Fýra løgtingsfólk hjá Javnaðarflokkinum bjóða seg fram til býráðsvalið í Havn 8. november.
Umframt Heðin Mortensen, borgarstjóra, Helenu Dam á Neystabø og Kristionnu Winther Poulsen, so stillar Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, eisini upp til býráðsvalið.
Javnaðarflokkurin hevur 2. og møguliga 3. uppstillingarfund í kvøld. Flokkurin fekk á seinasta vali meirilutan í býráðnum einsamallur, og alt bendir nú á, flokkurin leggur hart fyri til tess at fáa eitt gott valúrslit hesaferð eisini.
Atkvøðurbýtið á seinasta býráðsvali í Havn var soleiðis:
Flokkur | atkvøður | % | umboð |
Javnaðarflokkurin | 4.599 | 41,30% | 7 |
Tjóðveldi | 2.506 | 22,51% | 3 |
Fólkaflokkurin | 1.756 | 15,77% | 2 |
Sambandsflokkurin | 1.130 | 10,15% | 1 |
Framsókn | 649 | 5,83% | 0 |
Miðflokkurin | 287 | 2,58% | 0 |
Sjálvstýrisflokkurin | 208 | 1,87% | 0 |