- Tað var synd í Wolfgang

Eitt ár eftir at hon slapp leys, heldur Natascha Kampusch, at tað var synd í manninum, sum burturflutti hana

- Tað var synd í honum og hansara neyðars fortaptu sál.

 

Natascha Kampusch var tíggju ára gomul, tá Wolfgang Priklopil burturflutti hana í Wien. Í átta ár sat hon fangi í einum kjallararúmi heima hjá honum, til hon tann 23. august í fjør slapp til rýmingar. Stutt eftir tók Wolfgang Priklopil lívið av sær. Nú eitt ár seinni harmast hon tað, sum hendi burturflytara sínum.

 

-Mær tykir synd í honu. Hann hevði tað ikki gott, tann neyðars fortapta sálin. Eg plagdi at siga við hann, at eina ferð skuldi eg dansa oman á grøv hansara, men eg meinti tað ikki. Hinvegin vistu vit bæði, at annað okkara fór at sleppa við lívinum, segði Natascha Kampusch í samrøðu við eysturríkska sjónvarpið ORF í gjárkvøldið.

 

Mong undraðust á, at Natascha Kampush valdi at fylgja Wolfgang Priklopil til gravar, men hon hevði eina frágreiðing.

 

- Eg segði honum farvæl, og hví skuldi eg ikki gera tað? Fyri meg var tað umráðandi, tí eg hevði ikki sæð hann á lívi, síðani eg rann burtur frá honum, segði Natascha Kampusch í gjárkvøldið.