Eingin bólkur tapti í Prix Føroyar finaluni

Hóast Taxi vann Prix Føroyar, so kann man ikki siga, at tað var nakar bólkur, ið tapti, tí allir bólkarnir vóru vinnarar, eins og tónleikurin var tað

Finalan í Prix Føroyar kappingini leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum var ein uppliving fyri øll tey, sum hava tokka til føroyskan tónleik. Hóast útlendsku serfrøðingarnir ikki mettu støðið í finaluni at verða høgt, so var tað eftir føroyskum málistokki ein finala, har vit hoyrdu føroyskar tónleikabólkar, tá ið teir eru bestir. Óansæð hvat útlendingarnir siga, so kunnu teir luttakandi bólkarnir í finaluni, allir sum ein, verða ernir av sínum avriki.


Úrslitið var væntandi

At tað var Taxi, sum vann kappingina, var ikki annað enn væntandi. Manningin í bólkinum hevur nógv drúgvari royndir enn teir flestu av hinum tónleikarunum, sum vóru við í finaluni. At teirra tónleikastílur so ikki hóvaði yngra partinum av áhoyrarafjøldini í Norðurlandahúsinum, er einki at gera við, men hetta er tó ikki nøkur orsøk til at rópa ókvæmisorð eftir vinnandi bólkinum.

Einki er at ivast í, at tað yngra ættarliðið í áhoyrarafjøldini heldur vildi hava ein av teimum nýggjaru bólkunum, ið spælir meiri modernaðan 90'ara tónleik, at vinna. Tað er tó einaferð so, at dømt verður ikki eftir, hvat fyri tónleikastíl, ið ein bólkur spælir, men hvussu tónleikurin verður spældur og framførdur.


Hvat siga tónleikararnir?

Yngd hevur hitt ein av tónleikarunum í finaluni, Derhard Olsen úr Visible Fish, og spurt hann, hvussu hann upplivdi finaluna.

Derhard sigur, at eftir hansara tykki var finalan á sera høgum støði. Hann heldur, at áhoyrararnir vóru stak væl nøgdir við sjálva konsertina, sjálvt um fleiri ikki vóru nøgd við úrslitið.

Sjálvur heldur Derhard, at úrslitið ikki var annað enn væntandi, og eftir hansara tykki, so eru limirnir í Taxi framúrskarandi tónleikarar. Hann heldur úrslitið verða á góðari leið, hóast honum sjálvsagt hevði dámt betur, um tað hevði verið øðrvísi. At nógv heldur vildu havt eitt annað úrslit, hongur sambært Derhardi saman við, hvat fyri tónleiki, ein lurtar eftir.

Tann vælumtókti 90'ara tónleikurin vann ikki finaluna, men við at verða so væl umboðaður í finaluni, hevur hesin tónleikurin hóast alt vunnið í Prix Føroyum, sigur Derhard Olsen.


Dámar ikki kappingar

Derhard Olsen er bert ein av teimum mongu tónleikarunum, sum ikki hava so stóran tokka til tónleikakappingar. Hann heldur tað verða trupult at kappast, tá ið talan er um so nógvar og fjølbroyttar tónleikastílir, sum vóru við í Prix Føroyum.

Bólkurin, sum Derhard er við í, Visible Fish, var stak væl nøgdur við sítt avrik leygarkvøldið. Teir vóru fegnir um yvirhøvur at koma við í finaluna, tí í undanumfarinum, sum teir tóku lut í á Strondum, var støðið serstakliga høgt, og limirnir í Visible Fish vóru sera fegnir um at koma víðari frá tí undanumfarinum.

Spurdur um nakar bólkur hevur yvirraskað hann á ein gleðiligan hátt, svarar Derhard, at í undanumfarinum á Strondum tók Diatribes hann fullkomiliga á bóli, eins og honum dámdi stak væl Tangz, tá ið teir vóru við í undanumfarinum í Klaksvík. Í finaluni hoyrdi Derhard tíverri ikki allar bólkarnar, men hann nevnir tó Clickhaze, ið Visible Fish hevur neyvt samstarv við, sum ein komandi bólk, ið kann gera seg galdandi.


Visible Fish fløguaktuellir

At enda spurdu vit Derhard, hvat er á skránni hjá Visible Fish næstu tíðina. Til hetta sigur Derhard, at í summar fer bólkurin allarhelst í upptøkuhølini at spæla inn eina nýggja fløgu, og teir vóna, at henda kemur á marknaðin einaferð í heyst.

Tað er heldur ikki óhugsandi, at vit í framtíðini fara at hoyra meiri til Visible Fish sum konsertbólk, ið fer at spæla til ymisk tiltøk kring landið.

At Visible Fish vóru væl nøgdir við sítt avrik leygarkvøldið, er einki at siga til, tí teir komu væl frá tí, eins og allir hinir bólkarnir, ið tóku lut í Prix Føroyar finaluni 1999.