Umboðsmaður skal basa illgitingum

Tørvur er á einum umboðsmansstovni í lítla føroyska samfelagnum, tí neyðugt er at mana illgitingar í jørðina, segði Johnhard Klettheyggj, leiðandi løgfrøðingur í Almannamálráðnum og Heilsumálaráðmum, á ráðstevnu um løgtingsins umboðsmann fríggjadagin. Rot kann kom í samfelagsskipanina, og samfelagið skal verja seg mótvegis tílíkum roti, helt hann

Uni Arge
------
 
Tá løgtingsins umboðsmaður fór til verka í 2001, varð heilt bókstaviliga byrjað á berum. Tvey starvsfólk, Johnhard Klettheyggj og Laila Egholm, fóru sum tey fyrstu til verka í skrivstovuhølunum hjá Realinum í Niels Finsensgøtu í Havn í apríl hetta árið. Har vóru hvørki telefonir ella teldur, og tað kendist løgið, tí vanliga hava stovnar tí­líkar hentleikar tøkar. Men stovnurin var nýggjur og skuldi byggjast upp frá grund­ini, og hetta var so upp­gávan, ið tey bæði høvdu fingið saman við fyrsta um­­boðs­manninum, Joen H. Andreasen, ið byrjaði í starv­in­um 1. mai í 2001.
Johnhard Klettheyggj var ein av teimum, sum helt fyri­lestur í Skálanum í Norður­landahúsinum fríggja­dagin í sambandi við, at 10 ár vóru liðin, síðan um­boðs­mans­stovnurin fór undir sítt virk­semi. Hann mintist, at fleiri spenn­andi mál lógu og bíðaði eftir løgtingsins umboðs­manni, meðan skriv­stovu­hølini vórðu riggað til. Tað mest umstrídda málið snúði seg um setanina av nýggjum landsverkfrøðingi. Kundi ein almennur myndugleiki ein­ans skriva í eitt svar til ein fyrrverandi stjóra, ið søkti og ikki fekk starvið, at annar umsøkjari var settur?
 Tað helt umboðsmaðurin ikki. Gamla siðvenjan var at svara umsøkjarum stutt við at takka teimum fyri áhugan og síðan vísa á, at starvið var latið øðrum. Henda siðvenja er nógv broytt, síðan um­boðs­maðurin í málinum um lands­verkfrøðingin vísti á, at ein maður, sum hevði starvast í 23 ár á einum stovni, harav 10 ár sum stjóri, hevði krav upp á eina nágreiniliga grundgeving um, hví hann ikki kundi halda fram sum stjóri. Við m.a. hesum døminum vísti Johnhard Klettheyggj á, at umboðsmaðurin veruliga hevur gjørt mun, síðan hann fór til verka.
 
Mentor í skipanini
Johnhard Klettheyggj nevndi, at hann fleiri ferðir hevði hoyrt fólk siga, at um­boðs­maðurin hevur onki veru­ligt vald, tá á stendur. Hann kemur við eini átalu, og so hendir ikki meira. Tí skuldi umboðsmaðurin heldur havt støðu sum ein fyrisitingardómstólur, so hann kundi broytt skeivar av­gerðir í fyrsitingini, hava summi sagt. Hesum tók John­hard Klettheyggj ikki undir við. Skipanin við um­boðsmanninum leggur upp til, at hann skal koma við til­mæl­um og áheitanum, ið skulu fáa umsitingina at viðgera mál umaftur ella um­­hugsa mannagongdir av nýggj­um. Johnhard Klett­heyggj segði:
"Á hendan hátt er lagt upp til, at umboðsmaðurin verður eitt slag av mentori hjá fyrisitingini, og at fyri­sitingin fær sjálvjustits, so hon sjálv kann rætta síni mis­tøk. Skal skipanin virka, krevur hetta, at fyrisitingin er búgvin at viðurkenna møguligar feilir og rætta teir. Skipanin krevur eisini, at politiska skipanin er búgvin. Tá umboðsmaðurin rakar við álvarsom mistøk, skal hann boða formansskapinum í løg­tinginum, løgmanni og av­varðandi landsstýrismanni frá hesum. Tankin er, at lands­stýrismaðurin skal halda í oyruni á fyrisitingini, løg­maður í oyruni á lands­stýris­manninum og tingið í oyr­uni á løgmanni."
 Hetta er ein góð skipan, helt Johnhard Klettheyggj og átalaði, at tingformaðurin onkuntíð hevur boðað frá í fjølmiðlunum, at tingið fór onki at gera við niðurstøðu, ið umboðsmaðurin var komin við. Hetta hendi eitt nú, tá grannskoðarafrágreiðingin varð almannakunngjørd í november 2010. Tílík út­søgn var at undirgrava mynd­­ug­leikan hjá um­boðs­­mann­inum, helt John­hard Klettheyggj, sum tó mundi fegnast um útsagn­ir­nar hjá Hergeiri Nielsen, løgtingsformanni, fríggja­dagin, tá hann stuðlaði um­boðsmanninum dyggiliga og fanst hvassliga at polit­isku skipanini fyri ikki at hava tikið avleiðingar av grann­skoð­aramálinum.
 
Fjas og tíðarspilla
Johnhard Klettheyggj upp­lýsti, at tey málini, sum fylla mest hjá umboðsmanninum, eru innlitsmál og starvs­fólka­mál. At innlitsmál hava fylt nógv, er ikki so løgið, helt hann. Innlitslógin er frá 1994, so hon er ikki gomul, og fyrisitingarnar hava skulað havt stundir at vant seg við hana. Jonhard Klettheyggj hevur í mong ár undirvíst í almennum innliti og hevur mangan hoyrt fólk siga, at reglurnar um innlit eru tað reina fjas og tíðarspilla. Hetta er sera vandamikil hugburður í einum demokratiskum sam­­­felag, sum tó er um at hvørva, nevndi hann, ikki minst or­sakað av umboðs­mann­in­um.
Hann bað fólk hava í huga, at kritikkur frá um­boðs­manninum í einum máli ikki altíð er keðiligur, og at kritikk­urin ongantíð er persón­ligur. Er orsøkin til trupulleikarnar, sum umboðs­maðurin vísir á, vantandi ar­beiðs­­orka, so kunnu at­finningarnar brúkast til at fáa hægri játtan. Í øðrum førum kunnu tær verða brúktar konstruktivt at vita, hvørjir batar kunnu fremj­ast, eins og eitt nú Al­mannastovan hevur dugað væl. At umboðsmaðurin hev­ur týdning, ivaðist hann ikki í.
"Tørvur er á einum um-boðsmanni, serliga í okkara lítla samfelag. Hesa fatan byggi eg á, at viðurskiftini eru smá og relatiónirnar tætt­ar, tað veri seg vegna familju ella kennskap. Tí er bæði ein ávísur vandi fyri, at rot kann koma í skipanirnar, og at gróðrarbotnur er fyri illgitingum um hetta sama. Umboðsmaðurin er ein fínur máti bæði at fáa staðfest, um okkurt er galið, ella at fáa illgitingar manaðar í jørð­ina. Spurningurin um, hvussu skipanin við umboðs­manninum skal gagna sam­felagnum, liggur ikki bara í hondunum á umboðs­mann­inum, men minst líka nógv í hondunum á samfelagnum," segði Johnhard Klettheyggj.