At hoyra Harranum til
»Tí eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja,so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.«
Róm. 14,7?9:
Tí at til tess doyði Kristus og varð livandi aftur, at hann skuldi verða harri bæði yvir deyðum og livandi.
Paulus apostul er í hesum orðum og aðrastaðni sannførdur um, at Jesus Kristus er tilverunnar harri. Hetta er hitt fyrsta, vit megu undirstrika og leggja áherðslu á, nú vit lesa hesi orð. Ein er Harrin yvir øllum, ein er, sum ræður øllum, og eg eri undirgivin hesum harra himna og jarðar. Eg eri ikki mín egin, ei heldur er tað ein blind lagna, sum ræður, og ikki er tað tilvildarligar hendingar, sum møta mær, eg veit hvør hann er, sum hevur tikið meg inn at sær, og sum skipar fyri lívslagnu m´íni, og sum eisini hevur tilmált mær mítt dagatal á fold, og han neigur allan mátt á himni og á jørð.
Viðgangast má at ikki er altíð so lætt at halda fast við hesa uppfatan og hesa trúgv; serstakliga tá ið vit ikki skilja tað sum hendir okkum og ikki kunna finna nakað høpi í tí, sum berst á ? sum t.d. tá ið sjúka rámar okkum ella deyðin tekur ein av okkara kæru frá okkum ella tekur okkum sjálv burtur í bestu árum. Ofta tykist tað at vera aðrar maktir, sum valda og onnur kunnu siga: Hvar er Guð, hann leit á Guð, hann bjargi honum og ein sjálvur er spyrjandi. Men trúgvin lítur seg upp til Guðs og væntar alt gott frá honum og ekennir seg í tryggum, góðum hondum, hóast allan mótburð og ágang og alt hetta ófatiliga; tí Harrin eigur alt vald, sum týðiliga sýndi seg við uppreisn hansara frá deyðum.
Hesum Harra tilhoyra vit annaðhvørt vit so liva ella doyggja, leggur Paulus afturat, og hetta er tað næsta vit draga fram. Vit hoyra hesum Harra til, sum doyði og reis upp fyri okkum og harvið hevur sýnt okkum sín kærleika. Deyðin er ein sterk makt ? hin síðsti fíggindin, sum hann verður nevndur; men bæði í lívinum og í deyðanum hoyra vit Harranum til, og einki, heldur ikki deyðin kann skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi. Hann er harri bæði yvir deyðum og livandi. Hin sami Harri, su eg tilhoyrdi og tænti í lívinum, tilhoyri eg í deyðanum ? og tí kann hin kristni siga: Deyði, hvar er broddur tín?
Í trúnni á hann eru vit komin at hoyra honum til, tí hann hjevur skapt okkum, hann hevur keypt okkum leysan og endurloyst okkum og hann hevur doypt okkum og nevnt okkum við navni og sett sítt ognarmerki á okkum. Hann hevur alla tíðina sýnt okkum sína umsorgan og verið um okkum, so vit altíð skulu vera hjá honum og um vit ikki fráskriva okkum hansara kærleika í hugmóð og vantrúgv, so skulu vit um ævir vera hjá honum.
Hetta ber so tað í sær, sum Paulus síðani sigur: »at eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Tí um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum. Vit eru ikki okkara egnu og vit hava fingið nakað at liva fyri og doyggja fyri. Júst fingið av Harra okkara. Fingið lívið sjálvt, fingið menniskju at liva lívið saman við, fingið eina tænastu fyri land og fólk og fyri Harran og medmenniskju.
Lívið er ein tænasta, ein vitnisburður og soleiðis verður deyðin eisini, tá ið vit hoyra Harranum til. Henda trúgvin á Guð og á Jesus, sum Harran, gevur lívinum eitt ríkt innihald og sendir sínar geislar inn í deyðans stund. Vit hoyra honum til og tí liva vit og virka vit við øllum teimum evnum Guð gav og í trúskapi til tqann dagin, hann kallar okkum heim.
Hetta er at vera í kirkju. Kirkja er eitt grikskt orð upprunaliga, sum merkir tað sum hoyrir Harranum til, og verður sipað mest til tey, sum eru doypt at hoyra honum til.
Høgni Poulsen