Ein maður er deyður eftir skaðan, hann fekk av eini spreinging við eina metrostøð í Stokkhólmi í dag, upplýsir løgreglan.
Tað var við metrostøðina Vårby Gård, at spreingingin var. Ein kvinna er særd, men ikki álvarsliga.
Tann deyði maðurin verður hildin at vera í sekstiárunum. Hann var saman við eini 45 ára gamlari kvinnu.
Tær vóru bæði í skundi flutt á sjúkrahús, har maðurin doyði av løstunum. Kvinna fekk smærri snuddir.
Lesið eisini: Tvey særd í spreinging við metro í Stokkhólmi
Sambært Svend-Erik Olsson frá løgregluni í Stokkhólmi hevði maðurin tikið okkurt upp, sum lá á vegnum, og so sprongdist tað.
Eingin tekin er um, at kvinnan og maðurin hava verið mál fyri álopi. Løgreglan hevur enn ikki umrøtt spreingingina sum eina yvirgangsatsókn.
Vårby Gård er um 15 kilometrar í ein útsynning úr miðbýnum í Stokkhólmi.
Bumbuserfrøðingar hjá løgregluni arbeiða á staðnum fyri at tryggja sær, at ikki fleiri lutir eru, sum kunnu spreingjast.
Fleiri svenskir miðlar skriva, at tað kann hava verið ein hondgranat, sum sprongdist, men enn hevur løgreglan ikki viðmerkt tað.