Hjørdis Johansen 75 ár

Triðja páskadag tann 13. apríl, fyllir Hjørdis Johansen í Sandavági 75 ár.

Hjørdis er ættað úr Sandavági. Hon er dóttir Mariu og Petur Heinesen á Lofti. Hjørdis er elst av seks systkjum, sum øll eru á lívi. Tey fimm systkin hennara eru Jóanes, Jens Pauli, Klæmint, Hildigunn og Ásvør. Hildigunn og Jens Pauli búgva í Havn. Hini búgva í Sandavági.
Hjørdis giftist við Alberg Johansen, sum eisini er úr Sandavági. Tey búgva í Giljum.
Alberg hevur verið sjómaður, og Hjørdis passaði hús og heim. Á yngri árum hevði hon eisini blómuhandil heima hjá sær sjálvum.
Hjørdis og Alberg eiga trý børn, Maluna, Torfinn og Petru. Malan býr í Sandavági, Torfinn og Petra búgva í Havn.
Ommubørnini eru 10 og langommubørnini fýra.
Føðingardagin heldur Hjørdis annan páskadag hjá dóttrini Maluni inni á Giljanesi.