sum allir aðrir dagar, her í Skúgvi við mjørka, sum tað hevði verið í langa tíð. Tá tíðindini frá Kvf. komu kl. 14. 00 hoyrdu vit hesi tungu boð um vanlukku, sum var hend í Vágum, har tríggir mans vóru [...] gloyma. Øll fløggini, í okkara lítlu bygd, fóru henda dagin í hálva stong. Tað var ein so serlig uppliving at koma út henda dagin, og møta fólki eftir hetta. Bygdin var huld í mjørka, tað var eins og [...] ungdómsvinmenn. Okkara vegir fóru ikki í somu ætt, tí sóust vit ikki so nógv eftir at vit blivu vaksnir, men tó so, vit hittust altíð av og á. Eg ætli ikki, at skriva so nógv um míni barnaminnir um Vilhjálm
verka í 2001, varð heilt bókstaviliga byrjað á berum. Tvey starvsfólk, Johnhard Klettheyggj og Laila Egholm, fóru sum tey fyrstu til verka í skrivstovuhølunum hjá Realinum í Niels Finsensgøtu í Havn í apríl [...] Joen H. Andreasen, ið byrjaði í starvinum 1. mai í 2001. Johnhard Klettheyggj var ein av teimum, sum helt fyrilestur í Skálanum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin í sambandi við, at 10 ár vóru liðin [...] illgitingar manaðar í jørðina. Spurningurin um, hvussu skipanin við umboðsmanninum skal gagna samfelagnum, liggur ikki bara í hondunum á umboðsmanninum, men minst líka nógv í hondunum á samfelagnum
miðnámsskúli í Vági skapar onki. Men tað hevði eitt røktarheim gjørt. Tom Silvurdal úr Vági er verkfrøðingur. Hann er býarverkfrøðingur á Tvøroyri, men hann býr í Vági og hevur áhuga í tí, sum rørist í oynni [...] verður fluttur til Hovs og lagdur í ein depil saman við heilsuskúlanum. Afturfyri skal eitt røktarheim byggjast í Vági á stykkinum, sum varð ætlað til skúlan. Í Sosialinum í gjár metti Dennis Holm, at mið [...] síni børn í miðnámsskúlan í Vági er tað sama sum at vinka teimum farvæl, tí tá ið tey hava fingið sína útbúgving, hava tey ongan livandi møguleika at fáa arbeiði aftur í Suðuroy. Tað geva nógv foreldur
kommuna skal reka á mentunarøkinum í framtíðini. Arbeiðið er farið í gongd og eftir ætlan skal bólkurin handa býráðnum eitt álit í summar. Mannagongdin hjá arbeiðsbólkinum er í tráð við hana, sum arbeiðsbólkurin [...] rætt, at landið arbeiðir í sínum lagi og kommunurnar í sínum lagi uttan at samstarv er millum partarnar. Endamálið er jú tað sama hjá báðum. - Tað er rættiliga misjavnt, hvussu nógv ymsu kommunurnar seta [...] gongd, og gongst sum landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, ætlar, hava vit eina ferð í komandi ári eina stevnuskrá, sum greitt setir út í kortið, hvør politikkur skal rekast á
runnið nógv vatn á sjógv síðani tey hittust fyrstuferð. Og nú tey hittust aftur á jóansøku í Vági var tað fjórðu ferð, at tey hittast, teir gomlu klassafelagarnir, sum fóru í fyrsta klassa í Vági í 1943 [...] tey og har, tey settust niður. Nógv teirra búleikast eyðvitað enn í Vági og aðrastaðni í Føroyum, men tey eru eisini nógv, sum hava funnið sær eydnuna uttanlands, bæði í Danmark, Noregi, Íslandi, USA og [...] jóansøku í hvør sínum lagi, soleiðis sum hvør heldur vera best. Av tí allarbesta Tá ið fólk ikki hava hitst í so nógv ár, kann tað viðhvørt tykjast at vera strævið at fáa prátið at ganga, sama hvussu góð vinfólk
