Suðuroyingar taka lógvatak um oljuhavn á Drelnesi

Nú er onki togarí longur ímillum Vág og Tvøroyri um, hvar ein møgulig oljuhavn í Suðuroy skal verða.

?Tvøroyrar Oljuvinnuráð? verður nú til ?Suðuroyar Oljuvinnuráð?.

Og øll Suðuroyggin gongur nú saman um at gera oljuhavn á Drelnesi á Tvøroyri.

Sostatt hava suðuroyingar

tikið eitt stórt stig framá í royndini at fáa oljuvinnuna til oynna.

Á aðalfundi fyri 14 døgum síðani varð nevniliga samtykt at Tvøroyrar Oljuvinnuráð hereftir skal umfata alla oynna.

Samstundis broytir tað navn til Suðuroyar Oljuvinnuráð.


Hava mist nógv

Mangan hevur verið ført fram, hvussu drepandi kappingin millum syðru og norðaru helvt í Suðuroynni er fyri báðar partar.

Báðir partar hava verið so altráðir eftir at kráma til sín, at endin hevur mangan verið, at ongin hevur fingið nakað burturúr.

Nú hótti hendan sama kappingin við at forkoma eini møguligari oljuvinnu í Suðuroynni.

Tvøramenn hava gjørt avtalu við stóra danska felagið Danbor Service í Keypmannahavn um at gera oljuhavn á Drelnesi.

Samstundis hevur býráðið longur suðuri á oyggj roynt at lokka oljufeløgini til Vágs.

Summi hava stúrt fyri, at hendan kappingin um oljuhavnina, fór bara at at føra til, at hon verður onkra heilt aðrastaðni.

Breið semja er um, at tað verður helst ikki meiri enn tann eina oljuhavnin í landinum.

Og tí eru tað nógv sum halda, at skulu suðuroyingar hava nakran sum helst møguleika í oljuvinnuni, er tað alneyðugt, spjaðingin heldur uppat og at teir ístaðin halda saman og vísa á eina havn í felag.

Tí kemur hon fyrst til oynna, fáa øll gagn av henni bæði sunnaliga og norðaliga.


Øll Suðuroyggin undir ein hatt

Men á aðalfundi í Tvøroyrar

Oljuvinnuráði 29. mars var eitt stórt stig tikið fyri at savna alla Suðuroynna undir ein hatt í oljumálinum.

Knútur Nygaard, formaður í ráðnum, sigur, at nú tað er samtykt at gera eitt felags oljuvinnuráð fyri alla Suðuroynna, er ikki avgjørt, hvar felagið skal verða skrásett.

? Tað verður tann komandi nevndin, sum fer at gera av, antin felagið skal skrásetast á Tvøroyri, í Vági, ella onkra heilt aðrastaðni, sigur formaðurin í Oljuvinnuráðnum.

Hann sigur, at nevndin, sum nú er, skal bara fyrireika reglugerðina til at gera ráðið til eitt felags ráð.

? So verður eykaaðalfundur, har nýggj nevnd skal veljast og nýggja reglugerðin verður samtykt

? Endamálið við hesum er at savna alla suðuroynna í eitt felag í oljumálinum, tí vit halda, at vit standa munandi sterkari tá, sigur hann.


Standa saman um Drelnes

Knútur Nygaard sigur, at í eirri nýggju reglugerðini fyri Suðuroyar Oljuvinnuráð stendur, at arbeitt verður fyri at fáa eina oljuvinnuhavn á Drelnesi.

Hann sigur, at Suðuroyggin er so lítil, og vit eru so lítlir í oljuhøpi kortini, at tað hevur yvirhøvur ongan tydning, hvar í oynni ein møgulig oljuhavn verður.


Fingið góða undirtøku

Knútur Nygaard sigur, at teir fara nú at handa øllum vinnufyritøkum í Suðuroynni eitt skriv, har tað verður greitt frá ætlanini og møguleikunum.

? Men eg kann siga longu nú, at vit hava havt følarar úti fyri at vita, hvat fólk halda.

? Og tað aftursvar, vit hava fingið benda á, at tað verður full og heil undirtøka fyri hesi ætlanini.

? Eitt nú hava vit spurt okkum fyri hjá teimum báðum størstu kommununum og har er full undirtøka fyri ætlanini, sigur Knútur Nygaard.

Hann leggur afturat, at hann dugir ikki at síggja, hvussu aðrar kommunur kunnu hava nakað ímóti ætlanini.

Fyribils formaðurin í oljuvinnuráðnum sigur, at hesa tíðina, Tvøroyrar Oljuvinnuráð hevur verið til, hevur nevndin gjørt sær stóran ómak at kanna og greina út, hvat ein oljuvinna ber í sær.

? Vit eru komin til ta niðurstøðu, at talan er um eina ómetaliga stóra avbjóðing.

Knútur Nygaard sigur, at tað er ongin ivi um, at tað einasta rætta er, at øll Suðuroyggin tekur lógvatak saman og fer eitt sterkt, felags, vinnufelag á føtur.

? Hetta fer at geva okkum munandi meiri vekt, tá ið oyggin skal førast fram í oljuvinnuni, bæði mótvegis landsins myndugleikum og mótvegis útlendsku oljufeløgunum. Hann sigur, at teir eru sannførdur um, at ongin er ov stórur, og ongin er ov lítil til at veita eini komandi oljuvinnu tænastur.

Hann heldur, at umframt oljuvinnuna, er tað sjálvsagt, at eitt slíkt felag eisini fer at berjast fyri at tann komandi oljufyrisitingin verður í Suðuroynni.

Knútur Nyggard sigur, at teir hava ásett innlimingargjaldið til 1.000 krónur fyri einstaklingar. Feløg millum tvey og fimm fólk betala 3.000 krónur og fyri feløg við fleiri enn fimm fólkum er innlimingargjaldið 5.000 krónur. Árliga limagjaldið er sett til 500 krónur.

Umframt vinnufeløgini er ætlanin at kommunurnar kunnutekna seg sum stuðulslimir.