Skuldsettir fyri neyðtøku

Tveir italiumenn eru skuldsettir fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd á eina 15 ára gamla norska gentu

Leygardagin fekk løgreglan í Havn fráboðan um eina neyðtøku. Ein fimtan ára gomul norsk genta segði seg vera neyðtikna av tveimum monnum.
Eftir nærri kanningar vísti tað seg, at talan var um tveir italiumenn, sum eru ávíkavist 20 og 21 ára gamlir, og fekk løgreglan hendur á teir stutt eftir fráboðanina.
Ógerðin er framd á einum gistingarhúsi í Havnini, har eitt sindur av hassji var funnið.
Menninir vóru skuldsettir fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd, og eftir grundlógaravhoyringina seinnapartin sunnudagin, vóru teir varhaldsfongslaðir í fýra vikur við tí grundgeving, at teir ikki skulu ávirka kanningararbeiðið og tí teir eru útlendingar, og skulu tí ikki hava møgleika at rýma av landinum. Gentan varð eisini avhoyrd í rættinum.
Kriminaldeildin í Havn arbeiðir nú víðari við málinum.