sálarligt og kropsligt sikti. Og hóast Kristine Hestbech er prestur, og leggur dent á kristna boðskapin og innihaldið, er tað ongin loyna, at ein pílagrímsferð eisini er ein ferð út úr gerandislívinum og inn [...] Aleina og saman Tær báðar greiða frá, at á eini pílagrímsferð gongur tú ein langan túr saman við øðrum pílagrímum. Tit ganga allan dagin og hava mat og vatn við til ferðina. Um kvøldið verður etið og gist [...] nógv um at vera, og livir eitt sera útvent lív. Hetta ger, at vit sjáldan hava tíð til bara at vera og at kenna lívið, sigur hon. Og skoytir uppí, at pílagrímur merkir “fremmandur”, og pílagrímsferðin er
hann fór úr klokkarastólinum og upp á loft at sita við elektriska orglið. ##med7## Her niðri í kirkjuni hevur Dánial nú betri møguleika at skoða og hugsa um ta framúr vøkru og enn meiri sigandi altartalvuna [...] er í hansara stað. Tað er lýtt og fjálgt inni í hesi hugnaligu bygdarkirkjuni. Sálmarnir eru komnir upp at hanga, og nú skulu tey bæði stóru ljósini á altarinum tendrast. Og so var okkurt smáting aftrat [...] luttaka í bønini og lurta eftir prædikuni frá presti ella dekni, er nakað sum gevur hesum degi eitt gott innihald og meining. Ein teirra, sum so avgjørt kemur undir henda trygga og siðbundna vanan er
týðuliga og greitt, hvørjir næmingar sleppa inn á hesar skúlar, og sambært hana sleppa næmingar úr 7. flokki als ikki inn ánevndu skúlar. Skulu teir tað, mugu lógirnar fyri áðurnevndu skúlar broytast. Og sp [...] verður mangastaðni arbeitt sum best ber til, og nýggju lærugreinirnar, ið skuldu verið sera spennandi bæði fyri næmingar og lærarar, verða við sviðið soð, og áhugin og virðingin fyri teimum fellur. Nýggja f [...] í. Skúla- og mentanardeild landsstýrisins skuldi, umframt at givið lærarum upplýsing um lógina, eisini vent sær til teir kommunalu myndugleikarnar í Føroyum ? kommunur og skúlanevndir ? og kunnað tey
landið yvir og betalti fyri alt, vísir hann á. – Tað kundi tí verið áhugavert at fingið at vita, hvussu nógv Hvalbiar kommuna betalti í tunlinum og síðani renturokna og prístalsregulera tað, og so sent ta [...] sum ferðslan er økt og er vorðin tyngri, hava fólk í ávísan mun gjørt vart við støðuna tey seinastu 20 árini ella so. - Nógv brøv eru farin higani frá og til landsins myndugleikar, og øvugt, kanska mest [...] mest tá tíðirnar vóru góðar. Men so skiftir aftur, og so tosar ein um kreppu ein dag og yvirupphiting tann næsta. Og soleiðis hevur tað gingi øll hesi árini. - Men eg seti ofta mær sjálvum tann spurningin
ungfólk, ið høvdu dirvið og áræðið til at luttaka í kappingini. Genturnar vóru 16 í tali, meðan dreingirnir vóru 7. Luttakarar komu heilt suðuri frá Hvalba og norðuri úr Klaksvík, eins og miðstaðarøkið eisini [...] ið sita har, stillar seg frammanfyri dómarunum og smílist enn einaferð, áðrenn hon vendir bakið til og gongur av pallinum. Soleiðis skal tað gerast, og tað vistu hinir 22 luttakararnir eisini, ið komu [...] heilt vist, at allir luttakararnir vístu stórt dirvi og sjálvsálit, og eingin teirra smæddist burtur ímillum inni á pallinum, hóast nógv fólk stóðu og hugdu at. Greitt var eisini, at tað fór ikki at vera
