annan harðskap. Tom Repetto, sum júst hevur skrivað eina bók um løgregluna í New York í árunum frá 1949 til 2012, sigur, at hetta er sera sjáldsamt í einum býi, sum hevur átta milliónir fólk. [...] hugaligt met í ár, tí tey seinastu hálvthundrað árini hava tað ongantíð verið so fá dráp í býnum sum í ár. Tað sigur borgarstjórin, Michael Bloomberg (myndin). Higartil í ár hava 414 dráp verið í New York [...] 19 prosent færri enn í fjør og tað minsta talið síðani 1963, tá myndugleikarnir fóru undir at skráseta øll dráp í býnum. So seint sum í 1990 vóru 2.260 dráp í New York, so talið í ár er minni enn 20 prosent
landið og í høvuðsstaðnum til frama fyri átakið. Stuðulskonsertin í Vesturkirkjuni er millum seinastu tiltøkini í ár og tað sær út til at folk kunnu gleða seg. Evi Tausen, sum hevur fyriskipað [...] fyriskipað konsertina hevur sett saman eina spennandi skrá, har okkara allarbestu countrytónleikarar taka lut saman við Vestmanna Kirkjukórið. Tey luttakandi eru Hallur Joensen, Evi Tausen [...] inn til átakið Í menniskjum góður tokki meðan konsertin er. Alt sum kemur inn verður óskert býtt til tær familjur sum hava tørv á jólahjálp. Fleiri enn 450 familjur bíða í hesum døgum eftir
andið hevur sæð kanningina hjá svenska sjónvarpinum, sigur aðalskrivarin, at hetta skal takast í størsta álvara. Í Føroyum er FSF í løtuni í gongd við eina rundferð, har man vitjar øll liðini í Betrideildini [...] Svenska sjónvarpið hevur gjørt eina kanning millum spælararnar í trimum teimum fremstu deildunum hjá monnum í svenskum fótbólti. Tilsamans 1.533 leikarar fingu eitt spurnarblað, og av teimum vóru tað 619 [...] 619, sum sendu svarini innaftur. Niðurstøðan í kanningini er, at avtalað spæl í stóran mun finst í svenskum fótbólti, og tað enntá í allarbestu deildini, Allsvenskan. Av teimum 619 leikarunum, sum svaraðu
Í næstu viku byrjar nýggj bussleið at koyra ímillum Glasir í Havn, og Vágar. Tað hava Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Strandferðslan, nú tikið stig til, Tað hevur annars verið sera [...] ferðasambandið ímillum heim og skúla er gott, sigur Jørgen Niclasen í einum tíðindaskrivi. – Síðani Glasir lat upp, hevur busssambandið vestur í Vágar verið so óhøgligt, at næmingarnir úr Vágum eru meira enn [...] fer at koyra mánadagin og bussurin fer av Glasi eina ferð um dagin, og tað er hvønn gerandisdag klokkan 15.30. – Øll skulu hava møguleika fyri at fáa eina miðnámsútbúgving ,men ein týðandi fortreyt er,
Tórshavnar Býráð hevur nú ætlanir um at umskipa alt økið niðri í Vágsbotni. Hetta er eitt lið í miðbýarætlanini hjá kommununi og har er longu ymiskt gjørt fyri at fáa meiri lív í, bæðu trappa, kaffistovur [...] torg í Vágsbotni. Men talan er um eina ætlan, sum ikki verður framd beint nú, tí fyrst skal økið projekterast, og ein greið ætlan skal leggjast fyri, hvussu tað skal skipast. Tað fer at kosta eina millión [...] vánaligar. Eitt, sum tosað hevur verið um, er at flyta vegin longur inn ímóti Miðlahúsinum og handlinum hjá Johs Andreasen, soleiðis at tað verður betri pláss uttan fyri til at skipa økið í og at gera eitt rættiligt
