fyritøku snýr tað seg um, at gera nakrar fortreytir, so starvsfólkini fáa røkt tað, sum tey eru sett til, so væl sum til ber. Tað heldur hann skapar trivnað. - Við fortreytir meini eg, at man leggur arbeiðið [...] Djóni og greiðir frá: - Vit vænta, at tá tey koma at arbeiða hjá Føroya Tele, hava tey eina uppgávu, sum tey skulu røkja saman við starvsfeløgunum. At trívast saman við starvsfeløgunum, er ein avleiðing av
Hýran verður býtt millum menninar, sum eru umborð hvønn túrin, meðan teir, sum eru heima, ikki eru við í hýrupartinum, sigur Sonny Johannesen, skipari. Á seinasta túri, sum endaði 3. november, var Dávur Jacobsen [...] við annað. Hann sigur, at Enniberg hevur jólapakkarnar, sum sjómanskvinnuringarnir kring landið hava latið, við á hesum túri. - Tað er einki, sum bendir á, at vit koma heim til jólar, men helst einar fjúrtan [...] øðrum, minka. - Úrslitið verður, at flakatrolararnir, sum bara hava Barentshavið at líta á, gerast verri og verri fyri, nú so illa verður arbeitt, sum samráðingarnar hesaferð eru dømi um. Manningarparturin
staðfestir hann. - Johan Dahl hevur úr at gera at fáa alt at rigga, sum ikki riggar hjá tí almenna, heldur enn at yvirtaka SEV, sum riggar væl, leggur formaðurin í Kommunufelagnum og borgarstjórin í Tórshavnar [...] formaðurin í Kommunufelagnum. Í hesum sambandi sipar hann til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, sum mangan hevur róð fram undir, at landið skal yvirtaka SEV. Men, Heðin Mortensen leggur afturat, at [...] kommununum til landið. - Kommunurnar hava beinleiðis skyldu til at umsita kommunalu ognirnar so skilagott sum møguligt, herundir hava vit eina skyldu at royna at fáa veruligan prís fyri okkara ognir, sigur Heðin
og ásanna, at vit ikki hava dugað nóg væl higartil. Tað vísir seg, at tá ið vit spæla móti liðum, sum eisini hava hug til at spæla, so er tað heilt øðrvísi. Tá ið vit til dømis spældu móti Skála í ste
Húsavíkar bygdaráð, at eisini aðrar bygdir, sum í dag hava vánaligt vegasamband, fara at fáa eina dagførda farleið, tí skal smáu bygdunum, sum liggja soleiðis fyri, sum eitt nú Dalur og Fámjin, verða lív lagað [...] Húsavíkar kommunu, sum fevnir um Húsavík, Dal, Djúpadal og Skarvanes, hevur ikki verið nógv við í almenna kjakinum um, hvørjir tunlar skulu byggjast fyrst. Men, kortini eru bygdirnar, sum tørva nýtt vegasamband [...] sigur borgarstjórin sum heldur, at bygdaráðið ikki kundi lata hetta á sær sita, og tí gjørdu tey vart við, at útsøgnin á tingsins røðarapalli ikki var samsvarandi veruleikanum, soleiðis sum tey høvdu fingið
hann heimaftur, tá ið túrur er lokin. Tað sigur Randi Mohr, kona landslæknan, Høgna Debes Joensen, sum mynstraði umborð á Skálabergi mánakvøldið. - Vit tosa saman av og á, men vit samskifta við telduposti [...] fortelji honum, hvat hendir her heima. Hon vísir á, at við slíkum samskifti verður kanska okkurt skrivað, sum tú ikki sigur í tí dagliga, og tí er hetta ein ørvísi – men eisini áhugaverdur – samskiftisháttur, [...] burtur. - Tá ið Høgni er komin aftur hinar báðar túrarnar, hevur hann verið rættiliga "uppfrískaður", sum Randi Mohr tekur til. Hon ivast onga løtu í, at hesin túrurin eisini verður gevandi hjá manninum, Høgna
leiklutinum hjá sjálvstýrandi økjunum í danska ríkinum. Hóast Føroyar kunnu metast at vera í somu støðu sum Grønland, so fær grønlendska stigið ongan stuðul úr Føroyum. - Vit hava eina aðra strategi, sigur Kaj
at gera filmin um føroyska fiskivinnu. - Tað er jú sera avmarkað við formligum altjóða góðkenningum sum til dømis MSC, tá tað snýr seg um føroyska fiskivinnu, og á undanfarnum ESE-messum eri eg ofta spurdur [...] framleitt filmin, og Ingolf S. Olsen, journalistur, hevur skrivað føroyska frumhandritið. Filmurin, sum ber enska heitið Faroe Islands Responsible Fisheries, er serliga ætlaður marknaðunum fyri føroyskum [...] franskari og kinesiskari útgávu. Føroyska útgávan væntast at verða liðug í næstum. Umframt høvuðsfilmin, sum er umleið 20 minuttir til longdar, eru tvær styttri útgávur gjørdar. Hesir styttru filmarnir eru samankók
borgarstjórin fyri, at upplivingin í Berlin kemur at standa sum ein av teimum heilt stóru varðunum í ítróttarsøgu Føroya. - Felagsskapurin, sum eisini hevur víst seg millum føroyingarnar hesar seinastu dagarnar [...] tænir okkum at hugsa langskygt. - Vit skulu tí hava dirvi til at taka stig til mál, sum ikki geva úrslit her og nú, men sum koma at tæna og menna eitt framtíðar samfelag. Nú vóni eg, at vit fara síggja ho [...] at lýsa upplivingina í Berlin seinastu dagarnar. Áðrenn farið varð úr Føroyum, vóru tað tey fæstu, sum høvdu ímyndað sær ein slíkan lagnudyst ímóti Noregi, og tveir væl leiktar dystir ímóti Slovenia og
føroyskar kvinnur, sum hava lisið uttanlands, hava so stóra ávirkan á burðartíttleikan, sum Magni Laksáfoss førdi fram í Sosialinum í gjár. Hans Pauli Strøm sigur, at um føroyskar kvinnur, sum komu úr Danmark [...] kvinnur við í hagtølini, tvs. eisini kvinnur, sum útbúgva seg í eitt nú Danmark, har kvinnur vanliga ikki eiga eins nógv børn í teimum størru universitetsbýunum sum í Føroyum. Hans Pauli Strøm er umframt vera [...] ígjøgnum fyri langari tíð síðani, og tí heldur hann, at hetta argumentið kann tykjast heldur tunt, sum hann tekur til.