Strævið altíð at koma í síðstu røð

? Tað er sera tungt aftur at verða settur aftast í røðina, sigur Heri Ziska úr Bragdinum, sum vísir á, at tað ikki ber til at menna frælsa ítróttin, so leingi einki er at venja á í Havnini

Tað vóru nøkur vónsvikin umboð fyri frælsa ítróttin, sum fóru av fundinum, sum var um Tórsvøll og tilhoyrandi rennibreytina í Kommunuskúlanum í Havn mánakvøldið.

Eftir fundin noyddust frælsu ítróttarfólkini at ásanna, at tey eisini hesaferð vórðu við sviðusoð, tí tey ikki skulu rokna við nakrari rennibreyt rundan um fótbóltsvøllin.

Heri Ziska úr Bragdinum er ein av teimum, sum hevur arbeitt einamest fyri at bøta um umstøðurnar hjá frælsa ítróttinum. Hann var sum vera man eins vónsvikin og øll hini, ið íðka og vara av frælsa ítróttinum.

? Nú hava vit hildið lív í dreyminum í nógv ár, men aftur hesaferð brast hann, sigur Heri Ziska, sum vísir á, at tað ikki ber til at menna frælsa ítróttin í Føroyum, so leingi einki er at venja á í Havn.

? Eg skal ikki siga, at tað er hvønn dag, men tað er sera ofta, at fólk, sum hava áhuga fyri at íðka frælsan ítrótt, koma til mín og spyrja, nær tey kunnu byrja o.s.fr. Og eg havi altíð svarað »tá rennibreytin kemur«. Men nú veit eg ikki, hvat eg skal svara teimum, sigur Heri.

? Vit hava bert ítróttarøkið á Toftum, men tað liggur ov avsíðis, og tað er eisini ov veðurhart á Svangaskarði. Eitt nú kunnu vit ikki seta nøkur met, sum lúka altjóða krøv, tí tað er ov nógvur vindur á Svangaskarði, sigur hann.

Hann veit ikki rættiliga, hvat fer at henda nú.

? Tað er ein góður spurningur. Tað er sera tungt aftur at verða settur aftast í røðina. Vit hava fýra fótbóltsvøllir í høvuðsstaðnum, og eg ivist ikki í, at um vit høvdu somu umstøður sum fótbólturin, høvdu vit vunnið heiðursmerki í altjóða kappingum, sigur Heri, sum sjálvur hevur vunnið fleiri heiðursmerki á oyggjaleikum.


Allur frælsi ítrótturin lútar fyri einum fótbóltsdysti

? Hetta var ein smeitur fyri okkum, men sum so eri eg ikki bilsin, tá tú hugsar um, hvussu Tórsvallarnevndin er skipað. Formaðurin í FSF situr har, og formaðurin í nevndini hevur eisini verið fótbóltsspælari og er formaður í partafelagnum hjá HB, sigur Heri Ziska, sum eisini undrast yvir, hvussu skjótt nevndin er komin fram til, at tað ikki eru pengar til eina rennibreyt á vøllinum, tí tað eru bert fáir mánaðir síðani, at arbeiðið við vøllinum byrjaði.

? Tað er eingin loyna, at hetta er skundað ígjøgnum ? tað vita øll ? og sum eg havi skilt tað, hevur tað sera stóran týdning, at vøllurin er klárur til ein einstakan fótbóltsdyst, sum verður áðrenn ólavsøku, so hesin kann spælast í Havn í staðin fyri á Toftum. Um hetta er ein Europa Cup dystur ella landsdystur, veit eg ikki, men eg haldi tað vera sera spell, um allur tann frælsi ítrótturin í landinum skal svíða fyri, at bert ein einstakur fótbóltsdystur skal spælast, heldur Heri Ziska.

Hann sigur, at hann ikki vil fótbóltinum nakað ringt, og skilir eisini, at tað hevur týdning at fáa ein grasvøll í Havn, men hann harmast um, at nevndin eftir øllum at døma als ikki hevur áhuga í at fáa eina rennibreyt við vøllin.

Eisini harmast hann um, at so nógv fokus verður sett á elituítróttin.

? Ein rennibreyt kann brúkast til so nógv annað, eitt nú ítrótt fyri brekað, sum Jógvan (Egga) Jensen eisini hevur víst á. Men tann parturin av kjakinum er fullkomiliga horvin, sigur Heri Ziska.


Mugu spreingja beinanvegin

Í stuttum er trupulleikin, at Tórsvallarnevndin ætlar at gera fótbóltsvøllin fyrst við áskoðaraplássum heilt inn móti vøllinum. Seinni skulu hesi áskoðaraplássini so flytast, so tað verður pláss fyri eini rennibreyt.

Umboðini hjá frælsa ítróttinum hava sum so einki ímóti, at grasvøllurin verður gjørdur fyrst, men tey bera ótta fyri, at rennibreytin síðani verður »gloymd«.

Fyri at kóka tað heilt niður, snýr tað seg um økið eystanfyri sjálvan vøllin (niðan móti ítróttarhøllini á Hálsi). Heri Ziska sigur, at um hetta bleiv sprongt burtur beinanvegin, so pláss bleiv gjørt fyri rennibreytini alt fyri eitt, skuldi hon ivaleyst komið fyrr ella seinni. Men hann ber ótta fyri, at um hetta ikki verður sprongt burtur nú, verður tað ongantíð.

Á fundinum mánakvøldið segði Poul Michelsen, formaður í nevndini fyri vøllin, at hetta spreingiarbeiðið fer at kosta í minsta lagi tríggjar milliónir, og hesin peningurin er ikki tøkur, sum nú er.

Heri Ziska sigur, at frælsi ítrótturin nú allarhelst fer at senda kommununi bræv við áheitan um at finna hesar tríggjar milliónirnar til spreingiarbeiðið, so tað verður gjørt. Tí sum áður nevnt, um tað verður sprongt nú, ivast frælsu ítróttaríðkararnir ikki í, at rennibreytin kemur fyrr ella seinni ? og teir leggja ikki so nógv í, um tað verður seinni. Men sum nú er, hava teir ongar vónir um, at rennibreytin nakrantíð fer at koma, hóast nevndin sigur, at ætlanin er at flyta áskoðaraplássini seinni, so pláss verður fyri breytini eisini.

? Tað er ógjørligt at menna frælsa ítróttin, so leingi vit bert hava eina rennibreyt. Saman við longdarlopi er renningin tann greinin, tey flestu hava áhuga fyri av teimum, sum ætla sær at fara undir at íðka frælsan ítrótt, sigur Heri Ziska.

? Hóast fólkagrundarlagið hjá okkum er lítið, hava vit nógv gott ítróttarfólk her í landinum. Og bæði norðmenn og íslendingar hava í seinastuni gjørt vart við seg í heimselituni í renning. Kunnu teir, kunnu vit eisini. Men vit hava ikki umstøðurnar, sigur Heri Ziska.