Fuglaveiða
Tað er leygarmorgun. Klokkan er júst farin av 05. Leiðan gongur úr Havn og norður til Gøtu, har 35-fót stóri glastrevjabáturin hjá Mannbjørn liggur. Ein nátadagur liggur fyri framman. Skiparin, Sámal Petur, verður heintaður í Søldarfirði, og síðan koyra vit tríggir norður til Gøtu. Lagið er gott. Hetta verður helst einasti nátadagurin á hesum sinni. Aðrar daga fer neyvan at liggja fyri. Vit báðir, sum koma úr Havn, eru til arbeiðis hvønn yrkadag ? annar á Brennistøðini; hin á blaðnum, tit nú sita við. Um nakrar dagar fer Sámal Petur umborð á Sam at vera skipari.
Lotið kennist frískligt, tá ið vit fara út úr bilinum á bryggjuni í Gøtu. Hann er útnyrðingur í ættini. Veðurmaðurin hevur sagt hampiligt veður, 5-10 metrar um sekundið og frískari lágættarlot út á seinnapartin. Kanska verður ein glott millum ættarskiftini.
Oljan verður kannað. Tað er neyðugt, tá ið motorurin er heilar 360 hk. Nógv verður brent ein heilan dag ? við einum slíkum "oksa" sum drívmegi.
Tá ið vit loysa, eru 750 litrar á tanganum!
Leiðin ber úteftir Gøtuvík, og síðan verður snarað norður í Leirvíksfjørð.
Veðrið er hampiligt.
Komin norður í Djúpini, fer útnyrðingurin at gera meira um seg, tó ikki so, at tað bilar.
Uppi undir Kalsoynni situr fuglur í flokki, men tá ið vit nærkast, fer alt á flog.
Komin longur norður, detta vit á onkran einstakan nátunga, men her er einki tal at tosa um. Vit fáa onkran einstakan fugl; aðrir taka seg undan okkum, tá ið vit nærkast og lætta sær á, áðrenn glúpurin røkkur.
Hóast báturin er stórur og rúmligur, rullar illa. Tað sær einki serligt út hjá okkum.
Vit stevna norður ímóti Ennibergi, einar 2-3 fjórðingar úr landi. Kanska verður slættari, tá ið vit koma eysturum.
Lítið er at taka, og undan fríska lotinum fylgir roykurin úr útstoytinum við okkum.
Matarlystur er eingin ? og bert skiparin er førur fyri at vera inni í húsinum.
Sjóverkur er farin at gera um seg. Men tað gongur so dánt við at halda spýggjuni aftur.
"Fert tú ikki at fáa tær ein bita at eta, Bergur?", sigi eg argandi av og á.
Hugurin hjá mær at festa mær í er líka lítil, sum hjá Berguri at fáa sær ein breyðbita, nú so lítil havhestur kortini er at síggja.
Og útstoytsroykurin fylgir okkum framvegis sum ein marra?
Sunnudagur er í morgin, og vit hava gjørt av, at fuglurin, vit fáa, verður skrædlaður. Tá ið vit koma aftur at landi, er eingin royting, svíðing og reingerð at hugsa um.
Tey gomlu høvdu sagt, at hetta er at oyðileggja fuglin, og hetta er eisini fyrstu ferð, eg havi verið við til at skrædla heldur enn at royta.
Men skal roytast, er neyðugt við neysti ella skúri, og slíkt høli hava vit ikki biðið um nakrastaðni.
Fuglurin, sum kemur inn um lúnningina, verður skrædlaður uppi á einum fiskakassa, sum stendur heilt afturi ímóti útstoytinum og dampinum.
Sámal stýrir, Bergur tekur og eg taki úr og skrædli. Alt gongur hond í hond.
Nakrir fuglar eru at síggja á sjónum í ein landnyrðing úr Ennibergi, og nú er heldur slættari.
Menn eru við at gerast hugagóðir, og sjóverkurin ger minni um seg.
Matarlysturin er komin aftur, og somuleiðis hugurin at festa sær í.
Tað er bara ov lítið at taka. Rúgvan veksur nakað, men tað gongur ov seint.
Tá ið glúpurin ikki er virkin, liggur hann niður yvir ein stólpa har afturi í bátinum. Meðan Bergur eina løtu vendir sær burtur, taki eg og snari eitt gummiband av einum kassa gjøgnum ein mesk, so glúpurin verður fastur.
Hvat fer nú at henda, tá ið næsti fuglur er at borði?
Nú nærkast ein nátungi og Bergur, sum altíð er ógvuliga spentur, ger seg kláran.
Hann lyftir glúpinum, rykkir og skrykkir í eina løtu. Hyggur ? og sær, at her hevur onkur spælt hund!
Temperamentið er gott, og meðan nátungin fer aftur við borðinum, rykkir hann so fast í, at glúpurin, sum er úr timbri, kvettist av um miðjuna.
Og har liggja vit so ? á bestu nátaleið í ein landnyrðing úr Ennibergi og við brotnum glúpi.
Eingin eyka glúpur er í bátinum.
Í neyðini kemur eitt kustaskaft okkum til hjálpar.
Eg, sum taki ábyrgdina á mína síðu, fari alt fyri eitt undir at surra glúpin saman aftur. Kustaskaftið verður surrað upp á brotnu endarnar, og skjótt er glúpurin heilur aftur.
Kanska var hann ikki so arbeiðsligur, sum tá ið hann var heilur, men hann helt uttan hóvasták allan túrin.
?
Longur eystur, vit komu, betur vóru líkindini á sjónum. Sjógvurin var slættari, og lotið minni. Staddir einar 7-9 fjórðingar eystur úr Fugloynni nakað út á seinnapartin, var fínasta veður, men alt ov lítil náti at síggja. Langt var ímillum teir.
Vit leggja leiðina norðureftir aftur. Kanska er slættir nú.
Í ein landnyrðing úr Ennibergi er fitt av fugli, og veðrið er gott.
Tað mest at kalla blikar?
Nakað rúgvast upp í bátinum, men ikki soleiðis, at tað munar til ein góðan nátadag.
Vit hava stívliga hundrað, nú komið er langt út á seinnapartin.
Mala aftur og fram her eysturi ein tíma ella báðar tveir, til tíð er at venda vestur yvir aftur.
Avgerð verður tikin um, at vit fara at landi sama veg, sum vit fóru út, nevniliga gjøgnum Djúpini, suður í Leirvíksfjørð og síðan inn um Gøtunes.
Onkur fuglur verður tikin vestureftir, og tá ið tað er farið at skíma, telja vit fongin ? 171 í tali.
Ikki nógv, men heldur ikki miseydnað.
Túrurin gjøgnum Djúpini verður sigldur í bølamyrkri, men tað gongur rímiliga skjótt, tí viðrák er.
Um 23-tíðina leggja vit at landi í Gøtu.
Fuglurin verður fingin uppi baljur, og báturin verður vaskaður.
Fólk eru fyri okkum á bryggjuni við pannukøkum, sum koma væl við eftir ein so langan nátadag, sum byrjaði við heldur ruskutum høgættarveðri, men endaði við lítlum lágættarloti.
Tann einasti nátadagurin í hesi vertíðini.