Eitt gott dømi um hetta er orðaskiftið, sum hevur tikið seg upp um ætlanina at leggja barnaansingina út til kommunurnar at umsita. Eftir tilmælinum skulu kommunurnar hava ábyrgd og fullan avgerðarrætt, fyrisitingarliga og fíggjarliga. Útrokningin, sum er gjørd, vísir, at summar kommunur fáa pening og aðrar kommunur skulu gjalda.
Sum dømi kann nevnast, at Tórshavnar kommuna skal sjálv bera ein størri part av útreiðslunum, kanska einar 15 milliónir krónur afturat árligu útreiðslunum. Hetta er sjálvandi nógv, og hetta hevur fingið politikarar í høvuðsstaðarøkinum at reisa kampar. M. a. hevur formaðurin í sosialu nevndini, Elin LIndenskov, sagt, at so verða ikki ráð til fleiri dagansingarpláss. Men eftir tí, sum býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, sigur og skrivar, so megnar kommunan at bera hendan kostnaðin. Hetta hevur fingið ilt í býr´ðaslimin Inga Mohr, sum skírir býráðsformannin fyri at vera ábyrgdarleysan, tí talan er um eina upphædd, sum svarar til inntøkuna frá einum skattaprosentstigi. Harafturat leggur hann so eftir umsitingini. Orðaskiftið um tað rætta ella skeiva í hesum máli er longu farið av kós!!!
Um hetta mál er nogv væl arbeitt og skil annars er í tilmælinum, og um tað er rætt í heila tikið at leggja so stórt øki út til kommunurnar at umsita, skal støða ikki takast til her, men spurningurin er partvíst um kommunalt sjálvstýri og um at hava fulla ábyrgd av einum ella fleiri málsøkjum, sum flestu kommunalpolitikkarar vilja. Og tað merki reisini fíggjarliga ábyrgd, og tað kosta. Eisini havnarfólkum. Tí, hví skulu fugloyingar ella svínoyingar gjalda til barnaansing í Havn, sum býráðsformaðurin í Klaksvík, Jógvan við Keldu, spyr!
Tað verður í Kommunuálitinum lagt upp til at leggja barnaansingina út til kommunurnar, men spurningurin er, um tað ikki er rætt at gera tað saman við eldraøkinum, sum Leiv ur Hansen mælir til. Tá verður fíggjarliga myndin kanska eitt sindur øðrvísi, men vit fáa helst eina loysn fyri tvey øki, sum bæði land og kommunur taka sær av í dag og sum kanska hevur óneyðuga fyrisiting við sær í skattauppkrevjingini.