Tvær ferðir mátti løgreglan vísa fólki burtur

Løgreglan tók í gjár tveir bilførarar fyri at koyra so mikið skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið.

Løgreglan var tvær ferðir í gjár boðsend at burturvísa fólk, sum órógva.

Annað málið var á einum bústaði, har fólk óttaðust ein persón, sum var komin á gátt. 

Hitt málið var úti á Landssjúkrahúsinum í gjárkvøldið, har ein persónur, sum var ávirkaður av rúsdrekka, órógvaðu so mikið, at tey valdu at ringja eftir løgregluni fyri at fáa persónin út.

Í báðum førum vóru persónarnir burturvísir uttan at fáa bót.

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Løgreglan tók í gjár tveir bilførarar fyri at koyra so mikið skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið.

Teir vórðu máldir at koyra ov skótt á landsvegnum í Sandavági, har mest loyvda ferð er 80 km um tíman. Teir koyrdu ávikavist 107 og 108 km um tíman

Í báðum førum var tað Vágum