Í fjør gjørdist ein ung føroysk kvinna stóra søgan í donsku miðlunum. Havnadaman Mariann Poulsen gifti seg við fongslaða drápsmanninum Peter Lundin, og so var tað næstan sjálvsagt, at sambandið millum vøkru føroysku kvinnuna og ræðandi dansk-amerikanska drápsmannin var forsíðustoff hjá tabloidbløðunum.
Giftarmálið, sum vardi styttri enn tey flestu, ekkóaði land og ríkið runt. Og Mariann Poulsen er ikki heilt gloymd – hon kann framvegis verða ein áhugaverd søga í donskum – ja, helst eisini føroyskum - miðlum. Tað upplivdi hon nú um dagarnar, tá ið litaða vikublaðið Se & Hør legði hana undir at smugla hassj inn í fongslið til fyrrverandi mannin.
Søgan varð bygd á eina lepa, sum Peter Lundin skuldi havt sent Mariann. Har bæð hann hana taka hassj við til sín. Men tað var nú absolut einki prógv um, at Mariann veruliga hevði gjørt tað, og Se & Hør mátti so pent taka søguna aftur, eftir at hon varð prentað.
Seinasti túrurin í miðlamylluni fekk Mariann Poulsen at gera bart við einum opnum skrivi, sum hon hevur lagt á nýggju heimasíðuna kandetpasse.dk. Hendan heimasíðan tekur ímóti rættingum og glepsum frá kendum dønum, sum halda seg verða illa viðfarnar ella skeivt endurgivnar í donskum miðlum.
Fólk hugsa sítt
Mariann Poulsen greiðir í skrivinum frá, at hon hevur ikki smuglað hassj til Peter Lundin, soleiðis sum Se & Hør róði framundir. Um tað mundið, tá ið Lundin skuldi havt skrivað henni brævið um at skaffa sær hassj, hevði hon samband við fyrrverandi mannin fyri at fáa hjúnarskilnaðarpappírini undirskrivað.
- Øll søgan byggir á eina lygn. Ett bræv, sum skuldi sendast til mín, kom ongantíð fram, men endaði í fjølmiðlunum, og tað bygdi Se & Hør sína søgu á. Men eg havi eg ikki fingið brævið, og hevði eg fingið tað, hevði eg ikki smuglað nakað hassj í fongslið, sigur Mariann Poulsen.
- Eg veit væl, at eg havi oddsini ímóti mær. Ein og hvør, sum lesur eina slíka søgu sum hana hjá Se & Hør, hugsar ivaleyst, at hatta má passa. Eg gifti meg við Peter Lundin, og eg kann ikki rættiliga seta orð á, hví eg gjørdi tað. Men eg var hugtikin av einum persóni og elskaði hann, hóast eg visti um hansara illgerðir.
- Tí er tað trupult hjá mær at fáa fólk at lurta, men eg vil gjarna hava sannleikan fram, og eg havi ikki smuglað rúsevni fyri Peter, sigur Mariann Poulsen.
Siga einki av tí góða
Mariann Poulsen heldur, at fólk hugsa ofta tað ringa um hana og hava ilt við at ímynda sær, at hon eisini er ein mamma og ger nakað gott.
- Eg veit væl, at eg havi ilt við at sannføra fólk um, at eg sigi sannleikan, og nógv fólk undrast stórliga á tað, sum er hent, men tað geri eg í grundini eisini. Mítt hjúnarband við Peter Lundin var óumhugsað, men tað merkir ikki, at alt síðani eisini er tað.
- Mínar gerðir hava havt stórar avleiðingar, og tá ið ein slík søga kemur í bløðini omaná tað heila, ávirkar tað meg og tey rundan um meg. Eg hevði aldrin ímyndað mær, at pressan skuldi fáa so stóra ávirkan á mítt lív, men maktin hjá teimum er stór, sigur Mariann Poulsen.
- Umrøðan, sum eg fekk eftir giftarmálið við Peter Lundin, hevur millum annað havt við sær, at eg varð biðin um at gevast á skúlanum, har eg gekk, og øll lýsingin av mær sum menniskja var fremmand og langt frá tí, sum eg í veruleikanum eri. Eg skilji væl, at bløðini vildu skriva søguna, tí hon var góð, men tað var eyðsýnt, at tað var eingin objektivitetur í skrivingini, og viklingin varð gjørd frammanundan.
Mariann Poulsen heldur, at bløð tilvitað hava valt og vrakað, so hon ikki skuldi virkað sympatisk.
- Flestu myndirnar av mær hava verið av einum ávísum slagi – antin havi eg havt eina sigarett í hondini, verið troytt ella fangað eina býttisliga løtu. Bakgrundsupplýsingarnar eru sorteraðar, og mín fortíð sum sjálvboðin og vælgerandi felagsskapum, mín lestur á universiteti og mítt lív sum mamma er vinklað ella tikið burtur, sigur Mariann Poulsen.
Mariann Poulsen fekk eina umbering frá Se & Hør fyri greinina, blaðið hevði um hana, og sambært Mariann Poulsen hevur hon eisini fingið boðið 20.000 krónur í endurgjaldi frá blaðnum.