Vit hava sett eigaranum av alnetshandlinum stevnu. Hava avtalað at gera eina samrøðu við kvinnuna handan Daman.fo, sum við stovnanini av heimasíðuni og alnetshandlinum, í roynd og veru hevur latið upp Føroya fyrsta sexleikuhandil. Ein handil sum skal tryggja, at kynslívið hjá føroyingum ikki gerst ov eintáttað.
Vit eru heima hjá henni í Miðvági, og aftur við nýbryggjaðum kaffi fáa vit eitt litríkt og ikki minst øðrvísi prát, um sexleiku og kynslívið hjá føroyingum.
Byrjaði við kropsrøkt
– Hví ikki, er hennara stutta svar, tá eg spyrji Hallu Sif Elvarsdóttir, hví hon er farin undir at selja sexleiku til føroyingar.
Tað var annars ikki við sexleikum, at virksemi hjá Hallu Sif Elvarsdóttir byrjaði. Tíðliga í fjør fór hon undir at selja vørur til kropsrøkt av hondgjørda íslendska merkinum Purity Herbs. Hetta gekk væl og seinni bílegði hon eisini kynsøsandi dropar.
– Og tað seldi forbiðið væl, heldur Halla fyri við einum smíli. Hon fór síðani undir at selja vibratorar. Teir vóru útseldir beinanvegin, og har frá vant virksemið bara upp á seg, soleiðis at alnetshandilin, sum hon fór undir um mánaðarskiftið juli/august, nú hevur alskyns úrval av sexleiku til bæði kvinnur og menn.
Fleiri mannfólk keypa
Fyrstu tíðina eftir at heimasíðan læt upp vóru vitjanir nógvar, men bíleggingarnar ongar. Halla Sif Elvarsdóttir fortelur, at tá hon sá at 200 vitjanir høvdu verið á síðuni, men eingin bílegging var komin, byrjaði at ivast eitt sindur, um tað fór at bera seg.
Men so komu fyrstu bíleggingarnar, og síðani tá hevur virksemið verið støðugt vaksandi. Í dag hevur heimasíðan dagliga millum 50 og 100 vitjandi, og fleiri teirra bíleggja eisini eitthvørt.
Hóast eg ikki rokni við at Halla fær at avdúka nakran av hennara kundum, kann eg ikki bara mær at spyrja, hvørji tað eru, sum keypa frá henni?
– Meirilutin er mannfólk, teir eru raskari at keypa enn kvinnurnar. Og bíleggingarnar koma úr øllum landinum, svarar Halla.
Hví so er, at tað eru fleiri mannfólk enn konufólk í hennara kundaskara, hevur hon einki eintýðugt svar uppá.
– Men konufólk keypa ofta, tá tey eru til ymisk “parties”. Mannfólk hava eingin tílík “parties”, sigur Halla Sif Elvarsdóttir sum eitt boð upp á, hví fleiri mannfólk keypa frá henni enn konufólk.
Sølutølini prógva tørvin
Eitt er tað, at fleiri mannfólk eru millum kundarnar í einasta føroyska sexleikuhandlinum. Eitt annað er, um tað yvirhøvur er tørvur á einum slíkum handli til føroyingar?
– Tað haldi eg at sølutølini prógva. Eg fái javnan fyrispurningar um vørur, ið eg ikki havi, har fólk spyrja, um tað ikki er nakað eg kann bíleggja, og tað royni eg so, greiðir Halla Sif Elvarsdóttir frá.
Í so máta líkist sexleikuhandilin øðrum handlum, og í roynd og veru er hesin fremmandi handilin í Føroyum, líkur klædnahandlum, føroyingar dagliga vitja í, á fleiri aðrar mátar við. Har er eitt ávíst úrval av vørum, men hevur hon ikki tað, kundin leitar eftir, so bíleggur hon tað til hann. Eisini leggur Halla Sif Elvarsdóttir seg alla tíðina eftir at hava eitt skiftandi og breitt úrval av vørum, soleiðis at tað er ein støðug útskifting av leikunum.
