TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI av Mariusi Joensen og húski, og hoyr prátið Rás2/in.fo gjørdi við Marius Joensen úti í skjótibreytini á Lecq, har tað fyrr í dag eydnaðist Mariusi at vunna oyggjaleikagull í skeet. Hetta er annað gullmerkið hjá Mariusi. Saman við Sámali E. Debes hevur hann eisini vunnið oyggjaleikagull í liðkappingini í skeet.
Tað merkisverda við Mariusi er, at hann hevur júst verið til skips í fýra vikur, og er komin av skipi og beinleiðis á oyggjaleikirnar at kappast. Hetta meðan kappingarneytirnir hava havt møguleikan at vant.
Marius ásannar, at tað var lítið, sum skilti hann og álendska vinmannin, Lennart Åkerblom í finaluni. - Tað var bert ein leirdúgva á muni, og tað fór so mín veg, segði ein glaður, men fattur Marius Joensen, aftaná gullið var komið heim.
Sonur Lennart og føroysku Rannvá Åkerblom er annars uppkallaður eftir Mariusi, og eitur Marius Åkerblom.