Faroe Agency, sum umboðar nógv útlendsk skip í Føroyum, hevur nú latið byggja ein loðs-og sleipibát, sum felagið fer at brúka, tá skipini, sum felagið umboðar, koma higar til lands.
- Tað verður ikki soleiðis, at vit fara at klára allar uppgávur sjálvi við nýggja bátinum, men loðs-og sleipibáturin fer at verða partur av okkara tænastuveitingum.
Maria í Akrabyrgi, sum saman við Karl Erik Reynheim eigur og rekur Faroe Agency, sigur, at felagið framvegis fer at keypa sær tænastur kring um í Føroyum.
- Vit hava keypt loðs-og sleipitænastur frá ymiskum veitarum, og tað fara vit eisini at gera í framtíðini.
Hon sigur, at hóast felagið nú fær nýggjan loðs-og sleipibát, fer felagið ikki at røkka øllum uppgávum einsamalt.
Nýbygningur
Loðs-og sleipibáturin hjá Faroe Agency, sum er smíðaður í Istambul í Turkalandi, er komin við farmaskipi heim til Antwerpen, og fólk eru nú í Antwerpen, sum skulu sigla bátin heim til Føroya.
- Vit hava fólk har niðri, og vit vóna, at klárt verður at loysa bátin í vikuni, sigur hon.
Maria í Akrabyrgi sigur, at nýggi loðs-og sleipibáturin er nakað hægri bygdur enn eitt nú Pressarin hjá MEST, sum felagið plagar at brúka, og nýggi báturin hevur eisini góða maskinkraft.
- Karl Erik Reynheim hevur alt data um nýggja bátin, og tá hesin kemur heim til Føroya, verður neyvari upplýst, hvussu nýggi báturin er útgjørdur, sigur fryntligi stjórin hjá Faroe Agency, Maria í Akrabyrgi.