Heimsfarsótt
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Heimsheilsustovnurin hevur hækkað tilbúgvingarstøðið til stig 3 á tilbúgvingarstiganum (sí stigan á síðuni), eftir at svínakrím er brotið út í Meksiko og USA.
Meksiko tykist vera miðdepilin fyri útbrotið, og upp til 103 fólk eru higartil hildin at verða deyð av sjúkuni í Meksiko. Harafturat eru higartil 1614 tilburðir meldaðir ymsastaðni í Meksiko. Tó eru bert 18 tilburðir staðfestir á royndarstovum og meldaðir til Heimsheilsustovnin hjá ST, WHO.
20 fólk hava eisini fingið staðfest sjúkuna í USA, men eingin av teimum 20 fólkunum eru deyð, og bert ein av teimum varð innlagdur eitt stutt tíðarbil. Í USA er tilbúgvingin hækkað, og eru fyrireikingarnar til eina møguliga heimsfarsótt settar í gongd, eftir at teir 20 tilburðirnir vóru staðfestir á royndarstovum í Kanada.
Russland hevur banna øllum innflutningi av kjøti úr Meksiko, og suðurstatunum í USA, og sigur, at tað fer at kanna øll innkomandi ferðafólk úr teimum báðum londunum fyri svínakrím. Eisini Kina hevur tikið líknandi stig við at banna innflutningi av kjøti úr Meksiko og suðurstatunum í USA.
Vit eru klár
Hóast Føroyar kunnu tykjast verða ógvuliga isoleraðar, her vit liggja mitt í Norðuratlantshavi, eru myndugleikarnir til reiðar at taka móti eini heimsfarsótt, skuldi ein slík stungið seg upp.
Eftir at útbrotið av fuglakrími skapti ótta um allan heimin fyri fáum árum síðani, kravdi landsstýrismaðurin í Heilsumálum, Hans Pauli Strøm, at ein tilbúgvingarætlan varð gjørd fyri Føroyar.
Henda tilbúgvingarætlanin er liðug, og í tí sambandi skuldi eisini keypast inn av antiviralum evnum, ið kunnu basa teimum virusunum, ið eru mest sannlíka at menna seg til heimsfarsóttir.
- Vit hava eitt nøktandi lagur av trimum sløgum av antiviralum evnum, og vit eru før fyri at basa eini slíkari sjúku, skuldi hon komið hendavegin, sigur Heri Mørkøre, landsapotekari.
- Tó antiviralu evnini kunnu basa sjúkunu, er tað einasta sum veruliga hjálpir koppseting. Har hava vit eina avtalu við eina fyritøku, har vit hava keypt okkum ein garanti fyri at teir framleiða vaccinuna til okkum. Men í verandi løtu er tað mest umráðandi at sláa kalt vatn í blóðið, tó uttan at vera líkasælur, staðfestir Heri Mørkøre, landsapotekari.
Kallar pandemibólkin saman
Landslæknin, Høgni Debes Joensen, fylgir eisini væl við støðuni, so hvørt hon broytist. Men í verandi løtu sær hann onga orsøk til ótta.
- Vit hava eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar, skuldi ein heimsfarsótt stungið seg upp, og henni fylgja vit, sigur hann.
Henda tilbúgvingarætlanin verður sett í verk í somu løtu heimsheilsustovnurin WTO meldar út at talan er um eina heimsfarsótt. Sambært tilbúgvingarætlanini er ein varandi pandemibólkur settur, og hann verður kallaður inn til fund at viðgerða støðuna.
- Eg fari nú at kalla henda bólkin saman, og eg rokni við at tað verður hósdagin, at vit hittast til henda fundin, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni, sum eisini vissar um, at skuldi ein heimsfarsótt komið hendavegin, so eru vit til reiðar at taka móti henni.