Vilt tú varðveita tíni livikor?

Soleiðis ljóðaði eitt av slagorðum Tjóðveldisfloksins, ið var at síggja á valplakatum uppundir seinasta val. Slagorðið var gott, tí hettar var nakað, øll kundu svara ja til.

 

Munurin er bert á hugsanum um, hvussu hettar skal gerast. Summi vilja hava eitt samhaldsfast samfelag, har tey veiku í samfelagnum eru tryggjað sømulig kor, meðan aðrar kreftir í hesum samfelag vilja ganga sjálvsøknisvegin, har grundsjónarmiðið er: vertin á hvat annar fær, eg skal nøra sjálvum mær ? um neyðugt við landskassans hjálp, kundu vit lagt afturat

Tað er eingin ivi um, hvørja leið hendan samgongan við Fólkaflokkinum á odda gongur. Spurningurin er bert, nær størsti flokkur vaknar og slær bremsunar í. Fólkaflokkurin hevur ofta verið frammi í fjølmiðlunum og sagt, at teir als ikki ganga inn fyri einum samhaldsføstum samfelag. Eisini nýtir hesin flokkur fullveldisætlanirnar sum grundgeving fyri at fastfrysta lønir, minka um almennar tænastur o. s. fr.


Er tað soleiðis, at reallønarfall og eitt lægri vælferðarstøði við skerdum almennum tænastum er ein fyritreyt fyri fullveldinum, so eigur Tjóðveldisflokkurin at siga hettar fyri veljarnum. Er tað sum Fólkaflokkurin sigur ikki rætt, so eigur Tjóðveldisflokkurin at seta Fólkaflokkin sum samgongufelaga uppá pláss, so andstøða og almenningur fáa eina greiða fatan av, hvat samgongan heldur. Er støða Fólkafloksins støða samgongunnar, so kundi verið áhugavert at frætt frá Tjóðveldisflokkinum, hvussu tann veruleiki er samanbarligur við vallyftið um at varðveita livikorini hjá føroyska veljarunum.


Vit vita enn ikki, hvat arbeiðsbólkarnir undir Høgna Hoydal koma fram til um vælferðarstøði, um fullveldisætlanirnar gerast veruleiki, men vit vita harafturímóti, hvat er hent higartil í hesum valskeiði. Vit síggja, at samgongan hevur í hyggju at koma við einari pensiónsskipan, sum verður róst av Óla Breckmann og Konservativ Ungdom í Danmark. Vit hava hoyrt ein landstýrismann í fíggjarmálum argumenterað fyri einum reallønarfalli á arbeiðsmarknaðinum, tí búskapurin skal tillagast. Alt bendir á, at ivasamt er, um livikorini verða varðveitt.


Høgrapolitikkur hevur sjáldan verið so dominerandi í føroyskum politikki sum nú, hóast størsti flokkur í samgonguni hevur sterkar røtur í føroyskum fakfelagsarbeiði - her verður serliga hugsað um Fiskimannafelagið.


Grundin til at vit gera vart við hettar høgrarák

í føroyskum politikki er, at vandi er fyri, at tá ið hettar valskeið er av, so hava vit bert úrslitini av høgrapolitikkinum og einki annað. Tað sær ikki út til at vera full semja um fullveldisætlaninar í samgonguni, og tí er trupult at meta um samgongan - her verður serliga hugsað um Fólkaflokkin - yvirhøvur ætlar sær fullveldi við núverandi lønar- og vælferðarstøði.


Og ímeðan almenningurin og kanska eisini Tjóðveldisflokkurin ivast, so trumfar Fólkaflokkurin sín politikk - ella mangul uppá sama - ígjøgnum á øllum økjum.