Hvalba: - Tað burdi verið so einfalt at tikið eina avgerð um ein nýggjan tunnil. Men her fáa vit ikki stórvegis stuðul frá landsins myndugleikum, slær Niels Olaf, sum eisini er bygdaráðslimur í Hvalba. fast.
Bæði hann og hundraðstals onnur fólk skulu hvønn einasta dag koyra gjøgnum henda tunnilin, sum varð gjørdur í 1963. Nú hava tey fingið at vita frá landsstýrinum, at ætlanin um nýggjan Hvalbiartunnil er skotin út í minst fimm ár aftrat, heilt til 2016.
Hetta er fallið mongum hvalbingi og mongum sandvíkingi fyri bróstið.
- Hetta er einki minni enn ein niðurgerð og ein gíðslatøka av einum parti av landinum, sum haraftrat er afturútsigldur, sigur Niels Olaf avgjørdur. - Eg vóni ikki at tað er ov leingi at bíða líka til 2016.
Hann vísir á, at teir einaferð tosaðu um at byrja í 2011. So bleiv tað til 2013, og nú altso enn longur út, samstundis sum tunlarnir eldast ár undan ári.
- Nei, eg vóni ikki at tað er ov seint, tí vandin er altíð fyri at okkurt álvarsamt kann henda. Hetta málið hevur í øllum førum skund.
Tons undir lofti
Liðin eru brátt 50 ár síðani tunnilin til Hvalbiar varð skotin ígjøgnum, og tað á fyrsta sinni bar til at koyra til Tvøroyrar.
Tá var talið av bilum ikki serliga stórt, og teir vóru eisini av øðrum kaliber enn í dag. Men nú er mangt sum bendir á, at hann hevur tænt fyri seg.
Í einum lesarabrævi hevur sami Niels Olaf víst á, at tað er ikki gott at vita, hvussu nógv 100 tons ið sita leys undir tunnilsloftinum og kanska detta niður ein dag.
- Eg eri ikki serfrøðingur á økinum. Men eg kundi eisini hugsað mær at vita, hvønn skaða ið frostið hevur gjørt og framvegis ger á báðar tunnilsmunnarnar.
- Har er loftið haraftrat tunt, og tí eru hetta viðurskifti, ið eingin kann útgreina til fulnar ella garantera uppá nakran sum helst máta, vísir hann á. – Eg trúgvi bara, at tað er "Onkur" sum heldur hondina yvir okkum. Tað er tað sum eg gangi út frá.
Samstundis sum ferðslan er økt og er vorðin tyngri, hava fólk í ávísan mun gjørt vart við støðuna tey seinastu 20 árini ella so.
- Nógv brøv eru farin higani frá og til landsins myndugleikar, og øvugt, kanska mest tá tíðirnar vóru góðar. Men so skiftir aftur, og so tosar ein um kreppu ein dag og yvirupphiting tann næsta. Og soleiðis hevur tað gingi øll hesi árini.
- Men eg seti ofta mær sjálvum tann spurningin, hvar samvitskan er hjá hesum ábyrgdarpersónunum.
Bundin
Fyri Niels Olaf er eingin ivi um, at hesin tunnilin sum tann elsti í kongaríkinum, bæði má og skal dagførast til tørvin í 2011.
Hann hevur tí í talu og skrift gjørt vart við hesa støðuna, og tað ger hann fegin enn einaferð, nú umboð fyri Oyggjablaðið hava sett honum stevnu við tunnilsmunnan Hvalbiarmegin.
- Hetta má gerast nú, ongatíð ov skjótt, er hansara greiða útmelding til landsins politikkarar.
Eftir hansara sannføring er nógv ið talar fyri eini slíkari dagføring: Ein stór og ein minni bygd eru fullkomuliga bundnar at hesum sambandinum; í Hvalba er nógv virksemi á flakavirkinum; fleiri fólk norðanfyri arbeiða aðrastaðni í oynni; fleiri fólk koyra til Hvalbiar at arbeiða; og rættiliga nógvur tons av fiski verða koyrd bæði til Hvalbiar og frá Hvalba.
- Skal ein tí tosa um at framhaldandi menning, er neyðugt at vit fáa ein størri og tryggari tunnil sum skjótast.
Kommunan rindaði fyri tunnilin
Tað er ikki bert í Hvalba at fólk hava ynski um tunnil. Bæði fólk á Viðareiði, Tjørnuvík, í Svínoy og aðrastaðni hava sama ynski.
Fyri mong kann tað tykjast, sum um øll hesi ynskini verða sett upp ímóti hvørjum øðrum. Men tað ynskir Niels Olaf ikki at gera.
Hann vísir kortini á ein avgerandi mun á teimum tunlunum, sum vórðu gjørdir í 60'unum – teir báðir tunlarnir á Borðoynni og teir báðir í Suðuroynni.
Tá tunnilin til Hvalba varð gjørdur, var hann ikki bert fíggjaður av landskassanum. Hvalbiar kommuna fíggjaði tá sjálv ein part av arbeiðinum.
- Men tá tunlarnir á Borðoynni vórðu gjørdir, tók landið yvir og betalti fyri alt, vísir hann á. – Tað kundi tí verið áhugavert at fingið at vita, hvussu nógv Hvalbiar kommuna betalti í tunlinum og síðani renturokna og prístalsregulera tað, og so sent ta rokningina norðurum.
- So høvdu vit fingið ein, kanska tveir nýggjar tunlar fyri tann peningin.
Gloym alt um samanlegging
Sandvík og Hvalba eru avskorin, í ein stóran mun, frá restini av Suðuroynni.
Farleið okkara er alt ov lítil og ótrygg, á allan hátt. So leingi, ið eingin nýggj tunnel er millum Trongisvág og Hvalba, skal landsstýriskvinnan, í/við innlendismálum, gloyma alt um at leggja kommunurnar Suðuroynna saman.
Fólkið í Hvalba og Sandvík fer ikki at góðtaka at leggja saman við einum parti, ið tey, grundað á farleiðina, ikki føla seg vera ein part av.
(Brot úr lesarabrævi hjá Niels Olaf Eyvindsson á Suðurrás)
Uppskot um nýggja farleið
Á fundið í Innlendismálaráðnum 3. november í fjør fekk Annika Olsen, landsstýriskvinna í Innlendismálum handað eitt annað uppskot uppá nýggjan tunnil millum Trongisvág og Hvalba.
Tað var Hvalbiar Kommuna, sum hevði fingið gjørt eitt uppskot við linjuføring og kostnaðarmeting.
Eftir ætlan skal tunnilin fara inn áleið við Sterling í Trongisvági og síðani koma út aftur beint innanfyri Káragjógv í Hvalba.
Hvalbiar Kommuna hevur fingið eina fyritøku at gera eina kostnaðarmetign at gera hesa linjuføringina, sum verður umleið 3300 metrar til longdar. Og metingin ljóðar uppá 150,7 mió krónur Tá er alt íroknað í tunlinum.
Hvalbiar Kommuna heitti á landsstýriskvinnuna um at arbeiða við at fáa hetta uppskot fram so skjótt til ber, tí verandi støða er ótolandi fyri hvalbingar og vinnulívið í bygdini.