Havnin mælir til 7,5 oyru og sparing upp á 20 mió krónur

SEV skal sleppa at hækka streymprísin við 7,5 oyrum og skal spara 20 milliónir í rakstrinum. Tað er uppskotið frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn.

Á aðalfundi hjá SEV, sum er á Hotel Hafnia, mælir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn til, at SEV ikki sleppur at hækkað streymprísin 15 oyru, sum nevndin ætlar, men bara helmingin, 7,5 oyru.

Hann mælir til, at SEV í staðin fær álagt at spara 20 milliónir við at útseta kanningar- og granskingarætlanir, við at útseta viðlíkahald o. a. ella við at umleggja lán.

Tórshavnar Kommuna hevur 20 atkvøður av teimum tilsamans 65. Tó eru einans 64 møttar á fundinum, so Havnin má fáa 13 atkvøður aftur at sær til tess at fáa hetta uppskotið samtykt.