Tórshavnar Býráð hevur nú ætlanir um at umskipa alt økið niðri í Vágsbotni.
Hetta er eitt lið í miðbýarætlanini hjá kommununi og har er longu ymiskt gjørt fyri at fáa meiri lív í, bæðu trappa, kaffistovur og skeinkistøð, sum eisini borðreiða uttandura, sølutorg og handlar.
Býráðið staðfestir, at sostatt er Vágsbotnur ein miðdepil í Havn, men i býráðnum ásanna tey, at økið er ikki serliga væl skipað og tí skal ein heildarloysn gerast fyri Vágsbotn
Eitt nú hava tey, sum plaga at vera á sølutorginum við ymsum søluvørum, gramt seg um, at umstøðurnar eru ov vánaligar.
Eitt, sum tosað hevur verið um, er at flyta vegin longur inn ímóti Miðlahúsinum og handlinum hjá Johs Andreasen, soleiðis at tað verður betri pláss uttan fyri til at skipa økið í og at gera eitt rættiligt torg í Vágsbotni.
Men talan er um eina ætlan, sum ikki verður framd beint nú, tí fyrst skal økið projekterast, og ein greið ætlan skal leggjast fyri, hvussu tað skal skipast.
Tað fer at kosta eina millión og nú skal býráðið so taka støðu til um tann peningurin skal játtast.










