Til reiðar at taka við landsins leiðslu

Tað er ikki eiti á, sum virkandi løgmaður Sambandsfloksins, Eilif Samuelsen leikar í, tí at Poul Nyrup Rasmussen ikki ynskir at samráðast við landsstýrið fyri valið. Og sjálvandi er tað Poul Nyrup Rasmussen sum gongur sneisaørindi fyri Javnaðarflokkin og Jóannes Eidesgaard?!

Eg skilji væl, at sambandsmenn eru óðir um, at teir nú ikki fáa høvi at misnýta bankamálið og samráðingarnar í valstríðnum - hetta hevði uttan iva kunna givið flokkinum atkvøður.

Kortini er tað øllum hugsandi fólki greitt, at tað ber ikki til at samráðast beint undan einum løgtingsvali - í øllum førum ikki, um føroyingar ætla at fáa eitt líkinda úrslit burtur úr. Verður farið at samráðast nú, endar tað sum eftir fólkaatkvøðuna í 1946 - at hvør flokkur hevur sína støðu, at danir skera ígjøgnum, og at einki líkinda úrslit fæst burturúr.

Flokkarnir hava annars staðið væl saman í hesum máli, og allir hava verið samdir um, at teir skulu fara til samráðingar við eini felags støðu. Hetta kundi verið gjørt í vár, men tá løgmaður framskundaði valið meira enn tveir mánaðir, so hevur hann sjálvur skyldina í, at samráðingar mugu útsetast. Og talan má vera um toppmáldan naivitet, tá løgmaður væntar, at politikarar úr øðrum flokkum skulu hava álit á honum, tá hansara egnu ikki eingang hava tað.

Vit skulu eisini minnast til, at tá løgmaður útskrivaði valið - orsakað av valdsstríði í Sambandsflokkinum, segði hann samstundis, at hann ikki kundi standa á odda fyri samráðingunum. Hetta var ikki nakað, sum glapp honum av munni, tí hann, ið staddur var í tinginum sá, at løgmaður læs hetta upp úr tí, hann sjálvur hevur skrivað!

Vit kunnu eisini staðfesta, at bert fáir politikarar hava álit á løgmanni. Umframt teir seks fólkaflokstingmenninar eru tað bert Lisbeth Petersen og Jákup Joensen úr Sambandsflokkinum, sum hava álit á løgmanni. Hinir 24 tingmenninir hava ikki álit á honum. Fyri Føroyar og fyri føroyingar er tað tí best, at samráðingarnar bíða til eftir valið, tí tá kunnu politikararnir aftur semjast um eina felags støðu og hava ein samráðingarleiðara, sum politikarar og fólk annars hava álit á.

Nú má valstríðið í Føroyum ikki fara at snúgva seg um, hvør hevur skuldina av, at bankamálið ikki varð loyst fyri valið. Tó er longu staðfest, at klandur, split og maktstríð í Sambandsflokkinum er høvuðsatvoldin.

Javnaðarflokkurin er til reiðar at taka við landsins leiðslu eftir valið. Flokkurin stóð við endan, tá harðastu búskaparligu inntrivini nakrantíð vórðu gjørd í 1993, og harvið legði flokkurin búskaparligu lunnarnar undir samfelagið, sum nú er drigið úr svárastu kreppuni.

Umframt at standa á odda fyri at loysa bankamálið, er flokkurin eisini til reiðar at átaka sær leiðsluna fyri samráðingarnar um skuldarspurningin til statskassan.

Javnaðarflokkurin hevur eisini stungið út í kortið kósina í ríkisrættarligu viðurskiftunum. Í komandi samgongu verður eitt av høvuðsmálunum at fáa tikið av heimastýrislógina og í staðin at samtykkja eina sjálvstýrislóg, sum ein breiður meiriluti av Føroya Løgtingi kann taka undir við.


Eirikur Lindenskov

valevni Javnaðarfloksins