Ein stórur lætti hjá skúlanæmingum í Vágum

Hetta fer at at stytta munandi um skúladagin hjá teimum

Í næstu viku byrjar nýggj bussleið at koyra ímillum Glasir í Havn, og Vágar. Tað hava Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Strandferðslan, nú tikið stig til,

Tað hevur annars verið sera tvørligt hjá næmingum úr Vágum at ganga á Glasi – serliga eftir skúlatíð, táið teir mangan skulu bíða leingi eftir bussinum.

Tí verður ein serlig ruta nú sett at koyra ímillum Glasir og Vágar. Rutan, sum eitur Leið 350, fer at koyra mánadagin og bussurin fer av Glasi eina ferð um dagin, og tað er hvønn gerandisdag klokkan 15.30.

– Øll skulu hava møguleika fyri at fáa eina miðnámsútbúgving ,men ein týðandi fortreyt er, at ferðasambandið ímillum heim og skúla er gott, sigur Jørgen Niclasen í einum tíðindaskrivi.

– Síðani Glasir lat upp, hevur busssambandið vestur í Vágar verið so óhøgligt, at næmingarnir úr Vágum eru meira enn 11 tímar heimanifrá, fyri ein skúladag, sum er sjey tímar. Nýggja leiðin fer at gera tað munandi høgligari hjá næmingunum at sleppa til hús eftir loknan skúladag, sigur andsstýrismaðurin.