At vera løgtingslimur

Eilif Samuelsen

Eitt av teimum grundleggjandi meginsjónarmiðunum í parlamentarisku skipanini er, at teir valdu tinglimirnir taka seg saman í flokkar. Í Danmarks Riges Grundlov stendur einki um politiskar flokkar, tí tað eru teir einstøku valdu persónarnir, sum hava mandatini, tvs, sum hava fingið heimildina frá sínum veljarum at umboða teir á tingi. Men tinglimirnir eru kortini suverenir, tað vil siga, at teir einans eru bundnir av síni sannføring og ikki av nakrari forskrift frá sínum veljarum (§56). At grundlógin framvegis hevur tað sjónarmiðið, at tað eru einstaklingar, sum hava fingið álitið frá veljarunum, gongur eisini fram av §41, stk. 1, sum gevur einum og hvørjum limi í tinginum rætt til at leggja fram lógaruppskot og uppskot til samtyktar.
Kortini hevur gongdin verið tann, at hóast tinglimirnir í fyrstani í prinsippinum vóru leysir av flokkum, so eru teir í dag allir stillaðir upp á listar og eru valdir gjøgnum politiskar flokkar. Allir tinglimir síggja seg sjálvar og hinar tinglimirnar fyrst og fremst sum umboð fyri ein politiskan flokk, sum hevur eina politiska stevnuskrá. Tað kann ofta koma einum nývaldum óvart á, hvat tað í grundini ber í sær at verða valdur á ting fyri ein politiskan flokk og gerast limur í einum tingbólki. Tá verður ein við hvørt noyddur at boyggja seg at tí felags viljanum. Á tingi snýr tað seg nógv um at gera meirilutar, og harvið kemur ein út í politiskt stríð við umboð fyri aðrar flokkar. Men vanliga er samarbeiðið millum starvsfelagar rættiliga gott. Ein skilir og virðir í høvuðsheitum politisku sjónarmiðini hjá hinum, og vanliga verða óskrivaðar spælireglur virdar, t.d. at gjørdar avtalur verða hildnar.
Eitt eru tær politisku ósemjurnar við limir úr øðrum politiskum flokkum, men ofta eru teir størstu trupulleikarnir innanfloks, í egnu tingmanningini. Teir einstøku tinglimirnir skulu í samarbeiði við hini av manningini og ofta í kapping royna at gera vart við seg og koma sær fram, og tá kunnu neistar fúka.
Tað vanliga er, at tá ið ein tinglimur er valdur á ting, so er hann tað eina og aleina tí, at flokkurin hevur stillað hann upp á sín lista. Tí verður væntað av honum ella henni, at tey eru loyal móti tingbólkinum og vísa tað, ið kallað verður floksdisciplin. Tað sigur seg sjálvt, at fyri floksins arbeiði í tinginum hevur tað stóran týdning og eisini fyri trúvirðið úteftir, at tingmanningin stendur samd. Floksformaðurin má, serliga tá flokkurin er í samgongu, hava eina rímiliga vissu fyri, at hann hevur allan flokkin við sær, tá ið atkvøðast skal. Um ein tinglimur ikki heldur seg kunna tað, má hann í góðari tíð týðiliga siga frá tí á einum innanhýsis floksfundi og annars ikki gera málið til eitt evni fyri fjølmiðlarnar.

Samhald
Sambandsflokkurin hevur gjøgnum tíðirnar sett eina æru í, at flokkurin úteftir stendur samdur. Tað merkir ikki, at teir einstøku tinglimirnir altíð eru samdir um øll mál, men vanligt hevur verið, at ymisk sjónarmið og ymiskar áskoðanir til ávís mál hava verið umrødd út í æsir innanhýsis, inntil málið er avklárað soleiðis, at flokkurin er komin til eina felags støðu, t.v.s. at einstakir tinglimir í tingsalinum vanliga atkvøða saman við tingmanning floksins. Tað er helst eisini so, at tann eyðmjúka floksættarkenslan mundi vera sterkari fyrr, enn hon hevur verið nú í nýggjari tíð. Tí síggjast kanska fleiri ganga solo.
Eitt av meginsjónarmiðunum hjá Sambandsflokkinum hevur altíð verið, at tá ið ræður um mál av etiskum og moralskum slag, so verður sæð burtur frá óskrivaða kravboðnum um, at flokkurin við atkvøðugreiðslur í høvuðsheitum eigur at vera samdur, men latið verður yvir til tann einstaka tinglimin at atkvøða eftir síni persónligu sannføring.
Hetta er ein greið og rímilig skipan, sum tekur fyrilit fyri samvitskuni hjá tí einstaka. Tað kravið, sum hevur verið reist í seinastuni, at flokkurin eisini í slíkum málum skal hava eina felags støðu, er púra burturvið. Í slíkum førum skal tann einstaki svara fyri sína egnu samvitsku og sannføring, og ta avgerðina eiga øll sjálvandi at virða – bæði tey, sum eru fyri og tey, sum eru ímóti. Tann, sum ikki virðir støðutakanina hjá øðrum, má sigast at vera demokratiskt ignorantur. Í øllum atkvøðugreiðslum er møguleikin fyri, at nøkur vera við undirlutan, ikki fáa sín vilja framdan, og tann tinglimur, sum ikki kann góðtaka at verða niðurstemmaður í einum máli, hevur misskilt, hvat ið demokrati er.

Átrúni og politikkur
Seinastu tíðina hevur átrúnaður meira og meira verið vavdur upp í tað politiska arbeiðið á løgtingi. Hetta byrjaði mitt í áttatiárunum, tá ið summi fóru at misbrúka kristindómin á tingi fyri at vinna sær politiskar atkvøður, heldur enn at brúka hann í kirkjum og í samkomuhúsunum.
Eisini í Sambandsflokkinum hava gjøgnum tíðirnar verið nógvir tingmenn, sum hava verið ídnir orðsins tænarar í samkomuhúsum, men tað hevur verið eyðkent fyri teir gomlu, at teir blandaðu ongantíð kristindómin saman við politikkinum á tingi, teir skildu ímillum, hvat ið Guds var og hvat ið keisarans var. Tað mesta, hesi nýggju fólkini, sum hava sett kristindómin í system fyri at vinna sær atkvøður, hava fingið burtur úr, er, at fleiri og fleiri fólk venda kristindóminum baki, ikki so nógv tí at tey hava nakað ímóti kristindóminum, men tí tey síggja, at hesir politikararnir kyniskt brúka kristindómin sum skálkaskjól fyri at bjarga sær sjálvum atkvøður.
Kristnin vinnur einki við at verða blandað upp í politikk, tað mundi eisini vera tí, at tríggir av evangelistunum siga søguna um Skattapeningin, har tað verður gjørt greitt, at tað verðsliga og tað andaliga eru hvørt sítt.