væl at róta við maskinum. Eg havi mangan tonkt upp á, at lært til bilmekanikara ella maksinsmið. Men eftir at eg slapp at róta í maksinunum umborð á Tróndur í Gøtu, havi eg næstan avgjørt at fara at læra [...] línubátum. -Eg veit væl, at tað finnast fáar kvinnur í Føroyum, ið eru við línubátum. Eg kenni so onga. Men í Noregi eru fleiri, so eg dugi ikki at síggja nakað skeivt í, at kvinnur fara at sigla við línubátum [...] fegin hjálpa. Hon søkjur í hesum døgum eftir kjansi við báti, og hon er ikki bangin fyri at manna ein línubát. -Tað havi eg roynt. Eg var ein túr við West Freezer. Og hóast tað var hart, og eg fekk ein ryggskaða
neyðars fortapta sálin. Eg plagdi at siga við hann, at eina ferð skuldi eg dansa oman á grøv hansara, men eg meinti tað ikki. Hinvegin vistu vit bæði, at annað okkara fór at sleppa við lívinum, segði Natascha [...] Kampusch í samrøðu við eysturríkska sjónvarpið ORF í gjárkvøldið. Mong undraðust á, at Natascha Kampush valdi at fylgja Wolfgang Priklopil til gravar, men hon hevði eina frágreiðing. - Eg segði honum farvæl [...] átta ár sat hon fangi í einum kjallararúmi heima hjá honum, til hon tann 23. august í fjør slapp til rýmingar. Stutt eftir tók Wolfgang Priklopil lívið av sær. Nú eitt ár seinni harmast hon tað, sum hendi
gang. Hon kendi seg fremmanda. Hugurin leitaði heim til Skúvoyar. Nógv betur dámdi henni at ferðast í haganum har, tí har kendi hon seg heima? Sum hon stendur og hyggur at dansinum, hvøkkur hon við at hoyra [...] farnar at pynta seg til dans. Tær bóðu nú Rannvu koma við. Pápin játtaði og bað hana skikka sær væl. Komin til húsið, har dansurin var, bleiv hon mestsum ovfarin av øllum larminum. Hon var ikki von við so [...] minni væl, at tey trivust so har í oynni. Hann bar ótta fyri, at fólk fóru at finna út av, at Ragnar var hansara sonur, og at loyndarmálið, sum Rannvá ikki vildi siga nøkrum, tískil fór at verða uppklárað
gjørt. Í 1946. Eg hevði eisini nógv samskifti við Høgna - bæði munnliga og skrivliga - har eg royndi at fáa hann við í semjuna. Men hann vildi ikki víkja frá sínum argumentum. Og eg vildi ikki geva meg [...] stóran sum gjørligt. Tí stóðu øll á høvdinum fyri at fáa Høgna við. Hetta hevði við sær endaleysar tingingar í nevndini, har Høgni kravdi, at ymist skuldi vera akkurát eftir hansara høvdi. Hesar tingingar [...] krøv vóru so kryptisk, at tað vóru fleiri enn eg, ið høvdu ilt við at fylgja við. Til dømis máttu vit ikki áseta mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, um Føroya fólk ger av at skipa Føroyar sum ein
ofta tað ringa um hana og hava ilt við at ímynda sær, at hon eisini er ein mamma og ger nakað gott. - Eg veit væl, at eg havi ilt við at sannføra fólk um, at eg sigi sannleikan, og nógv fólk undrast stórliga [...] millum annað havt við sær, at eg varð biðin um at gevast á skúlanum, har eg gekk, og øll lýsingin av mær sum menniskja var fremmand og langt frá tí, sum eg í veruleikanum eri. Eg skilji væl, at bløðini vildu [...] frá, at hon hevur ikki smuglað hassj til Peter Lundin, soleiðis sum Se & Hør róði framundir. Um tað mundið, tá ið Lundin skuldi havt skrivað henni brævið um at skaffa sær hassj, hevði hon samband við fyrrverandi