handtikin og settur í brummuna í Klaksvík, har hann hevur sovið í nátt. Annars er vælmannað lið av samarittum á G! og teir gera eitt stórt arbeiðið, sum eisini lættir munandi um hjá løgregluni. Í nátt fór eisini [...] eisini ein maður á sjógv í Skálatrøð í Havn. Løgreglan fekk boð um hendingina frá fólki, men tá ið tey komu á staðið, var maðurin fingin upp á turt aftur. Sum vanligt er í slíkum førum, varð hann sendur á [...] náttin á G! festivalinum hevur verið rættiliga friðarlig. Løgreglan sigur, at tað einasta, tey hava havt at gera, var at fara eftir einum fullum manni, sum var ólátaður. Hann vassaði út í og var ikki grannhavandi
hava verið mál fyri álopi. Løgreglan hevur enn ikki umrøtt spreingingina sum eina yvirgangsatsókn. Vårby Gård er um 15 kilometrar í ein útsynning úr miðbýnum í Stokkhólmi. Bumbuserfrøðingar hjá løgregluni [...] Ein maður er deyður eftir skaðan, hann fekk av eini spreinging við eina metrostøð í Stokkhólmi í dag, upplýsir løgreglan. Tað var við metrostøðina Vårby Gård, at spreingingin var. Ein kvinna er særd, men [...] vera í sekstiárunum. Hann var saman við eini 45 ára gamlari kvinnu. Tær vóru bæði í skundi flutt á sjúkrahús, har maðurin doyði av løstunum. Kvinna fekk smærri snuddir. Lesið eisini: Tvey særd í spreinging
Fyrr í dag vunnu kvinnurnar hjá Fleyr 3-1 á Mjølnir í Gundadalshøllini. Talan var um ein dyst í bólkaspælinum í steypakappingini. Settmunurin var 25-22, 25-22, 22-25 og 25-20. Triðja liðið í bólkinum er [...] 0-3 ímóti Mjølnir farna leygardag. Við vunna settinum í dag hevur Mjølnir tryggjað sær minst annað plássið í bólkinum. KÍF má vinna 3-0 á Fleyr í Kollafirði komandi sunnudag. Vinnur KÍF 3-1 ella 3-2 fer [...] Danielsen (Fleyr). Eina Kalsø heldur, at Fleyr var væl betri í dag, og hon hevur tær sum greiðar favorittar til at vinna á KÍF. Anja Danielsen er ikki hørm um, at Sofía Purkhús og Eina Kalsø eru komnar aftur
Navnið Fiskivinnuskúlin fer nú í søguna, og skúlin fer at eita Miðnám í Vestmanna. Hesum boðar Jákup Andreasen, skúlastjóri, frá í morgun. Hann sigur, at skúlin síðan 2013 hevur verið partur av gymnasialu [...] náttúruríkidømi í framtíðini. Navnið Miðnám í Vestmanna skal eisini geva næmingum og foreldrum eina greiða ábending um staðseting, og at talan er um ein skúla javnbjóðis aðrar miðnámsskúlar í landinum. Samstundis [...] Samstundis hevur navnið eina breidd, sum ikki er avmarkandi fyri virksemið á skúlanum í framtíðini.
in hevur ferðast víða. Hon hevur verið sýnd í UNESCO-høvuðssætinum í París, í ST í New York, í Knesset í Jerúsalem, í Kongressini í Washington D.C., í Vatikaninum í Rom og aðrastaðni við – og nú í býr [...] býráðshøllini í Klaksvík. Her er talan um eina søguliga framsýning, sum UNESCO og SIMON WIESENTHAL-stovnurin hava lagt til rættis. Hon er bygd á eina drúgva granskingarverkætlan, og gevur gott innlit í tað 3500-ára [...] Fólkið, bókin og landið er heitið á framsýningini, sum læt upp í býráðssalinum í Klaksvík í kvøld. Dávur Winther, mentanarleiðari setti framsýningina, segði nøkur orð og beyð vælkomin. Framsýningin, sum