Pisa og fuckfingurin

Spurningurin ber svarið í sær. Spyrt tú býtt, fært tú eitt býtt svar. Okkurt bendur á, at ungdómurin ikki tímir at spæla spælið. Klók fólk greiða frá í fjølmiðlunum, at úrslitið helst verður frægari í komandi kanningum  børnini mugu læra at taka kanningarnar í álvara. Landsins heiður og æra stendur uppá spæl.

Tønnes Mikkelsen
Langasandur

Dagsins gandaorð er evaluering, eitt fornemt orð fyri eftirmeting. Ein eftirmeting botnar í ynskið um kontroll. Av tí at alt í dagsins samfelag verður rokna í krónum og oyrum, gangur evalueringin út uppá, um vit fáa nokk fyri peningin.
Viðvíkjandi skúlaverkinum er spurningurin so, hvat vit vilja hava sum slutprodukt. Tú koyrir eitt 7árs barn inn í eina endan og fær eitt barn sum hevur gingið 10 ár í skúla úr hinum endanum. Og tey duga ikki tað vit halda tey eiga at duga.

Hvørju eru vit í hesum málinum? Vælsaktans skattgjaldarin, umboðað av okkara fólkavaldu. Og hví halda vit, at børnini skulu duga tað, vit halda tey skuldi duga? Tí annars standa vit okkum ikki í kappingingini við útheiminum. Hvat fyri kapping? Tjena-pening-kappingin.
Útbúgvingarliga sæð liggja vit lið um lið við Brasil og Meksiko. Men viðvíkjandi inntjening pr. húsarhald sær støðan heilt øðrvísi út. Og Danmark liggur eisini langt niðri á pisa-listanum, men kortini høgt á listanum sum pengamaskina. So her er ikki samsvar millum pisakanning og dagsaktuellan førleika.
Hetta kundi bent á, at pisa-kanningin er ein pástandur, sum ikki hevur hald í veruleikanum. Men hvat so við tað faktum, at alt tað sum vit tilkomnu duga og lærdi í skúlanum  dagsins børn duga hetta minni væl!? At lesa, skriva og rokna, til dømis.

Men, men  samstundis er dagsins veruleika jú tann, at føroyskur ungdómur stendur seg sera væl innan altjóða hugskotskappingar innan ymisk sløg av produkt-útvikling, bæði innan gransking, design, fiskaúrdrátti, tónleik, arkitektur o.s.fr.
Og samstundis hevur okkara samfelag heimsins størsta framleiðslu av avlops-akademikarum  vælútbúgvin fólk okkara samfelag ikki kann rúma.
Pisa-teoretiskt átti dagsins støða í Føroyum permanent verið sum hon var í 1992-1995, í kreppuárini  men í veruleikanum hava vit heimsins minsta arbeiðsloysi, liggja í topp í inntjening, útlitini fyri framman hava sjáldan verið frægari, fíggjarliga sæð, og vit hava hópin av útlegds-intelligentsi, ið bert bíðar eftir einum kjansi fyri at sleppa heim.

Andsøgnin millum politikkara-teori (pisa-kanning) og veruleika tykist stór. Og við tað í huga, at 90´ára kreppan mest av øllum var úrslit av politiskum kleyvarskapi, ódugnaskapi og vantandi støðufesti í tí veruliga veruleika, so tykist pisa-kanningin mest av øllum at peika ákærandi uppá the establishment.
Tann sum var ungur í 60´unum og var í Danmark, upplivdi eitt system-skifti, heimspekingar rópa tað eitt paradigmu-skifti  ungdómurin og tey eldru livdu í hvør sínari verð  samstundis. Myndarliga tosa fór ungdómurin at hoyggja og hanga klæðir uppá snórin sunnudagar. Tá tey eldri royndu at fáa eitt kjak um hetta við ungdómin, tímdi ungdómurin ikki so frægt sum at svara. Og tey eldri stóðu eftir við opnum munni  stóðu bert og gapaði. Ungdómsuppreisturin var byrjaður.
Eitt paradigmuskifti er, sum tá listamálarar fara frá realismu og yvir til surrealismu ella byrja at mála abstrakt. Samfelagi fer frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelag til tað sum vit eru í holt við, og søgufrøðingar eina ferð finna føroyskt navn til.
Vit síggja ábendingar um hetta helt inn í Løgtingið, har teir yngstu politikararnir hava teir hægstu útbúgvingarnar sum persónligan førning og eru meira landspolitiskir teknokratar enn teir lokalpolitisku landspolitikararnar. Ein gamaldags ideologur sum Óli Breckmann flenna teir bara át, uttan at tíma at fara í kjak við hann  og neyðars Óli stendur á keiini og gapar, meðan skútan Føroyar stevnur inn í framtíðina.

Í eini lýsing í útvarpinum hoyrist ein barnarødd spyrja: Pápi, hvat er renta? Pápin svarar, at tað skal barnið ikki hugsa um  peningastovnurin tekur seg av hasum. Og eg kann hugsa mær til, at gløgga barnið skrottar at læra renturokning. Bankaráðgeving er til fyri tað sama.
Fyrr dugdi hvørt føroyskt mannfólk at biksa við bili. Elektronikkurin hevur gjørt, at tíðin er farin frá hesum. Hetta hevur tú bilmekanikarar til. At hava pena handskrift og at stava rætt, er ikki tað tað var, nú vit øll samskifta á teldu, sum allar hava stavikontrol.
2.G´arar á Kambsdali eru til roynd. Hvør næmingur má hava sín egna printari við  av trygdarávum! Skúlin tryggjar seg mótvegis næmingunum, sum duga óhugnaliga væl við teldu og netverk. Tað sum fyrr var rópt fyri snýt, er fyri næsta ættarlið samstarv.
Dagsins børn duga kanska ikki so væl at rokna, men duga væl at brúka eina roknimaskinu. Øll børn læra at rokna hvønn dag í 10-12 ár líka mikið um tað fellur teimum lætt ella tungt. Fyri samfelagi hevði tað verið líka frægt, um bert tann besti triðingurin av næmingum hevði rokna í skúlanum tey seinastu 3-5 ár. Og fyri teir vánaligastu næmingunum hevði tað kanska verið frægasti at brúkt skúlatíðina til okkurt annað.
Skemaið í skúlanum er kanska ikki tíðarhóskandi. Kanska átti børn at lært heimspeki, filosofi, í staðin fyri kristni, til dømis  um børn skulu læra at hugsa kritisk? So kundi sunnudagsskúlin og heimi tikið hond um trúnna?
Børn í dag lesa ikki so nógv av bókum, verður sagt  men hava hin vegin sæð hvørja einastu filmatiserað bók, umframt eina rúgvu av øðrum filmum. Onkur vil halda, at bókin og filmurin ikki er tað sama  har til er at siga, at heimaspunnið tógv ikki er tað sama sum keypt  kortini hava vit øll droppað heimaspunnið.
Børn brúka telduna í mest sum yvir mát  halda tey eldri. Spæla spøl, telva, chatta, tekna og samskifta. Brúka telduna til at gera film og tónleik, og sikkurt alt møguligt ónærisligt. Og øll hesi børn tosa føroyskt, danskt og engskt sum einki.
Kanska fortelur pisa-kanningin meira um tey, ið hava gjørt kanningina, enn um hvussu væl næmingarnar er fyri, í mun til framtíðina.