Menningarætlan
? Ein miðnámsskúli í Vági skapar onki. Men tað hevði eitt røktarheim gjørt.
Tom Silvurdal úr Vági er verkfrøðingur. Hann er býarverkfrøðingur á Tvøroyri, men hann býr í Vági og hevur áhuga í tí, sum rørist í oynni.
Og hann er grundleggjandi ósamdur í sjónarmiðjunum hjá samfelagsgranskaranum og bygdarmanninum, Dennis Holm, sum heldur, at Vágs Býráð gjørdi rætt at havna tilboðnum frá landsstýrinum. Landsstýrið vildi hava Vágs Býráð at góðtaka, at miðnámsskúlin verður fluttur til Hovs og lagdur í ein depil saman við heilsuskúlanum. Afturfyri skal eitt røktarheim byggjast í Vági á stykkinum, sum varð ætlað til skúlan.
Í Sosialinum í gjár metti Dennis Holm, at miðnámsskúlin fer at skapa meiri fyri Vág enn eitt røktarheim hevði gjørt. Hann sigur, at verður ein miðnámsskúli útnyttaður rætt, kann hann gerast ein týðandi miðdepil, bæði fyri miðnámsútbúgvingar, fyri eftirútbúgvingar, sum kvøldskúli, sum skeiðsdepil og sum mentanarmiðdepil.
Men har er verkfrøðingurin grundleggjandi ósamdur.
? Einsamallur skapar ein miðnámsskúli í Vági onga mentan. Fyri at kunna skapa eina mentan, má fólkagrundarlagið vera til staðar, tí tað er fólkið, sum skapar mentanina. Og fyri at tryggja fólkagrundarlagið er tað neyðugt at skapa arbeiði. Við ongum arbeiði, verður heldur onki fólk og sostatt heldur ongin mentan.
Og Tom Silvurdal heldur, at ein miðnámsskúli í Vági skapar ikki eitt einasta nýtt arbeiðspláss, tí hann er longu í Vági frammanundan ogtíertaðburturvið at tosa um skúlan sum ein mentanarmiðdepil, soleiðis sum støðan er annars.
? Hinvegin høvdu nýggj 35 fulltíðarstørv í einum røktarheimi munað nógv meiri, saman við tí avleidda virksemi, sum hetta hevði ført við sær, tí eitt røktarheim skal bæði hava húsavørðar, vaskarí, køk og. s.fr.
? Vágbingar klára ikki at útvega miðnámsskúlanum 35 næmingar. Men teir kunnu saktans útvega 35 fólk til at arbeiða á einum røktarheimi.
Hann vísir á, at ein grundgeving hjá Vágs Býráð fyri at havna ætlanini hjá landsstýrinum um eitt røktarheim í Vági, er, at tað hevði neyvan skapt nýggj arbeiðspláss, tí tað hevði bara ført við sær, at teir vágbingar, sum arbeiddu á ellis- og røktarheiminum og á súkrahúsinum á Tvøroyri, høvdu bara flutt suður.
? Tað er møguligt, at onkur hevði flutt suður. Men tað er eisini ein sannroynd, at tað eru kalla ongir vágbingar, sum arbeiða á miðnámsskúlanum.
?Tað at foreldur senda síni børn í miðnámsskúlan í Vági er tað sama sum at vinka teimum farvæl, tí tá ið tey hava fingið sína útbúgving, hava tey ongan livandi møguleika at fáa arbeiði aftur í Suðuroy. Tað geva nógv foreldur sær kanska ikki far um, heldur Tom Silvurdal.
Hann sigur, at tað, sum hetta snýr seg um, er at skapar arbeiðsmøguleikar til vanlig fólk, so at tey kunnu fáa fótafesti aftur í oynni.
? Tað snýr seg fyrst og fremst um at skapa eitt fólkagrundarlag, so at fólk kunnu støðast her. Ikki fyrrenn vit hava eitt fólkagrundarlag, ber til at tosa um at flyta tænastur úr høvuðsstaðnum til Suðuroyar. Búgva ov fá fólk í Suðuroy, kann ongin tænasta flytast suður úr Havn.
Verkfrøðingurin sigur, at sostatt er tað nógv meiri viðkomandi fyri suðuroyingar og vágbingar at fáa eitt røktarheim við 35 nýggjum fulltíðarstørvum, enn tað er at fáa ein miðnámsskúla, sum onki nýtt starv førir við sær.
? Tað ber eisini væl til at gera ein skúladepil í Vági.Men her er talan um stovnar, sum eru her frammanundan og sum bara skulu hava nýggj høli. Tað skapar sostatt onki nýtt og tí verður tað heldur ongin fíggjarligur vinningur.
Eitt mál í valstríðnum
Tom Silvurdal vónar tí inniliga, at hetta málið verður eitt høvuðsmál í valstríðnum, nú kommunuval verður um smáar tveir mánaðir.