Silvurbrúdleyp Týsdagin 4. juli hava Asta og Magnus Johannesen í Vestmanna silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin heima fríggjadagin 7. juli frá kl. 17.00. 10. juli hava Dania og Jens Erik Magnussen, Miðvági, si [...] okkum við at koma, verða biðin um at siga frá áðrenn 10. juli á tlf. nr. 371637 og 284037. Mánadagin 31. juli hava Henny og Óli Karl Olsen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum [...] Brúdleyp 8. juli giftast í Tokyo Hallur Mortensen, Hoyvík og Shino Kadotani, Atsugi, Japan. 8. juli giftast í Øse kirkju Hildigerð Johansen, Argir og Thomas Nielsen, Herning. Veitslan verður fyri innbodnum
Sigurðsson og norska søgu- og málfrøðinginum P. A. Munch vunnu frama til eina rættskriving, sum V. U. Hammershaimb kom til at bera kannuna av - ein stavsetingarhugsjón, sum bæði hann og vinmaður og andsfelagi [...] lív og fosturlandsalsk í Föringar, og tað kundi verið, at um hann var burtur, so einki Föringafelag var til enn. Takk skulu vit siga honum fyri alt, hann hevur gjørt og viljað gjørt fyri Förjar og Föringar [...] doktaraheiti og altjóða viðurkenning. Men dr. Jacobsen var ikki bara tann kønasti bæði í føroyskum og í fornmálinum, soleiðis sum Chr. Matras eisini lýsir hann, men við fronskum máli sum hjágrein og so væl fyri
fimm búplássum og tveimum umlættingarpláss, og er ætlaður fólki frá 18 ára aldri og upp til fólkapensjónsaldur. Avbjóðingarnar kunnu verða av ymiskum slagi, og hetta ger, at námsfrøðilig og heilsufrøðilig [...] fyri suðuroyingar og Suðuroynna, at vit nú kunnu veita fleiri tænastur til fólkini her suðuri. Vit vita ikki hvussu lív og lagna laga seg. Dagurin og lívið kann skjótt broytast – og vit kunnu øll koma [...] hálvan oktobur 2023 og í dag kunnu vit hátíðarhalda, at hesin snotiligi bygningur er tikin í nýtslu, og fyrstu fólkini eru komin inn – og fyrstu starvsfólkini sett. Sílá er bú- og umlættingarstovnur við
Spæla spøl, telva, chatta, tekna og samskifta. Brúka telduna til at gera film og tónleik, og sikkurt alt møguligt ónærisligt. Og øll hesi børn tosa føroyskt, danskt og engskt sum einki. Kanska fortelur [...] fíggjarliga sæð, og vit hava hópin av útlegds-intelligentsi, ið bert bíðar eftir einum kjansi fyri at sleppa heim. Andsøgnin millum politikkara-teori (pisa-kanning) og veruleika tykist stór. Og við tað í huga [...] frægt sum at svara. Og tey eldri stóðu eftir við opnum munni stóðu bert og gapaði. Ungdómsuppreisturin var byrjaður. Eitt paradigmuskifti er, sum tá listamálarar fara frá realismu og yvir til surrealismu
afturi ímóti útstoytinum og dampinum. Sámal stýrir, Bergur tekur og eg taki úr og skrædli. Alt gongur hond í hond. Nakrir fuglar eru at síggja á sjónum í ein landnyrðing úr Ennibergi, og nú er heldur slættari [...] spentur, ger seg kláran. Hann lyftir glúpinum, rykkir og skrykkir í eina løtu. Hyggur ? og sær, at her hevur onkur spælt hund! Temperamentið er gott, og meðan nátungin fer aftur við borðinum, rykkir hann [...] gongur úr Havn og norður til Gøtu, har 35-fót stóri glastrevjabáturin hjá Mannbjørn liggur. Ein nátadagur liggur fyri framman. Skiparin, Sámal Petur, verður heintaður í Søldarfirði, og síðan koyra vit