aldur sum vit, sigur Peter Viskinde. Tjal-dur og Bran-dur Og júst tað, at teir hava royndirnar er kanska við til at gera bólkin til tað hann er, ein góður og grundfestur rockbólkur, ið tó ikki stendur í [...] metir eisini, at ein orsøk til, at Big Fat Snake heldur saman er, at plátufeløg ongantíð hava staðið í longum røðum fyri bólkinum, men at teir gera tað, ið teimum lystir uttan mun til hvat onnur halda.Manningin [...] klárir. Júst komnir til landið hava teir ikki havt nakra stóra náttúruuppliving enn, annað enn eyguni kunnu njóta úr flogfari og bussi, so hóskandi er at leiða teir upp á takið á Hafnia til myndatøku og eitt
hevur tikið um 2 mánaðir nú hann var liðugur í gjár, meðan tað tók nakað styttri tíð umborð á »Sundaberg«, sum ikki fekk tað triðja spælið ísett. Tað er kanska ikki so lætt at siga, hvussu nógv trolararnir [...] verður við at teir lasta dupult so nógv ella um 950 tons. Ikki bert tað, at saltfiskurin so gott sum er farin í søguna, er orsøkin til, at trolararnir nú eru frysti- og flakatrolarar burturav, men roknast [...] verið til umvælingar í Havn. Nýggj roynd »Skálaberg« var liðugur frá skipasmiðjuni í Havn í gjár, og roknast við at fara nýggjan túr eystureftir um vikuskiftið. Umframt at saltfiskalastin er gjørt til frystilast
spyr! Tað verður í Kommunuálitinum lagt upp til at leggja barnaansingina út til kommunurnar, men spurningurin er, um tað ikki er rætt at gera tað saman við eldraøkinum, sum Leiv ur Hansen mælir til. Tá verður [...] væl arbeitt og skil annars er í tilmælinum, og um tað er rætt í heila tikið at leggja so stórt øki út til kommunurnar at umsita, skal støða ikki takast til her, men spurningurin er partvíst um kommunalt [...] flestu kommunalpolitikkarar vilja. Og tað merki reisini fíggjarliga ábyrgd, og tað kosta. Eisini havnarfólkum. Tí, hví skulu fugloyingar ella svínoyingar gjalda til barnaansing í Havn, sum býráðsformaðurin
in. Men tað verður eitt øðrvísi samstarv, enn tað er í dag, tað er greitt. Tí ber ikki til bara at dúva uppá, at eitt annað land skal røkja tíni áhugamál til fulnar. »Eg vil bara siga, at tað eru mínar [...] føroyingar ella danir fara at spyrja, hví eingin segði teimum tað og tað, áðrenn føroyingar valdu fullveldi. Tí vit eiga at minnast til, at tað er ikki bara okkum, sum nú liva, vit taka avgerðir fyri. Hetta [...] lond í ríkisfelagsskapi. Tað verður øðrvísi, vísir forsætisráðharrin á. Eru teir ikki tað, hevði alt jú bara verið sum fyrr, og so var eingin grund til alt hetta tosið. Tí verður tað eisini her neyðugt at
at verða tikin av uppá trý til fimm ár. ? Tað merkir, at vit mugu hava politiskt dirvi til at laga almennu útreiðslurnar til føroysk viðurskifti uppá lutfalsliga stutta tíð. Tað vil siga, at vit mugu skerja [...] fíggjarlógina minst 100 milliónir um árið. ?Gera vit tað, tekur tað okkum 10 ár at útjavna blokkin. ? Tað verður eisini neyðugt at laga løgnarlagið til føroysk fullveldisviðurskifti. Sostatt verður neyðugt [...] lágar. Hvar ætlar tú at spara? Tað vil Bjarni Djurholm ikki ikki siga nakað um. Hann sigur, at tað verður neyðugt at gjøgnumganga allar almennar tænastur at vita, hvar tað ber til at spara, eitt nú við byg
