Higartil hevur tað ikki eydnast nøkrum føroyskum liði at spæla seg víðari í europeisku liðkappingunum. Málið hjá HB var at spæla seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfarinum í meistarakappingini.
Teir dumpaðu vit eitt brak, men hóast hagtalsliga dapra veruleikan fyri føroyskan fótbólt, so tykist KÍ venjarin at vera eins vísur í síni søk, sum hann plagar at vera undan dystunum í landskappingini:
? Eg haldi avgjørt, at vit hava ein møguleika. Og skulu vit vinna samanlagt, so er tað á heimavølli, at vit skulu gera málini, ið vit skulu hava at standa ímóti við, tá vit um fjúrtan dagar fara til Eysturríkis.
14. juli var Tony Paris í Eysturríki og hugdi at Grazer AK, sum á heimavølli tapti dystin móti Lustenau 3-2.
? Eysturríkararnir vóru sera gestablíðir. Eg var borin á lógvum alla tíðina, og ikki minst eysturríska pressan var áhugað. Teir tykjast ikki hava gloymt september 1990, tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki.
Trýsta langt frammi
Frá ferðini í Eysturríki hevur Tony Paris gjørt eina rúgvu av viðmerkingum, og KÍ spælararnir hava fingið einar fimm tættskrivaðar síður, har venjarin hevur greitt teimum frá styrkjum og veikleikum hjá mótstøðumonnunum.
? Teir spældu 4-4-2, tá eg var har niðri, og eg havi skilt, at tað fara teir eisini at gera móti okkum. Teir hava tveir sera álopshugaðar vongverjar, og teir arbeiða miðvíst fyri at toga spælið nógv út í síðurnar. Síðuskiftini vóru nógv, og ofta vóru høgir bóltar sendir úr øðrum borðinum og heilt í hitt borði. Annar av álopsmonnunum er omanfyri 190 cm, og hann skoraði bæði málini móti Lustenau, so okkara tak verður bæði at byrgja uppfyri, at teir senda høgt innfyri úr síðunum, og at ansa eftir hesum stóra manninum.
? Tá eg var har niðri, tóktust teir at vera troyttir, tá seinna umfarið var hálvrunnið, men eg rokni ikki við, at hetta fer at gera seg galdandi móti okkum. 14. juli var nýggja kappingarárið heilt nýtt. Nú hava teir spælt sjey umfør, og tí rokni eg við, at teir eru í fullgóðari dystarvenjing.
Men eysturrískur fótbóltur er væl sterkari enn føroyskur fótbóltur?
? Sjálvandi er hann tað, men tað er eingin loyna, at teir hava ikki havt tað so ógvuliga gott í nítí árunum, hvørki á landsliðnum ella tá feløgini hava spælt í Europa Cup. Teir eru styrkismettir væl omanfyri okkum, men tað er ikki eitt týskt lið, sum vit skulu spæla ímóti, og eg havi sagt spælarunum, at vit hava ein møguleika, men so skal nógv leggjast fyri.
Dagen derpå
I Klaksvík hava tey í hesi vikuni tosað nógv um fótbólt, men tað hevur ikki verið um Europa Cup ella dystin móti HB sunnudagin:
? Hvørt eitt einasta menniskja, sum eg havi hitt, hevur havt á orði, hvussu skelkaði tey vóru, tá tað frættist, at Kurt Mørkøre fer frá okkum, og tað skilji eg væl, men eg haldi, at spælararnir hava megnað at savnað hugsanirnar um uppgávuna í kvøld. Tá vit vóru á Svangaskarði mánakvøldið var lagið gott.
Og sunnudagin skulu tit í Gundadal at spæla móti HB?
? Vit royna ikki at hugsa um tann dystin enn. Fríggjadagin fara vit at hvíla okkum, og leygardagin fara vit at fyrireika okkum til HB dystin, sum verður ein stór uppgáva. Vit hava góðar áskoðarar í Klaksvík, og eg vóni og rokni við, at teir fara at fylgja okkum bæði á Svangaskarði í kvøld og í Gundadali sunnudagin, sigur Tony Paris, sum tykist fullur í sjálvsáliti.