Hyggjararnir mistu ein av sínum bestu vinum, og vit í sjónvarpinum ein óvanliga trúgvan og drúgvan samstarvsfelaga, tá Johan Gaard Joensen mikudagin læt eyguni aftur fyri seinastu ferð - bert 54 ára gamal.
Johan var ein framúr pliktuppfyllandi og nærlagdur maður. Mong undrast á, hvussu hann maktaði allar sínar uppgávur. Hann rak sína egnu fyritøku, hvørs fremsta uppgáva er at veita sjófólki okkara trygd og teirra kæru ein lætta. Hann var í nógv á kirkjutænari í Vesturkirkjuni, har boð mundu vera eftir honum bæði árla og síðla. Og hann var á annan hátt virkin í felagslívinum kring kirkjuna.
Umframt alt hetta samskipaði Johan í samfull 20 ár sjónvarpsupptøkurnar av øllum gudstænastum og møtum, fyrstu fimm árini til Sjónvarpsfelagið og síðani í 15 ár til Sjónvarp Føroya. Og í flestu førum var hann einsini við til sjálvar upptøkurnar. Fáur man gera sær greitt, hvussu møtimikið hetta arbeiðið hevur verið. At kalla hvørt vikuskiftið at gera útgerðina til og hvønn sunnudag at fara av húsum kring landið at taka upp, fyri síðani at skunda sær aftur til Havnar við upptøkunum, so tær kundu verða sendar hyggjarunum seinnapartarnar. Mangan hevur veðrið eisini verið ótespiligt til ferðir millum bygda.
At Johan dugdi so væl tað sjáldsama kynstrið at vera avgjørdur og samstundis blíður og fryntligur, man vera orsøkin til, at hann kom so væl frá teirri stóru avbjóðingini at býta senditíðina í SvF so kristiliga millum tær ymsu samkomurnar og trúarbólkarnar. Hetta var einki minni enn eitt bragd. Sjónvarpið hevur ómetaliga nógv at takka Johan og hansara upptøkufelagum fyri.
Góðu Johanna, Alexander, Jan og Anja. Tit og tykkara hava brádliga mist so ófatiliga nógv. Tíbetur hava tit so nógv gott at byggja á í komandi tíðum. Eisini vit í Sjónvarpinum sakna longu Johan, men vit ugga okkum við, at vit kunnu minnast hendan skilamannin við so stórari virðing og takksemi.
Tróndur Djurhuus
Sjónvarp Føroya