?Skulu vit gera okkum vónir um fullveldi, er tað neyðugt at skerja almennu útreiðslurnar minst 100 milliónir um árið, helst meiri.
? Men tann fíggjarpolitikkur, sum nú verður rikin, førir tvørturímóti við sær, at tær almennu útreiðslurnar hækka fyri hvørt ár.
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður er rúkandi ósamdur við tann fíggjarpolitikk, sum hendan samgongan førir.
Og Bjarni Djurholm skuldi verið ein politikari, sum samgongan lurtaði eftir.
Tí hann er ikki bara limur í samgonguni.
Hann er eisini formaður í samgonguni, og tað ger hann til ein tann fremsti talsmannin hjá samgonguni í fíggjarmálum.
Men tað er synd at siga, at Bjarni Djurholm og Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri draga eina línu í fíggjarmálum.
Tí Bjarni Djurholm er rúkandi ósamdur við tann førda fíggjarpolitikkin.
? Hann fer anntá so langt sum at siga, at tann fíggjarpolitikkurin, sum verður førdur, er eitt heilt greitt brot á samgonguskjalið.
Málsetningurin sleptur
Formaðurin í fíggjarnevndini sigur, at málið í hesi samgonguni varð greitt: At leggja hornasteinin undir búskaparligt sjálvbjargni.
? Tí uttan búskaparligt sjálvbjargni fáa vit heldur ikki politisk fullveldi.
? Politiska dirvið lá í at tálma almennu útreiðslurnar so at tað almenna er í javnvág við virðisskapandi búskapin.
?Málið var at tryggja, at almenni sektorurin ikki gjørdust fótongulin í føroyskum sjálvbjargni og sum fráleið fór at verða sín egin fíggindi.
? Men tað tykist tíverri, sum at hesin málsetningurin er sleptur.
? Tí er vandi fyri, at vit fáa hálvveldi ístaðin fyri fullveldi.
Bjarni Djurholm sigur, at samgonguskjalið hevur alt í sær, sum kundi tryggja javnvágina ímillum tjóðskap og búskap.
? Trupulleikin er bara tann, at tað farna árið hevur bara annar tátturin í samgonguskjalinum verið á dagsskrá.
Hundraðtals milliónir dýrari
Bjarni Djurholm sigur, at fíggjarlógin í ár er yvir 100 milliónir hægri enn tann í fjør.
Men síðani eru játtaðar 10-tals milliónir á eykafíggjarlógum. Og fleiri eykajáttanir eru á veg.
? Og nú landsstýrið arbeiðir við fíggjarlógini fyri komandi ár, skilst, at ætlanin er at hækka almenna raksturin 100-200 milliónir afturat.
? Tá ið fíggjarlógin fyri 2000 er samtykt, hava vit sostatt hækka almenna raksturin 300 milliónir í hesum valskeiðnum.
? Í mínari verð er hetta tað sama sum at vit hava flutt okkum 300 milliónur longur burtur frá fullveldinum
? Og tað er eitt greitt brot á samgonguskjalið, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at tað tí er ein spurningur um ikki tað politiska handalagið í samgonguni ikki forðar okkum í at røkka endamálinum um veruliga broytt ríkisrættarlig viðurskifti.
Bjarni Djurholm heldur fast við, at vit kunnu ikki vænta, at danir fara at veita okkum ríkisstuðul í 15-20 ár, eftir at vit fingið fullveldið.
? Heldur fer blokkurin at verða tikin av uppá trý til fimm ár.
? Tað merkir, at vit mugu hava politiskt dirvi til at laga almennu útreiðslurnar til føroysk viðurskifti uppá lutfalsliga stutta tíð. Tað vil siga, at vit mugu skerja fíggjarlógina minst 100 milliónir um árið.
?Gera vit tað, tekur tað okkum 10 ár at útjavna blokkin.