seta seg upp til, hóast teir neyvan halda nógv um avbjóðingina úr Føroyum. Liðið hevur trýst á sær í kvøld, og hóast venjarin ikki vil siga tað, so er tað av avgjørdum týdningi fyri hann, at tað kemur ein [...] Eysturríska liðið Grazer AK er komið til Føroya við einum fyri eyga, og tað er at vinna dystin móti Føroyum. Kendasti maðurin í hópinum, sum er komin til Føroya, er uttan iva venjarin hjá Grazer, týskarin [...] lættan dyst í kvøld? ? Nei, tað geri eg ikki. Tað verður ein torførur dystur, sigur Klaus Augentaler avgjørdur. Eg minnist væl, tá Føroyar vann móti Eysturríki í 1990, og tað mistakið ætla vit ikki at endurtaka
fótbóltur er væl sterkari enn føroyskur fótbóltur? ? Sjálvandi er hann tað, men tað er eingin loyna, at teir hava ikki havt tað so ógvuliga gott í nítí árunum, hvørki á landsliðnum ella tá feløgini hava spælt [...] møguleika. Og skulu vit vinna samanlagt, so er tað á heimavølli, at vit skulu gera málini, ið vit skulu hava at standa ímóti við, tá vit um fjúrtan dagar fara til Eysturríkis. 14. juli var Tony Paris í Eysturríki [...] um fótbólt, men tað hevur ikki verið um Europa Cup ella dystin móti HB sunnudagin: ? Hvørt eitt einasta menniskja, sum eg havi hitt, hevur havt á orði, hvussu skelkaði tey vóru, tá tað frættist, at Kurt
og í trúskapi til tqann dagin, hann kallar okkum heim. Hetta er at vera í kirkju. Kirkja er eitt grikskt orð upprunaliga, sum merkir tað sum hoyrir Harranum til, og verður sipað mest til tey, sum eru doypt [...] tykist tað at vera aðrar maktir, sum valda og onnur kunnu siga: Hvar er Guð, hann leit á Guð, hann bjargi honum og ein sjálvur er spyrjandi. Men trúgvin lítur seg upp til Guðs og væntar alt gott frá honum [...] doyggja, hoyra vit Harranum til.« Róm. 14,7?9: Tí at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi verða harri bæði yvir deyðum og livandi. Paulus apostul er í hesum orðum og aðrastaðni sannførdur
av øllum gudstænastum og møtum, fyrstu fimm árini til Sjónvarpsfelagið og síðani í 15 ár til Sjónvarp Føroya. Og í flestu førum var hann einsini við til sjálvar upptøkurnar. Fáur man gera sær greitt, hvussu [...] veðrið eisini verið ótespiligt til ferðir millum bygda. At Johan dugdi so væl tað sjáldsama kynstrið at vera avgjørdur og samstundis blíður og fryntligur, man vera orsøkin til, at hann kom so væl frá teirri [...] verið. At kalla hvørt vikuskiftið at gera útgerðina til og hvønn sunnudag at fara av húsum kring landið at taka upp, fyri síðani at skunda sær aftur til Havnar við upptøkunum, so tær kundu verða sendar
tónarnar, ið vanligi lurtarin ikki hevur á fløguhillini. Til dømis at leika guitar við einum trummupinni, tað sær ein ikki hvønn dag. Big Fat Snake Tað var ein sera væl upplagdur bólkur, ið átti síðsta partin [...] høvdu leitað sær niðan í Norðurlandahúsið til Big Fat Snake, gingu glipp av eini góðari konsert við einum av bestu konsertbólkunum í Danmark. Men fyrst var tað Candyfloss, ið setti hol á skránna. Hetta [...] prógvað síni evni og teir gjørdu tað einaferð enn hóskvøldið. Skincoatnúr Danmark spældu í musikkcafeini. Einfaldur tónleikur, ið ljómaði væl. Minti viðhvørt um eitt gott kvøld við Ronnie og Kolbein og Co