eingin loyna, at tað serliga eru fólk í Suðuroynni, sum vilja gera vart við ta høpisleysu støðu, sum oyggin er í. Mett verður, at myndugleikarnir, sum í løtuni tosa nógv um at varðveita og menna útjaðaran [...] ið heldur mælir myndugleikunum til at taka støðu til í framtíðini. Mett verður í hvussu er ikki, at tað er rætt at taka eitt alment oljufelag við í hesa fyrstu útbjóðingina. Eyðun Elttør útilokar ikki [...] er nakað, sum verður beinleiðis umrøtt í eini útbjóðing, so er hetta ein spurningur, sum hevur verið rættiliga nógv frammi í almenna orðaskiftinum. Fleiri pláss í Føroyum bjóða seg fram til at hýsa eini
útlondum. Her heima í Føroyum hava góð fólk eisini verið við til at leggja lunnar undir eldhugan hjá Mortan í Hamrabyrgi. Omman varð fødd og uppvaksin í býlinginum Hamrabyrgi í Víkarbyrgi, og í barnaheimi hennara [...] hjá mær at ferðast í, sigur Mortan í Hamrabyrgi, maðurin handan nýggja tiltakið Grams, her í blaðnum. Føroyskt og franskt Og júst hetta dupulta gongur aftur í øllum prátinum við Mortan í Hamrabyrgi – einu [...] Tað var í hesum sambandi, at Mortan í Hamrabyrgi kom í samband við ein belgiskan fiskasølumann, sum gjørdist ein sannur lærumeistari innan europeiska matgerðar- og vínlist. - Eg seldi klippfisk í Spania
tað hann kennir til í London og Djakarta, so er tað ikki so nógv øðrvísi at arbeiða í oljuvinnuni í Føroyum enn í útlandinum. – Tað er sjálvandi nógv øðrvísi at arbeiða í einum lítlum felag, har tað bara [...] hevur arbeitt í oljuvinnuni síðani miðskeiðis í 90-árunum. Seinastu árini hevur hann arbeitt hjá amerikanska oljufelagnum Amerada Hess í Føroyum, í Bretlandi og í Indonesia. Síðani august í ár hevur Ben [...] stórum. Støðan góð Men hvussu er so støðan hjá felagnum spurdu vit nýggja stjóran! – Felagið er í eini rættiliga góðari støðu í løtuni. Framleiðslan var 2871 tunnur um dagin í meðal í august. Verður sammett
Hvat nú um eingin handil er í Æðuvík. So skulu turru fiskarnir í hvussu er vera ógvuliga nørandi, tí teir eru tað einasta etandi í ryggsekkinum. Best man vera at gera ein steðg í Runavík og proviantera har [...] tekur tú bara bussin úr Runavík, sigur røddin í rørinum yvirberandi, og so er tað uppá pláss. Í fagrasta veðri gongur leiðin oman eftir gongugøtuni í Havn við væl pakkaðum ryggsekki á baki. Ein gøtuseljari [...] turrar, sum finna sær veg niður í ryggsekkin afturfyri smáar fjøruti krónur. Av farstøðini í Havn taka vit báðir myndamaðurin ein buss, sum skal koyra okkum fyrsta strekkið inn í Eysturoynna, har ein annar
ein nólsoyingur beinleiðis farin í slagsmál fyri at verja vin sín móti verbalum ágangi í Havn, og eina aðru ferð var onkur komin á gátt í heiminum í Nólsoy og verið ljótur í munninum. Men tað er so tað einasta [...] búð í Føroyum, sigur Snorri. Og tá hann tosar um skatt, so er tað nakað, øll kunnu skilja. - Vit gjalda 7,5 prosent í skatti í Sveits. Og eg ætli mær aldrin at gjalda so nógv í skatti aftur, sum í Føroyum [...] serliga Nólsoy, men eisini aðrastaðni í Føroyum, og sjálvt um vit høvdu vónað, at tað komu nógv fólk, so gjørdust vit ovfarnir av, at so nógv komu. Hetta var jú ikki í feriutíð, sigur Snorri Hansen. Og n