Og í hesum sambandi heldur hann, at ein heilt serlig ábyrgd hvílur á teimum báðum løgtingsmonnunum úr Vági, Hendrik Old og Johan Dahl.
? Teir eruí samgongu í Løgtinginum og hava verið við til at sett hetta ígongd og tað eiga teir at taka avleiðingarnar av. Tí eiga teir at koma úr skápinum og at bjóða seg fram sum valevni á kommunuvalinum í november.
? Tað eiga teir at gera og har eiga teir at føra síni sjónarmið fram og so eigur veljarin at sleppa at taka støðu.
? Verða teir valdir og koma teir í samgongu , eigur tað fyrsta teir gera, at fara til Havnar at boða landsstýrinum frá, at teir taka av tilboðnum um at fáa eitt røktarheim og at miðnámsskúlin verður fluttur til Hovs.
Nógvir fyrimunir í Hovi
Tom Silvurdal heldur annars, at tað er eitt gott hugskot at byggja heilsuskúla og miðnámsskúla saman í einum depli í Hovi.
? Tvøroyrar Býráð er kroyst, tí heilsuskúlin húsast undir ótolandi umstøðum og tað er ein spurningur, hvussu leingi tað gongur, áðrenn næmingar og lærarar siga stopp.
Hinvegin dugir Tom Silvurdal at síggja nógvar fyrimunir við at byggja ein skúladepil í Hovi
Hinvegin hevði tað verið munandi bíligari at bygt og munandi bíligari at rikið ein skúladepil í Hovi, enn tað hevði verið at bygt og rikið tveir skúlar í hvør sín enda í oynni og hesir rationaliseringsfyrimuni eru helst orsøkin til tilboðið til Vág.
? Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur ikki ráð til at byggja tveir skúlar. Tí var hetta helst ein roynd at leggja alt saman fyri at spara pening. Og spardi peningurin verður so brúktur til at betala ein part av røktarheiminum.
?Eg vænti eisini, at hetta var ein roynd hjá landsstýrinum at forða fyri at nakað varð gjørt, sum seinni fer at verða ein forðing fyri at savna tær tænastur og tey tilboð, sum eru í Suðuroynni á einum staði, fyri at gera raksturin sum rationellan sum gjørligt.
? Ein skúladepil í Hovi hevði givið nógv byggiarbeiði, bæði til sjálvan skúlan.Men landið verður eisini noytt til at gera vegir og at leggja koakk og vatni. Og sosatt hevur landið slóðað fyri eini felags suðuroyar-umsiting í Hovi, skuldi tað hent, at kommunurnar í oynni leggja saman. Og tað hevði avgjørt eisini verið ein vinningur fyri allar kommunurnar í Suðuroynni.
Og samstundis hevði tað lagt enn størri trýst á myndugleikarnar at lagt Hovstunnilin niðri í dalinum. Enner tað langt í frá vist at honverður niðri í dalinum.Tað veldst alt um úrslitið av royndarboringunum, heldur býarverkfrøðingurin á Tvøroyri.
Hann vísir eisini á, at í sambandi við skúlarnar, verður helst eisini neyðugt at byggja skúlaheim.
? Hesi skúlaheim verða neyvan í Hovi. Heldur koma tey at vera í Vági og á Tvøroyri, tí har eru allir hentleikarnir, bæði dagrøkt o.s.fr. Og tá ið hovstunnilin er gjørdur, verða tað bara 10 minuttir at koyra til Hovs, bæði av Tvøroyri og úr Vági,
?Og tað fer so aftur at seta størri krøv til samferðsluna við bygdaleiðum. Hon er alt ov vánalig, sum er, men verður skúli og kanska eisini umsiting í Hovi, verður eisini neyðugt at bøta munandi um koyringina hjá bygdaleiðum.
? Tá ið Hovstunnilin er gjørdur, koma bussarnir at spara nógva tíð, av tí at teinurin verður nógv styttri at koyra. Teir koma at spara einar 15-20 minuttir hvønn einasta túr.
? Heldur enn at skerja koyringina, eiga suðuroyingar sum skjótast at at arbeiða fyri, at tíðin, sum verður spard, ístaðin verður brúkt til fleiri túrar. Harumframt fer tað kanska at bera til at leggjaso til rættis, at Bygdaleiðir kunnu koyra meiri runt í Vági og á Tvøroyri og attær sostatt eisini í ein ávísan mun kunnu virka sum eitt slag av býbussum.
? Kemur eitt slíkt krav ikki úr Suðuroynni, endar tað bara við, at bussarnir koma ikki at koyra fleiri túrar, men at teir koma at standa nógv meiri stillir, enn teir gera nú.
Tom Silvurdal sigur, at sostatt verður ikki lagt upp til, at Hov skal vera høvuðstaður í Suðuroy.
? Tvørturímóti koma bæði Vág og Tvøroyri at verða kraftmiðdeplar í eini oyggj, har ymisk umsiting og tænasta er savnað í Hovi, sigur hann.










