fólk høvdu okkurt á hjartað, og hetta var ikki sjáldan. Jonny giftist í 1964 við Andreas Joensen, ættaður úr Havn. Hann er sonur Tóru, ættað úr Kollafirði, og Nigga undir Klettu. Andreas hevur eisini verið [...] eisini í góðum árum, 49 ára gamal. Jonny eigur tríggjar beiggjar. Herman og Edvard búgva í Hósvík, og Hans Jacob býr í Havn. Jonny fór sum ung at læra til sjúkrasystir og tók prógv á Slagelse Centralsygehus [...] hóttan og dagligur gestur. Hetta kom eisini fram í taluni hjá prestinum Martin Restorff Jacobsen, hann segði tað, sum nógv hugsaðu. Jonny spreiddi gleði og ljós, har hon var millum hesi fólk, sum vóru
anum 12 ára gamal. Hetta tímdi hann ikki, og hann fór úr skúlanum, tá hann kundi 14 ára gamal. Fyrstu tíðina fekst hann við fyrifallandi arbeiði, og eisini arbeiddi hann hjá pápanum, sum hevði sandbát [...] Føroyum. Hann førdi Mýling og eisini Cuba-trolarar. Upp á land Seinnu árini arbeiddi hann eitt skifti á nótavirkinum Vónini i Havn. Hetta var eitt øki, har hann var serfrøðingur. Eitt skifti var hann eisini [...] sum hann annars hevði verið vanur við. Tey sum kenna John, og teir sum hann hevur siglt saman við, bera honum, at hann var ein framúr álitismaður og góður at vera saman við. Men háva gjørdi hann ongan
Pauli hevði júst fylt 72 ár, nú hann fór um sýn. Hann hevur verið nakað merktur av sjúku tað seinastu tíðina, men fyri bert nøkrum vikum síðan hevði hann fingið góð boð. Hann var so himmalska glaður um hesi [...] natúrligt, at hann fór í smiðjulæru hjá Steingrim. Tá Joen Pauli var komin til mans, fór hann til Danmarkar at lesa til maskinverkfrøðing. Heimafturkomin fekk hann arbeiði á teknistovuni hjá J.K. Joensen í Miðvági [...] í Vága kommunu, nú hann doyði. Hann sat fyrstu ferð í kommunustýrinum í Miðvágs kommunu sum varalimur í valskeiðinum frá 1997 til 2000. Á valinum í 2000 var hann valdur, og hevur hann sitið í kommunustýrinum
Nú tað aftur eru jól, hugsa vit um Joen Jacob Gaard Joensen. Gubba-Jack, sum vit kendu hann. Og omba-Jack, sum dóttir okkara, Døgg, kendi hann. Hann helt jól saman við okkum í Sandavági seinasta ár. Vit [...] eftir honum og fáa hann til Vestmanna. Soleiðis var Jack. Og soleiðis var lívið við Jack í tí. Hann var so ótrúliga glaður tá hann var heima seinasta juni mánað. Í brúdleypinum skein hann av gleði, tó at [...] morgunin í juni. Hann var glaður og klemmaði okkum fast, áðrenn hann fór avstað. Segði farvæl, takkaði fyri seg, og fór. Hann kom ongantíð heim aftur til Føroya. Dagarnir eftir hetta, gjørdist hann alsamt verri
gleði, ei sorg. 6) Hann vón sína setti á Frelsara sín, á Jesus sum hann ikki sá, men trúði at Hann skuldi taka til sín tann dagin hann fór foldum frá. Trýr tú á Jesus og ævigan frið, Hann skrivar í lívsbók [...] má Frelsarin standa við tykkara lið í sorg øllum hjálpa Hann kann. 5) Røddin er tagnað og sorg er umborð, tit mist hava kærasta vin, men Jesus, Hann styrkir og sigur tey orð kom til Mín og frelsu tær finn [...] okkara fold, men situr har heima hjá einglunum fleir tín tíð í Guðs eyga var máld. Ja, tíðin var komin, Hann heimtaði teg heim til Sín Himmalska stað, sum Jesus á krossinum vísti tær veg tað kvøldið tú lá har
í nevndina, har hann sat í samfull 25 ár, harav tey seinastu tíggju sum formaður. Sostatt var hann við til at gera allar tær stóru broytingarnar, ið hava myndað kappróðurin til tað, hann er í dag. Eisini [...] læru og starvaðust saman á maskinverkstaðum hjá Wenzel Petersen. Hann var altíð fyrikomandi og fittur at vera saman við, og ikki minst var hann hollur í ráðum, tá ið tað snúði seg um dagsins gerning. Kappróður [...] árini inni á málinum. Hartil var hann manga stevnuna at hoyra í útvarpinum við sínum viðkomandi viðmerkingum um róður, manningar og kappróður í síni heild, og eisini visti hann frá mongum at siga um kappró
teg aldri gloymir Og jólaboðið grøða kann Ta sótt, tú í barmi goymir” Í Sandavági, 21. desember 2006 Hans Hansen
fyrst í áttatiárunum. Hann koyrdi tangabil øll hesi árini og røkti sína uppgávu væl. Hann fór úr hesum starvið tá hann bleiv valdur til formann í Jarðarráðnum, eitt álitisstarv, sum hann røkti í nógv ár. Dánjal [...] Kjalnesi, har hann luttók í øllum fyrifallandi arbeiði á garðinum. Hann yvirtók garðin fyrst í sjeytiárunum og var ein teirra, sum gjørdist limur í Mjólkarvirkinum frá fyrsta degi. Hann var eisini starvsmaður [...] Dánjali. Vit á MBM sakna hann nógv, hann var ein sannur vinur og nógv avhildin av okkum. Okkara tankar eru hjá Emly og børnunum og teirra familjum. Má gud geva tykkum styrk í sorg tykkara. Friður veri við
verið so góð í seinastuni. Góða Brynhild. Eg, mamma og systkin míni hava nógv at takka tær og Hans fyri. Hans doyði tíðliga longu í 1985. Vit búðu síð um síð, so vit høvdu nógv saman, og tað var bara gott [...] vil enda við at skriva. Friður verði við minninum um okkara góðu grannakonu Brynhild Hansen. Joan Joensen
Birtha var fødd á Viðareiði í 1907, elsta av børnunum hjá Annu, f. Joensen av Skælingi, og Jóannes Joensen í Innistovu á Viðareiði, 7 vóru systkini. Birtha fekk skjótt at kenna, hvat tað var at taka ábyrgd [...] adventistasamkomuni í Íslandi kom tilfarið. Niels Johannes var fyristøðumaður í samkomuni, til hann andaðist í 1968. Hann var føddur á Viðareiði í 1900. Jóannes í Innistovu, faðir Birthu, og brøðurnar, lótu byggja [...] á Skodsborg baðisanatorium og var har í 3 ár. Um tað mundið hittust tey, Birtha og Niels Johannes. Hann var tá undir útbúgving í Nærum sum trúboðari í Sjeyndadags adventistasamkomuni. Miðskeiðis í tríatiárunum