Hendan fyrsta náttin á G! festivalinum hevur verið rættiliga friðarlig. Løgreglan sigur, at tað einasta, tey hava havt at gera, var at fara eftir einum fullum manni, sum var ólátaður. Hann vassaði út í og var ikki grannhavandi og tískil varð hann handtikin og settur í brummuna í Klaksvík, har hann hevur sovið í nátt.
Annars er vælmannað lið av samarittum á G! og teir gera eitt stórt arbeiðið, sum eisini lættir munandi um hjá løgregluni.
Í nátt fór eisini ein maður á sjógv í Skálatrøð í Havn. Løgreglan fekk boð um hendingina frá fólki, men tá ið tey komu á staðið, var maðurin fingin upp á turt aftur. Sum vanligt er í slíkum førum, varð hann sendur á Landsjúkrahúsið til kanningar.
Tá ið Norrøna kom til Havnar í gjár, varð ein minni nøgd av hassji funnið upp i á einum ferðafólki og viðkomandi er skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni. Løgreglan sigur, at talan var um eina so lítla nøgd, at talan verður helst um eina bót.