? Tað verður eisini neyðugt at laga løgnarlagið til føroysk fullveldisviðurskifti. Sostatt verður neyðugt at lækka kostnaðarstøðið m.a. við at lækka skattin, so at lønirnar kunnu lækka, uttan at keypiorkan minkar.
Samstundis, sum tú tosar um at spara 100 tals milliónir á fíggjarlógini, vita vit, at bæði heilsuverk sum heild, almannaverk, skúlaverk gremja seg um, at tey fáa ikki veitt eina nóg dygga tænastu, tí játtanirnar eru ov lágar. Hvar ætlar tú at spara?
Tað vil Bjarni Djurholm ikki ikki siga nakað um.
Hann sigur, at tað verður neyðugt at gjøgnumganga allar almennar tænastur at vita, hvar tað ber til at spara, eitt nú við bygnaðarbroytingum.
Hann vísir m.a. annað til almenna sektorurin í Íslandi, sum kostar væl minni enn tann føroyski fyri hvørt fólkið, men hann veit onki um, at tænastan er verri fyri tað.
?Almenni sektorurin í Føroyum er skorin eftir donskum leisti.
? Og tað er ein spurningur um ein almennur stovnur, skorin eftir donskum leisti, kann fáast at hóska til eitt lítið fiskivinnusamfelag í Norðuratlantshavi, sigur formaðurin í fíggjarnevndini.
Men í samrøðu við Sosialin í vár segði hann, at tað m.a er neyðugt at kanna eftir, um vit hava ráð til at hava fleiri sama slag tænastur ymsastaðni í landinum.
? Hava vit t.d. ráð til at hava fleiri studentaskúlar, fleiri handilsskúlar, fleiri sjúkrahús o.,s.fr.
Bjarni Djurholm leggur dent á, at hann nevnir hesi økini bara sum dømi, tí hann sigur ikki, at tað er her, vit skulu spara.
? Men tað er ein spurningur, sum vit mugu tora at viðgera, leggur hann afturat.
Hann er samdur í, at soleiðis sum almenni bygnaðurin er nú, kemur hann aldrin fyri seg, um játtanirnar bara lækka og lækka, tí so verður hann bara meiri og meiri niðurpíndur.
? Tí er tað neyðugt at gjøgnumganga allan bygnaðin at vita, hvar hann kann umskipast.
Fer at mótarbeiða
Bjarni Djurholm sigur, at leggur landsstýrið eina fíggjarlóg fyri 2000 fyri tingið, sum er 100-200 milliónir hægri enn tann í ár, fer hann at mótarbeiða henni alt, hvat hann kann.
? Eg fari at gera, hvat eg kann fyri at lækka útreiðslurnar í henni.
?Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð løgd fram varð ført fram, at hendan samgongan hevði bara sitið í eitt gott hálvt ár og at hon tí ikki hevði havt stundir til at arbeiða nakað serligt við henni.
? Tí kom hon at verða ein heimastýrisfíggjarlog, sum at kalla bleiv eitt framhald av fíggjarlógini fyri 1998.
? Men fíggjarmálaráðharrin hevur langt síðani boðað frá, at fíggjarlógin fyri 2000 skuldi avspegla fullveldið.
? Men nú benda øll tekin úr landstýrinum á, at fíggjarlógin fyri 2000 aftur verður ein heimastýrisfíggjarlóg, sum kanska verður enn grefligari enn tann fyri í ár at vit.
? Leggur landsýrið tí eina fíggjarlóg fyri tingið, sum er 100-200 milliónir hægri enn tann í ár, so er gongdin tann beint øvugta, nevniliga, at vit verða flutt longur burtur frá fullveldinum, heldur enn nærri.
Bjarni Djurholm sigur, at hann landsstýrið hevði kanska grein í sínum máli um, at skotbrái var heldur stutt til at gera nakað munagott til í ár.
