Avtalað spæl er ein trupulleiki í svenskum fótbólti

Avtalað spæl ella matchfixing er ein stórur trupulleiki í Svøríki. Tað vísir ein kanning, sum svenska sjónvarpið hevur gjørt

Svenska sjónvarpið hevur gjørt eina kanning millum spælararnar í trimum teimum fremstu deildunum hjá monnum í svenskum fótbólti.

Tilsamans 1.533 leikarar fingu eitt spurnarblað, og av teimum vóru tað 619, sum sendu svarini innaftur.

Niðurstøðan í kanningini er, at avtalað spæl í stóran mun finst í svenskum fótbólti, og tað enntá í allarbestu deildini, Allsvenskan.

Av teimum 619 leikarunum, sum svaraðu spurnarblaðnum, søgdu heili 73, at teir vóru vitandi um dystir, har avtalað spæl var, og sum man ikki visti um alment, og sum ongantíð hava verið frammi í miðlunum.

17 av leikarunum greiða frá, at teir sjálvir hava fingið áheitanir um at skipað fyri avtalaðum spæli í dystum, sum teir hava tikið lut í, meðan 82 leikarar hava tikið lut í dystum, har teir hava havt illgruna um avtalað spæl.

Eftir at svenska fótbóltssambandið hevur sæð kanningina hjá svenska sjónvarpinum, sigur aðalskrivarin, at hetta skal takast í størsta álvara.

Í Føroyum er FSF í løtuni í gongd við eina rundferð, har man vitjar øll liðini í Betrideildini hjá monnum og greiðir frá um avtalað spæl.