Innanoyggjaflúgv í Føroyum ber til

Jan Lamhauge, flúgvilærari í USA, heldur tað ber til at skipa fyri innanoyggjaflúgvin í Føroyum

Jan Lamhauge, sum er ættaður av Glyvrum, fór í 1987 til USA fyri at fáa eina útbúgving sum flogskipari, og aftaná tað ætlaði hann sær heimaftur til Føroya.

Men tað gekk øðrvísi, og nú er hann búsitandi í amerikansku statunum á 11. ári og arbeiðir sum flúgvilærari.

? Eg kundi verið farin til Danmarkar fyri at fáa útbúgvingina, men eg valdi USA, tí tað var nógv bíligari har.

Jan tók gjørdist flogskipari við instruktørloyvi, og síðani hevur hann brúkt mestu tíðina til at læra onnur at flúgva. Hann hevur tó eisini havt onkur arbeiði við flúgving sjálvur.

? Tað er munur á at undirvísa og at flúgva sjálvur, men mær dámar væl at verða flúgvilærari, sigur Jan Lamhauge.

Orsøkin til at Jan ikki kom heimaftur eftir lokna útbúgving var, at hann fann sær eina gentu yvir í USA, og nú er hann giftur, eigur tríggjar døtur, og er búsitandi í einum lítlum býi uttan fyri Memphis í Tennesee.

? Eg fái illa svara beint nú um eg ætli mær heimaftur til Føroya, tí eg eri eitt sindur í iva um tað, og kundi hugsað mær at komið heim at arbeitt, men eg veit ikki hvørjum tað endar við, og tað veldst eitt sindur um hvat hendir innan flúgving í Føroyum næstu árini, sigur hann.


Dreymur um at flúgva

Tað var ikki av tilvild, at Jan Lamhauge endaði sum flogskipari.

Tað var meiri ein barnadreymur sum gjørdist veruleiki.

? Tað hevur altíð verið ein dreymur hjá mær at blivið flogskipari. Síðani eg havi verið ungur drongur, hevur mær longst eftir at sleppa at flúgva.

? Tað er ikki nakar gandur við flúgving, men eg havi bara altíð havt stóran áhuga fyri tí. Tað er rætt og slætt ein barnadreymur, sum gjørdist veruleiki, tá eg bleiv flogskipari.

Jan Lamhauge arbeiðir nú fyri seg sjálvan, og sjálvt um hann býr í einum lutvíst lítlum býi, hevur hann støðugt arbeiðið, og í løtuni bíða fimm næmingar eftir honum í USA:

? Eg kann geva undirvísing í flúgving við einum ella tveimum motorum, og næmingarnir kunnu eisini taka tað vit kalla instrumentprógv hjá mær. Tað er tað truplasta at fáa.

Jan hevur ikki sítt egna flogfar, men leigar eitt, sum hann brúkar til undirvísingina og til sína egnu flúgving.


Innanoyggja-

flúgving ber til

Jan Lamhauge er sannførdur um, at tað letur seg gera at seta innanoyggjaflúgving í gongd í Føroyum, soleiðis sum prátið hevur verið seinastu tíðina.

Ein bólkur av privatum hevur gjørt eitt uppskot til landsstýrið um hvussu tað kundi latið seg gjørt, at sett innanoyggjaflúgving í verk, og bólkurin trýr so nógv uppá uppskotið, at hann hevur bjóðað sær til sjálvur at standa fyri.

? Eg havi eingi tøl at vísa á, men eg eri vísur, at tað ber til. Onkur sigur, at tað fer aldrin at ganga, tí føroyingar eru bangnir fyri at flúgva. Men tað er ikki rætt, og prógvið fyri tí er at finna í Vágum, har ferðslan er sera stór.

? Eg ivist onga løtu í, at føroyingar høvdu brúkt flogfarið um tað kom, og at tað hevði borið til at fingið tað at borið til fíggjarliga.

Ein av stóru fyrimunum við eini flogrutu er sjálvandi nógva tíðin, sum er at spara.

? Alt gongur so skjótt fyri seg í dag við internetið og email, so tað hevði verið heilt í trá við hesa gongd, at havt innanoyggjaflúgving. Tað tekur tveir tímar og eitt korter at koma úr Havn til Suðuroyar við Smyrli. Í góðum vindi hevði tað tikið eitt korter at flogið sama teinin, sigur Jan Lamhauge.


Lætt at finna hóskandi flogfar

Uppskotið, sum hevur verið frammi, mælir til at brúka ein vatnflúgvara, sum kann seta seg á firðum og vøtnum.

? Eg kann gott ímynda mær eitt flogfar, sum hevði passað væl til føroysk viðurskiftið. Tað skuldi verið eitt ein motora vatnflogfar, sum tók eini 10 fólk, og har tað eftir stuttari tíð skuldi borið til, at tikið setrini úr og brúkt tað til fram. Eitt slíkt flogfar kostar eina hálva millión dollarar yviri í USA, sigur Jan Lamhauge.

? Flogfarið hevði verið lætt at funnið, og tað skuldi bara havt nakrar góðar fiðrir ella vøtn at lent á. Tað hevur verið nevnt at á Kaldbaksfirði, og tað haldi eg er eitt gott hugskot.

Bólkurin av privatum, sum kom við uppskotinum, hevur eisini gjørt uppskot til ferðaætlan, og eftir henni skal flogfari flúgva millum Havnina og Suðuroy, og Havnina og Vágarnar. Gerandisdagar skal flogfarið flúgvar tríggjar túrar millum Havnina og Suðuroy, og somuleiðis tríggjar túrar millum høvuðsstaðin og Vágarnar. Leygardag og sunnudag skal ein túrur verða til Suðuroyar og tríggir í Vágarnar.


Nógv ár liðin

Jan Lamhauge er ættaður Á Glyvrum, og hann hevur verið heima og vitjað skyldfólk, sum hann ikki hevur sæð í nýggju ár.

? Tað eru ov nógv ár síðani, at eg var heima, og tað ganga ikki nýggju ár til eg komi aftur, tað kann eg lova. Eg havi abba og ommu á Glyvrum, men nógv av mínari familju býr nú í Danmark.

? Tað er nakað heilt serligt at verða heima eftir so nógv ár. Eg havi ikki sæð vinir og skyldfólk í 9 ár, og tey eru øll broytt. Tað er umhvørvið eisini. Her eru nýggj hús og tað sær eitt sindur øðrvísi út, enn tá eg fór avstað.

Jan Lamhauge var einsamallur á vitjan hesaafrð, og hann er farin aftur til USA, har hann stórtrívist millum amerikanarar

? Fólkið í USA er ógvuliga fyrikomandi og blítt, og eg havi altíð trivist sera væl millum tey, sigur hann.

? Eftirnavnið hjá mær ger, at eg ofta skal greiða frá hvaðani eg eri. Tá havi eg høvi at fortelja um mítt heimland, men tað kann gerast eitt sindur troyttandi altíð at skulu gera tað. Konan hevur sama trupulleika, tí hon hevur fingið sær mítt eftirnavn.