Ein stórur dagur stendur fyri framman. Eitt sera vælkent par fer sum kappróðrarbáturin um mál 9. februer. Tá hava tey livað saman í 50 ár. Tey hava skrivað sína lívssøgu, sum er væl verd at fylgja. Jógvan sum maður, ogHarriet sum kona, ið klárar síni ting í øllum spakføri og gudsótta. Heim teirra er eitt Elim søtt í oyðimørk, harmangur hevur sitið væl undir pálmun teirra, eisini vit bæði Levi og Gretha.
Jógvan kenni eg frá barnsbeini av. Hann var ein kúllur millum hinar kúllarnar. Pápar okkara róðu út saman, so tað bleiv mong línan at rekja og fløkjan at greiða. Hetta hoyrdi við til lívið.
Tíðin gekk, og vit fóru báðir til skips, og skjótt blivu vit forlovaðir. Vit fingu okkum báðir gentu úr Fuglafirði, so har liggur mong ein spennandi søga goymd, tó ikki í plastikposa, teir vóru ikki til tá.
Vit gjørdu nógvar skjótingartúrar bæði til fjals eftir harum og á Víkina eftir álkum. Onkur skarvur lá eisini eftirá.
Seinni fóru vit báðir við sama skipi og báðir á brúnna. Har vóru nógvar søgur fortaldar, men eg haldi, at eg fari at fortelja um hin tiltikna harutúrin. Henda morgunin, vit skuldu fara at skjóta harur, var eg heldur seinur. Eg var nýliga komin av skipi og nakað fitnaður, so eg fann ongar buksur, sum passaðu. Nú vóru góð ráð dýr. Allir vóru ótolnir at sleppa avstað og bóðu meg skunda mær. Einastu ráð vóru at fara í ongum undirbuksum.
Tá vit vóru komnir niðan í Neytadal, leypir ein hara, og eg skjóti og raki, men haran rann eitt petti og eg aftaná. Tá eg skuldi gleiva upp um ein stóran stein, var eitt brak, og buksurnar skrædnaðu frá reimini framman og líka niður í skrevið. Men einki var at gera. Tá vit, sum avgjørt var frammanundan, møtast við Setursklett á Borðoyarnesi, royndi Jógvan at leysa skrallið aftur, men lítið hjálpti, tí ov lítið tilfar var at seyma í.
Síðani fóru vit allir til gongu út á Borðoyarnes.
Tá eg og Dánjal, sum fylgdust, komu niðaná, gekk ikki longur. Eg mátti biðja Dánjal um hjálp. Hann var í føroyskum undirbuksum, og bað eg hann lata meg fáa tær. Í meðan vit báðir skifta, kemur Otto og hann spyr, hvat ólukkan er á vási. Har bleiv ein øgiligur látur, og mínar skrøddu buksur fóru sendandi út av einum hamri, men dagurin var bjargaður. Nú var eg heitur restina av degnum.
Jógvan og eg kennast sera væl, og er hann ein skilamaður bæði á sjógvi og landi. Hann hevur havt mong álitisstørv – millum onnur borgmeistari, skipari og nevdarlimur í fleir nevndum.
Tað besta er tó, at hann og Harriet komu til trúgv á ungum árum og hava staðið sum tveir vitar í bygdini.
Nógvir túrar eru gjørdir runt í landinum við gleðiboðskapinum, og trúfesti tykkara í samkomuni hevur verið stórt. Hvat ið bíðar okkum í tí ljósa landi, vita vit ikki, men tað verður stórt. Harrin er har, hann, sum fyllir alt í øllum.
Vit eru mong, ið gleðast saman við tykkum, nú tit fara um fimmti ára linjuna. Eisini vilja vit senda eina kærleiksfulla heilsan til børn tykkara, sum altíð eru so vinarliga og fyrikomandi at møta. Sannliga er tað hugnaligt at detta inn á gólvið í Brekkuni.
Nú venda vit okkum móti himli í bøn við tøkk fyri tað, sum farið er, og leggja komandi dagar í Harrans hendur. Vit ynskja tykkum mong góð ár afturat, um Harrin bíðar við at koma.
Vit takka hjartaliga fyri gott brøðra- og vinarlag frá barnsbeini av til dagin í dag.
Hjartaliga til lukku við gullbrúdleypinum.
Bestu heilsur við Sálmi 115.15
Levi og Gretha Joensen