Men hóast sølutølini eru har, sum prógva at tørvur er á einum handli av hesum slagnum, heldur Halla Sif Elvarsdóttir ikki, at tað hevði loyst seg við einum veruligum sexleikuhandli í Føroyum. Einum handli í einum handilshølum, har kundin kom inn og hugdi at teimum ymsu dildo’unum, ymsu sløgunum av glíðikrem ella følskum ginunum, ið lógu á hillunum.
– Eg rokni ikki við, at ein handil hevði riggað í Føroyum. Tað er samfelagið ov lítið til. Og eg skilji væl fólk, sum ikki tíma í ein tílíkan handil, sigur Halla Sif Elvarsdóttir.
Útseldar gummi-ginur
Fólk vitja tó heimasíðuna, og fólk bíleggja higani. Men hvat er tað, ið kundarnir keypa. Eru tað nakrar leiku, ið fólk altíð spyrja eftir og bíleggja?
– Kynsøsandi droparnir frá Purity Herbs selja altíð væl. Cock-ringarnir eru eisini altíð væl umtóktir (Sí mynd aðrastaðni á síðuni, blðm.) og so eisini glíðikrem sjálvandi, sigur Halla Sif Elvarsdóttir.
– Vibratorarnir vórðu útseldir beinanvegin. Men tað er so øgiliga skiftandi við teimum, og beint nú eru teir “yt”, fortelur Halla Sif Elvarsdóttir.
Sølan hjá fyrsta føroyska sexleikuhandlinum gongur væl. Vibratorar selja kanska ikki eins væl í løtuni, sum at byrja við, men í staðin eru tað onnur ting, ið selja væl beint nú. Serliga er tað “fleygarin”, sum tey rópa tað, ið hevur selt væl í januarmánaði.
“Fleygarin” er ein følsk gina. Ein gina úr gummi til mannfólk, sum er væl móttikin millum mannligu kundarnar hjá daman.fo.
– Eg bílegði 45 fyrst í januar. Tær eru allar seldar, so nú má eg bíleggja fleiri, greiðir Halla Sif Elvarsdóttir frá. “Klitoris-kitlarin” hevur eisini selt væl. Tað er eitt sexleika, sum sær út sum ein varrastift, men í veruleikanum er ein pinkalítil dildo við vibrator.
Yvirhøvur væl móttikið
Hóast hon hevur skelkað fleiri við síni sølu, heldur Halla Sif Elvarsdóttir, at fólk yvirhøvur hava tikið tað væl upp, at hon umvegis alnetið selur sexleiku.
Halla Sif Elvarsdóttir dylur tó á ongan hátt yvir, at hetta var høvuðssamtaluevnið í Miðvági, um tað mundi hon byrjaði virksemi.
– Reaktiónirnar hava verið blandaðar, og sjálvandi hevði eg helst eisini flent, um nábúgvi mín brádliga fór undir sovorðið. Men eg haldi, at fólk yvirhøvur hava tikið tað væl upp.
Halla Sif Elvarsdóttir sær tó ikki søluna av sexleikum sum ein framtíðar vinnuveg. Tað er nakað hon tekst við beint nú, við síðuna av gerandis arbeiði hennara.
Ristandi gjøgnum tollin
Men hví skulu fólk yvirhøvur keypa sexleiku, spyrji eg Hallu Sif Elvarsdóttir at enda?
– Hví ikki? Um tú hevur verið í einum parlagi í 25-30 ár, hví so ikki royna okkurt nýtt? Tað eru eisini nógvar kvinnur, ið hava orgasmutrupulleikar, og her kunnu sexleiku vera ein hjálp, vísir Halla Sif Elvarsdóttir á.
Hon førir síðani fram, at tað er eingin, sum leggur merki til tín, um tú bíleggur á síðuni. Vørurnar verða sendar í einum diskretum pakka, sum líkist øllum øðrum pakkum, sum vit fáa sendandi.
Og flennandi heldur hon fyri, at nú slepst eisini undan, at føroyskar kvinnur og menn koma ristandi gjøgnum tollin eftir ferðir uttanlands, í berum ótta fyri at verða steðga við sexleiku í viðførinum.










