumett við stjørnum, ið eru eftir skotskari fyrimynd
partinum av áhoyrarafjøldini í Norðurlandahúsinum, er einki at gera við, men hetta er tó ikki nøkur orsøk til at rópa ókvæmisorð eftir vinnandi bólkinum. Einki er at ivast í, at tað yngra ættarliðið í áhoyra [...] 90'ara tónleik, at vinna. Tað er tó einaferð so, at dømt verður ikki eftir, hvat fyri tónleikastíl, ið ein bólkur spælir, men hvussu tónleikurin verður spældur og framførdur. Hvat siga tónleikararnir? Yngd [...] kappingar Derhard Olsen er bert ein av teimum mongu tónleikarunum, sum ikki hava so stóran tokka til tónleikakappingar. Hann heldur tað verða trupult at kappast, tá ið talan er um so nógvar og fjølbroyttar
tú, at her er talan um eitt dygdargott avrik. Húsin er sera snotuligur, og tú kanst sita og fylgja við í tekstinum, meðan tú lurtar eftir fløguni. Húsin er einkul og ógvuliga líkatil. Her er einki, sum [...] á einum, men heldur er talan um ein einklan og stílfullan húsa. At bólkurin nýtti umleið fýra mánaðar til upptøkurnar av fløguni, er eisini prógv um, at talan er um eitt verk, sum er væl gjøgnumarbeitt [...] , og ikki bert er ein fløga, sum skal gerast. Sukursøtur tónleikur Lat tað verða sagt beinan vegin. Tónleikurin hjá Aria er sukursøtur, og er hann júst tann rætti, um tú til dømis situr og hugnar tær saman
Filmurin snýr seg um tveir heteroseksuellar sløkkiliðsmenn, sum gifta seg, tí annar, ið er einkjumaður, stúrir fyri, hvat fer at henda við børnunum, um hann doyr. Nicolas Cage spælir einkjumaðurin, og Will [...] valdur. Hinvegin vann filmurin hjá Paltrow "Shakespeare in love" heitið sum besti flmurin, ið er tað heitið, sum er hægst í metum. Besti mannligi sjónleikarin gjørdist Roberto Benigni í filminum "La Vita e [...] Woodstock-skráin liðug Tað er ikki sørt av kendum nøvnum, sum verða við á árliga Woodstock-festivalinum, sum verður í statinum New York í døgunum 23-25 juli. Festivalurin, sum er tann 30. í røðini, fer at
stovn. Fakligt stríð er millum lærarar og pedagogar hesum viðvíkandi, og tað er ein spurningur, um tað er rætt at koyra børn í skúla eitt ár fyrr. Vit eiga fyrst at fáa at vita, hvat innihaldið verður í [...] møguliga verður bygdur á. Enn verður ikki upplýst, hvat økið talan er um. - Vit hava biðið umsitingina gjørt eitt skitsuprosjekt til ein dagstovn til 60 børn. Enn er avgerð ikki tikin, um stovnurin verður bæði [...] vøggustova og barnagarður, ella bara tað seinna, sigur Elin Lindenskov. Eitt er kortini greitt, og tað er, at sosiala nevnd er samd um, at nýggjur stovnur skal byggjast í Vesturbýnum til 60 børn. Og sum
met, sum lúka altjóða krøv, tí tað er ov nógvur vindur á Svangaskarði, sigur hann. Hann veit ikki rættiliga, hvat fer at henda nú. ? Tað er ein góður spurningur. Tað er sera tungt aftur at verða settur aftast [...] ikki ber til at menna frælsa ítróttin í Føroyum, so leingi einki er at venja á í Havn. ? Eg skal ikki siga, at tað er hvønn dag, men tað er sera ofta, at fólk, sum hava áhuga fyri at íðka frælsan ítrótt [...] skjótt nevndin er komin fram til, at tað ikki eru pengar til eina rennibreyt á vøllinum, tí tað eru bert fáir mánaðir síðani, at arbeiðið við vøllinum byrjaði. ? Tað er eingin loyna, at hetta er skundað ígjøgnum