Heðin Mortensen ikki á ting í dag

- Hann verður ikki við til at atkvøða um at samkynt hjúnalag í dag

Tað er nú greitt, at Heðin Mortensen, løgtingsmaður, verður ikki í Løgtinginum í dag, nú endalig avgerð skal takast um samkynd skulu sleppa at giftast í Føroyum.

 

Løgtingið samtykti uppskotið eftir midnátt týskvøldið, og tá varð Heðin Mortensen í miðdeplinum, tí hann legði eitt uppskot um at hava fólkaatkvøðu um málið.

 

Men hann tók uppskotið aftur, tí hann metti, at tað var ikki undirtøka fyri tí. Hann staðfesti eisini, at hann fór ikki at seta samgonguna í vanda í hesum málið, og hann atkvøddi eisini fyri at loyva samkyndum at giftast.

 

Men nú málið skal til endaligu viðgerðina í dag, verður Heðin Mortensen ikki í Løgtinginum.

Hann fer nevniliga av landinum í morgun og sostatt verður tað varamaður hansara, Hilbert Elisson í Vestmanna, sum tekur sæti á tingi í dag.

 

Men Heðin Mortensen leggur dent á, at tað er ikki nú brádliga, at hann hevur tikið avgerð um at fara uttanlands, og hetta er als ikki fyri at renna undan atkvøðugreiðsluni í dag.

 - Hetta er ein ferð, sum er fyriskipað fýri drúgvari tíð síðani, sigur hann.

 

Hann sigur, at tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at Løgtingið skuldi fara í summarfrí týsdagin, 26. apríl og tí hevði hann ætlað sær av landinum í dag.

- Men tíverri er Løgtingið ikki farið heim enn, men nú vendst ikki aftur, sigur løgtingsmaðurin.

 

Hann sigur, at hann er á veg til Írlands í eini samantvinnaðari arbeiðsferð og privatari ferð.

- Tað er ein ferð, eg havi raðfest, tí upprunaliga skuldi Løgtingið verið farið heim nú. Men hetta er ein raðfesting, eg standi eg við, hóast løgtingið ikki er farið til húsar enn, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at hann fer til Írlands, har Kamarkórið skal syngja á eini alheims kórkapping.

-  Tað er ein ferð, vit hava stuðlað og tí farið, men á ferðini skal eg eisini vitjað borgarstjóran í Cork.

 

Men hann leggur afturat, at samstundis fer hann at vitja sonin, sum býr í Cork, og sum hann ikki hevur sæð í rúma tíð.