Leygardagin 28. januar frá klokkan 14 til 18 verður nýtt og stórt barnatiltak í høllini á Hálsi í Havn. Tiltakið, sum hevur fingið heitið Knørraloppan, hevur hópin av bæði nýggjum og kendum aktivitetum til børnini.
Millum tað nýggja eru eitt nú loppuhandlar, har børn fara at selja egnar lutir. Børn sleppa at spæla í kappróðrarbátum, og tey fara eisini at gera undirhaldandi dansispøl saman við Marilyn.
Teir populeru "figurarnir" koma eisini allir á vitjan, tá Bubu, gyklarin Ásbjørn, Trølla Pætur og Omman trína á pall at undirhalda. At stytta sær stundir við verða eisini hoppiborgir og annað.
Tað er Stuðulsfelagið Knørrur, sum er fyriskipari av Knørraloppuni og allur peningurin, sum inn kemur, fer til at reka ítróttavirksemið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn.