farin undir at selja sexleiku til føroyingar. Tað var annars ikki við sexleikum, at virksemi hjá Hallu Sif Elvarsdóttir byrjaði. Tíðliga í fjør fór hon undir at selja vørur til kropsrøkt av hondgjørda íslendska [...] staðin eru tað onnur ting, ið selja væl beint nú. Serliga er tað “fleygarin”, sum tey rópa tað, ið hevur selt væl í januarmánaði. “Fleygarin” er ein følsk gina. Ein gina úr gummi til mannfólk, sum er væl [...] alnetshandilin, sum hon fór undir um mánaðarskiftið juli/august, nú hevur alskyns úrval av sexleiku til bæði kvinnur og menn. Fleiri mannfólk keypa Fyrstu tíðina eftir at heimasíðan læt upp vóru vitjanir
gongur eisini fram av §41, stk. 1, sum gevur einum og hvørjum limi í tinginum rætt til at leggja fram lógaruppskot og uppskot til samtyktar. Kortini hevur gongdin verið tann, at hóast tinglimirnir í fyrstani [...] verið, at ymisk sjónarmið og ymiskar áskoðanir til ávís mál hava verið umrødd út í æsir innanhýsis, inntil málið er avklárað soleiðis, at flokkurin er komin til eina felags støðu, t.v.s. at einstakir tinglimir [...] stevnuskrá. Tað kann ofta koma einum nývaldum óvart á, hvat tað í grundini ber í sær at verða valdur á ting fyri ein politiskan flokk og gerast limur í einum tingbólki. Tá verður ein við hvørt noyddur at boyggja
hjá fólki, og gjørt hundrað onnur ting. Líkt er til, at fólki dámar væl at hava við eina fyritøku at gera, soleiðis at tey sleppa undan at renna frá Peri til Pól - til ein málara, elektrikara, múrara, rørsmið [...] finish’ið Týsdagin í farnu viku var Mortan einsamallur til arbeiðis í einum húsum á Selatrað. Húsini, sum ein maður ið er komin nakað til árs eigur, trongdu til ábøtur. Hesin ynskti, at Mortan tók eina hond í [...] timbur til trappur Ein partur av arbeiðinum hjá Mortani var at leggja nýtt timbur á trappurnar. Til hetta nýtti hann eitt serligt – og serliga gott – slag, nevniliga asiatiskt mahogni sum hann fær til keyps
ki við samgongu og andstøðutinglimur Í nevndarvalið hevur ein flokkur skyldu til at fáa so stóra politiska ávirkan sum til ber. Sjálvstýrisflokkurin fekk í valbólki við samgonguni eitt betri úrslit, enn [...] við floksleiðsluna, boðaði Kjartan mær frá, at hann tók við formansvali. Grundin til at eg skjeyt Kjartan Joensen upp til formann, var av tí einføldu orsøk, at Landstýrismannanevndin eins og allar hinar [...] greinskrivara. Missálitisuppskotið á Bjørn Kalsø Landstýrismannanevndin kemur til ta niðurstøðu, at viðgerðin í samband við keyp og sølu av fiskiførum ikki tryggjar, at ásetingarnar í § 7 um vinnuligan fiskiskap
um tey meta at barn teirra, svarandi til aldurin hjá barninum, dugir neyðugu lærugreinarnar á nøktandi hátt. – Vit kunnu ikki spyrja, heldur tú, at barnið dugir til 11 í rokning? Vit mugu spyrja, heldur [...] hesar royndir verða gjøgnumførdar. Til teir yngru flokkarnar hava serlærarar verið á skúlanum og greitt frá, hvussu teir gera lesiroyndir og hesar brúkar skúlin nú. Til eldru flokkarnar er einki tilfar, [...] annað dømi um eina ávísa ónøgd, var kunningin frá skúlanum til heimið. – Kanningin vísti, at foreldrini ikki hildu, at kunningin frá skúlan til heim var nóg góð. Tí hava vit nú gjørt nakrar fastar formularar
saman, so tað bleiv mong línan at rekja og fløkjan at greiða. Hetta hoyrdi við til lívið. Tíðin gekk, og vit fóru báðir til skips, og skjótt blivu vit forlovaðir. Vit fingu okkum báðir gentu úr Fuglafirði [...] liggur mong ein spennandi søga goymd, tó ikki í plastikposa, teir vóru ikki til tá. Vit gjørdu nógvar skjótingartúrar bæði til fjals eftir harum og á Víkina eftir álkum. Onkur skarvur lá eisini eftirá. [...] bíðar við at koma. Vit takka hjartaliga fyri gott brøðra- og vinarlag frá barnsbeini av til dagin í dag. Hjartaliga til lukku við gullbrúdleypinum. Bestu heilsur við Sálmi 115.15 Levi og Gretha Joensen
frágreiðing um, hví tað vendi so skjótt: - Høvuðsorsøkin til hetta var, at ein fekk avviklað tað mesta av almenna stuðlinum til skip og trolarar. Hetta var til stóran skaða. - Í dag sær ein tí, at tingini eru [...] sigur Schlüter. Hann hevur somuleiðis lagt merki til, at tann føroyski búskapurin mennir seg ótrúliga væl. – Det er ligesom i Danmark, sum hann tekur til. Fer ein 15 ár aftur í tíðina, tá búskaparliga kreppan [...] loysnin á kreppuni varð latin upp í hendurnar á Nyrup-stjórnini. - Høvdu tygum gjørt nøkur ting øðrvísi enn Nyrup, til tess at fáa føroyska samfelagið úr aftur kreppuni? - Hatta er jú ein teoretiskur spurningur
vildi helst sleppa heim til Hvalvíkar. Hon ballaði seg inn í fangið á eigara sínum, og hugdi við biðani eygum. Onkur hvølpur var enntá farin at ristast. So tá ið farið var til hús, so vóru tað ikki bara [...] enn hvat Nina Brockie, ein av skeiðleiðarunum, hevði at siga um, hvar ein hundur skuldi gera síni ting. Líkamikið hvussu eigaranir ryktu og skryktu í hundasnórarnar, so vórðu lítlu hundarnir ósundurskiljandi [...] varð, so var kavin, ið lá tjúkkur í Hoydølum, nógv meira spennandi. -Hon elskar kava. Hon er ikki til at fáa inn aftur, tá ið tað er kavi, so nú verður verri, sigur eigarin, tá ið hann forpøstur roynur
hvønn onsdag í líkaviku frá kl 15.00 til 18.00. Bilur fæst til staðið við at ringja 371069 eftir kl. 13. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Reyði Krossur [...] 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hóskvøld eftir avtalu. Amnesty International Føroya Deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Tlf. 315816 Skrivstovan er opin mánadag frá kl. 9.00 til 17.00 [...] 9.00 til 16.00 Heimasíða: www.amnesty.fo Teldupostur: amnesty@amnesty.fo LFÚ-skrivstovan hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 15 til 18. LFÚ ráðgev ingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16 til 18.
hon í holtur við at útbúgva seg til hundavenjara, tí hennara stóri áhugi hevur altíð verið hundar. -Mær hevur altíð dámt sera væl hundar. Tískil valdi eg, at melda meg til eitt hundavenjaraskeið, ið eitt [...] at útbúgva seg til hundavenjara. -Nei, her er tað viljin, ið drývur verkið. Tað er í øllum førum ikki lønin, tí hon er ikki stór, flennur Jonna. Tað vísur seg, at Jonna dugur síni ting. Óargaligi hvølpurin