Samskip setti í september á stovn skrivstovu í Havn. Felagið hevur gjørt av at hækka tænastustøðið. Frá og við 13. desembur fara bingjuskipini Arnarfell og Helgafell at sigla vikuliga á Havn á veg millum [...] Havnina frá Europa og Skandinavia. Soleiðis kann vøra, sum verður flutt um borð í skip hjá Samskipum fríggjadag í Aarhus verða í Føroyum tíðliga mánamorgun. Góðir seks mánaðir eru síðani Samskip fóru undir
Hildigunn og Ásvør. Hildigunn og Jens Pauli búgva í Havn. Hini búgva í Sandavági. Hjørdis giftist við Alberg Johansen, sum eisini er úr Sandavági. Tey búgva í Giljum. Alberg hevur verið sjómaður, og Hjørdis [...] sær sjálvum. Hjørdis og Alberg eiga trý børn, Maluna, Torfinn og Petru. Malan býr í Sandavági, Torfinn og Petra búgva í Havn. Ommubørnini eru 10 og langommubørnini fýra. Føðingardagin heldur Hjørdis annan
útlendingar, og skulu tí ikki hava møgleika at rýma av landinum. Gentan varð eisini avhoyrd í rættinum. Kriminaldeildin í Havn arbeiðir nú víðari við málinum. [...] Leygardagin fekk løgreglan í Havn fráboðan um eina neyðtøku. Ein fimtan ára gomul norsk genta segði seg vera neyðtikna av tveimum monnum. Eftir nærri kanningar vísti tað seg, at talan var um tveir italiumenn [...] si í Havnini, har eitt sindur av hassji var funnið. Menninir vóru skuldsettir fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd, og eftir grundlógaravhoyringina seinnapartin sunnudagin, vóru teir varhaldsfongslaðir í fýra
kundi taka sæti. Høgni Mikkelsen varð eisini valdur í Tórshavnar Býráð í november 2000. Hann er útbútgvingin timburmaður og hevur egið byggivirki í Havn, har hann mest fæst við at byggja hús og íbúðir. Høgni [...] Høgni Mikkelsen er sonur Karl Johan og Katrinu Mikkelsen í Havn. [...] og Kaj Leo Johannesen við 264 atkvøðum. Høgni Mikkelsen var næstur við 201 atkvøðu, og fall tað tí í hansara lut at taka sæti sum varamaður á tingi. Høgni Mikkelsen hevur ikki sitið á tingi fyrr, og tí
síðani 1990, táið Dansifrøi úr Havn skipaði fyri teirri fyrstu stevnuni. Síðani hevur stevna verið í Klaksvík í 1992, í Skopun í 1994 og á Giljanesi fyri tveimum árum síðani. Og í ár er tað so Dansistovugaman [...] Í morgin verður stór dansistevna við ymsum fólkadansi, og øðrum, útlendskum dansi, í ítróttarhøllini á Tvøroyri. Hetta er tann stóra dansistevnan, sum hevur verið annaðhvørt ár ymsastaðni í landinum síðani [...] stevnuni. Í Dansistovugaman eru limir av Tvøroyri, Úr Hvalba og úr Fámjin. Á stevnuni á Tvøroyri í dag verða einir 260 dansarar úr úr øllum landinum. Millum luttakararnar verður Dansifrøi úr Havn, Dansigaman
síðani 1990, táið Dansifrøi úr Havn skipaði fyri teirri fyrstu stevnuni. Síðani hevur stevna verið í Klaksvík í 1992, í Skopun í 1994 og á Giljanesi fyri tveimum árum síðani. Og í ár er tað so Dansistovugaman [...] Í morgin verður stór dansistevna við ymsum fólkadansi, og øðrum, útlendskum dansi, í ítróttarhøllini á Tvøroyri. Hetta er tann stóra dansistevnan, sum hevur verið annaðhvørt ár ymsastaðni í landinum síðani [...] stevnuni. Í Dansistovugaman eru limir av Tvøroyri, Úr Hvalba og úr Fámjin. Á stevnuni á Tvøroyri í dag verða einir 260 dansarar úr úr øllum landinum. Millum luttakararnar verður Dansifrøi úr Havn, Dansigaman
Fýra løgtingsfólk hjá Javnaðarflokkinum bjóða seg fram til býráðsvalið í Havn 8. november. Umframt Heðin Mortensen, borgarstjóra, Helenu Dam á Neystabø og Kristionnu Winther Poulsen, so stillar Djóni Nolsøe [...] til býráðsvalið. Javnaðarflokkurin hevur 2. og møguliga 3. uppstillingarfund í kvøld. Flokkurin fekk á seinasta vali meirilutan í býráðnum einsamallur, og alt bendir nú á, flokkurin leggur hart fyri til tess [...] tess at fáa eitt gott valúrslit hesaferð eisini. Atkvøðurbýtið á seinasta býráðsvali í Havn var soleiðis: Flokkur atkvøður % umboð Javnaðarflokkurin 4.599 41,30% 7 Tjóðveldi 2.506 22,51% 3 Fólkaflokkurin
Leygardagin 28. januar frá klokkan 14 til 18 verður nýtt og stórt barnatiltak í høllini á Hálsi í Havn. Tiltakið, sum hevur fingið heitið Knørraloppan, hevur hópin av bæði nýggjum og kendum aktivitetum [...] i og allur peningurin, sum inn kemur, fer til at reka ítróttavirksemið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn. [...] Millum tað nýggja eru eitt nú loppuhandlar, har børn fara at selja egnar lutir. Børn sleppa at spæla í kappróðrarbátum, og tey fara eisini at gera undirha ldandi dansispøl saman við Marilyn. Teir populeru
skal spara 20 milliónir í rakstrinum. Tað er uppskotið frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn. Á aðalfundi hjá SEV, sum er á Hotel Hafnia, mælir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn til, at SEV ikki sleppur [...] hækkað streymprísin 15 oyru, sum nevndin ætlar, men bara helmingin, 7,5 oyru. Hann mælir til, at SEV í staðin fær álagt at spara 20 milliónir við at útseta kanningar- og granskingarætlanir, við at útseta
Ísfiskalínuskipið Sandshavið landar í Havn í morgin. Skipari er Virgar Hentze, og Jóhan Hendrik Petersen er stýrimaður. Hetta er fyrsti túrur hjá Sandshavinum í ár, og teir hava fiskað undir Føroyum. Veðrið [...] níggju setur, og nú teir koma inn at landa, hava teir eini 80.000 pund, sum verða løgd upp á Barðinum í Havn. - Vt hava sett og drigið hvønn dag, síðan vit loystu, og vit eru nøgdir við hendan túrin, soleiðis