sleppa inn i sín heim. Og innkomin mátti Katrin Ottarsdóttir sanna, at tað var ávíst, hon mátti lata sær lynda - At vera saman við Tóroddi merkir, at tú mást sættast við, at her gongur tíðin við tí ferð, sum [...] dagin, tú vilt hava tey at koma; men so koma tey tess sterkari tann dagin, tá tú ikki hevði roknað við nøkrum. Hon og leggur afturat, at saman við Tóroddi ber tað ikki til at spáa um nakað. Tóroddur sigur ikki [...] sum Tóroddur heldur, at hon skal ganga við. Ikki skjótt, ikki seint, men Tóroddurskt , sigur Katrin Ottarsdóttir og leggur afturat. - Tankar og hugskot koma, tá tey koma, kanska koma ongi orð tann dagin
Tennesee. ? Eg fái illa svara beint nú um eg ætli mær heimaftur til Føroya, tí eg eri eitt sindur í iva um tað, og kundi hugsað mær at komið heim at arbeitt, men eg veit ikki hvørjum tað endar við, og tað [...] seg gjørt, at sett innanoyggjaflúgving í verk, og bólkurin trýr so nógv uppá uppskotið, at hann hevur bjóðað sær til sjálvur at standa fyri. ? Eg havi eingi tøl at vísa á, men eg eri vísur, at tað ber til [...] brúkt mestu tíðina til at læra onnur at flúgva. Hann hevur tó eisini havt onkur arbeiði við flúgving sjálvur. ? Tað er munur á at undirvísa og at flúgva sjálvur, men mær dámar væl at verða flúgvilærari, sigur
sigur, at tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at Løgtingið skuldi fara í summarfrí týsdagin, 26. apríl og tí hevði hann ætlað sær av landinum í dag. - Men tíverri er Løgtingið ikki farið heim enn, men [...] hann legði eitt uppskot um at hava fólkaatkvøðu um málið. Men hann tók uppskotið aftur, tí hann metti, at tað var ikki undirtøka fyri tí. Hann staðfesti eisini, at hann fór ikki at seta samgonguna í vanda [...] tingi í dag. Men Heðin Mortensen leggur dent á, at tað er ikki nú brádliga, at hann hevur tikið avgerð um at fara uttanlands, og hetta er als ikki fyri at renna undan atkvøðugreiðsluni í dag. - Hetta er
felagið fer at brúka, tá skipini, sum felagið umboðar, koma higar til lands. - Tað verður ikki soleiðis, at vit fara at klára allar uppgávur sjálvi við nýggja bátinum, men loðs-og sleipibáturin fer at verða [...] komin við farmaskipi heim til Antwerpen, og fólk eru nú í Antwerpen, sum skulu sigla bátin heim til Føroya. - Vit hava fólk har niðri, og vit vóna, at klárt verður at loysa bátin í vikuni, sigur hon. Maria [...] okkara tænastuveitingum. Maria í Akrabyrgi, sum saman við Karl Erik Reynheim eigur og rekur Faroe Agency, sigur, at felagið framvegis fer at keypa sær tænastur kring um í Føroyum. - Vit hava keypt loðs-og
nógv um uppstilling og hon var komin til ta niðurstøðu, at fekk hon eina áheitan um at stilla upp, skuldi hon ikki bera seg undan. Men skuldi hon stilla upp, skuldi tað vera á heimplássinum, Suðuroynni [...] ið hon umhugsaði at melda seg úr tjóðveldisflokkinum. Hon váttar, at hon var so ónøgd við framferðina hjá tjóðveldisflokkinum í sambandi við samgongukreppuna, sum førdi til nývalið, at tankin um at melda [...] farin at spøkja. ?Eg havi altíð havt tað soleiðis, at eg eri ikki bangin fyri at siga mína meining, so eg duldi heldur ikki fyri míni misnøgd við tjóðveldisflokkin, tá ið Fregnir spurdi meg, hvussu eg helt