?Men tað er sera harmiligt, at ábendingarnar úr landsstýrinum týða uppá, at ætlanin er at halda fram við hesum sama ? vit lata standa til? politikkinum og at komandi fíggjarlóg verður aftur upp ímóti 200 milliónir hægri enn tann í ár.
Formaðurin í fíggjarnevndini sigur, at tað ber ikki til, at, annað árið á rað at leggja eina fíggjarlóg, har eingi tekin eri til, at vit ætlað at laga búskapin til fullveldi.
?Tí nú eru vit komin hartil, at fara methøgu fiskaprísirnir og metgóði fiskiskapurin at falla, er tað so skjótt, at tað fer at fjarða í kassanum.
? Og so fáa vit ein álvarsligan trupulleika, tí samstundis skulu vit arbeiða fyri at lækka ríkisveitingina úr Danmark.
Bjarni Djurholm sigur, at fer landsstýrið tí at legga eitt uppskot fyri fíggjarlóg fyri komandi ár fyri tingið, sum hækkar upp ímóti 200 milliónum, og tí flytir okkum enn longur burtur frá fullveldinum, fer hann, sum formaður í fíggarnevndini at gera, hvat hann kann fyri at fáa hana lækkaða.
? Eg fari at gera, hvat eg kann, fyri at rakstrarútreiðslurnar hjá tí almenna ikki hækka, tí tað er í andsøgn við ætlanirnar um fullveldi at tær hækka.
Men hann ásannar, at hann er bara ein av 32 tinglimum og verður meiriluti fyri henni - fyrst í landsstýrinum fyri at leggja hana fram, og síðani í tinginum fyri at samtykkja hana, fer hann onki gjørt, uttan at góðtaka tað.
Hann sigur, at hann fer ikki at atkvøða ímóti fíggjarlógin, tí tað tænir ongum endamáli.
?Vit skulu hava eina fíggjarlóg, og er tað tingsins vilji, at hon hækkar, so hækkar hon, sama, hvat eg geri. Tað er endamálsleyst at atkvøða ímóti fíggjarlógini um meirilutin er samdur um, at hækkingin skal vera so og so stór.
? Men nú eru tíðirnar so góðar, at vit hava eitt sjáldsamt høvi til at lækka tær almennu rakstrarútreiðslurnar, tí nú er óneyðugt at hava varðveita almenn størv fyri at hava fólk í arbeiði, sigur Bjarni Djurholm.
Eigur tú ikki tína ábyrgd av, at fíggjarlógin er hækka. M.a. vart tú ein oddamaður at gera nýggja fólkaskúlalóg. Og tað er ofta ført fram, at ikki minst hon er dýr?
? Undanførslurnar eru nógvar. Tað er rætt, at eg var við at gera nýggja fólkaskúlalóg. Men hon varð gjørd í eini samgongu, sum hevði ein heilt annan, politiskan málsetning enn hendan samgongan.
? Og tað er rætt, at hon kann kosta nógvan pening.
? Men tað veldst alt um, hvat landstýrið ger við lógina. Hon er ikki annað enn ein ramma, sum skal fyllast út við kunngerðum. ? Og prísurin verður alt eftir, hvussu nógvar kunngerðir verða settar í verk og hvussu gullrandaðar tær eru, sum verða settar í verk, sigur Bjarni Djurholm.
? Men heldur landsstýrismaðurin í skúlamálum, at lógin er ov dýr, er tað onki sum forðar honum at broyta leggja uppskot fyri tingið um at broyta hana aftur, leggur hann afturat.
Alt hetta tosið um at spara og skerja og um at laga lønir og almennan sektor til føroysk viðurskifti, er hetta ikki innast inni bara tað, at Bjarni Djurholm ikki er so fegin fyri fullveldi?
?Nei, tað er tað ikki. Eg vil venda tí við og spyrja, um nakar væntar sær fullveldi við eini danskari fíggjarlóg, sigur Bjarni Djurholm.